týsdagur 7. juni 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Norðoyastevnan
kann blíva ein týð-
andi partur av mynd-
ini av okkum sjálvum
í framtíðini. Tí mugu
vit eisini hugsa av
nýggjum, so stevnan
kann liva upp til tær
avbjóðingar, sum fara
at koma, sigur Eyð-
finn Reyðberg, sum
eisini helt midnáttar-
røðuna á Norðoya-
stevnu í ár
NORÐOYASTEVNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Fyri tey flestu er stóra fe-
lagsløtan á Norðoyastevnu
Midnáttarsamkoman leyg-
arkvøldið. Og so var eisini
hesuferð. Hóast tað var
nakað kalt í verðinum,
høvdu rættiliga nógv fólk
leitað sær oman í Vágstún
at lýða á midnáttarrøðuna,
sum Eyðfinn Reyðberg,
sparikassastjóri helt í ár.
Sum altið setti Klaksvíkar
Hornorkestur sín huganliga
dám á løtuna, og síðani var
felagssangur á skránni,
áðrenn fólk byrjaðu at
spáka oman móti Vágsbø at
hyggja at stóra fýrverkarí-
num hjá skótunum, sum
eisini er fastur táttur hesa
løtuna á Norðoyastevnu.
Menna Midnáttar-
samkomuna
Sparikassastjórin
hevði,
sum vera man, gjørt sær
nakar tankar Norðoyastevn-
una í framtíðini, nú so nógv
bendir á, at hetta verður
seinasta Norðoyastevnan,
áðrenn fasta sambandið um
Leirvíksfjørð verður veru-
leiki. Spurdur, hvør størsta
avbjóðingin hjá stevnuni
verður í framtíðini, ivast
Eyðfinn Reyðberg als ikki
í, at Noroyastevnan sum
heild hevur tørv á at endur-
nýggja seg sjálva.
- Vit eiga fyrst at hyggja
uppá, hvørji av tiltøkunum
eiga at mennast meir. Til
dømis haldi eg sjálvur, at
vit áttu at gjørt meir burtur
úr Midnáttarsamkomuni, tí
vit síggja hvørt ár, hvussu
nógv fólk júst hendan løtan
megnar at savna. Tí er tað
eitt sindur spell, at hon
varar so stutt, og fólk ofta
ikki koma oman í Vágstún
fyrr enn beint áðrenn, røð-
arin fer á pallin, sigur Eyð-
finn, sum kundi hugsað
sær, at meir var gjørt burtur
úr felagssanginum, og at
hesin parturin av skránni
byrjaði fyrr, kanska longu
um tíggju tíðina.
Eisini heldur Eyðfinn, at
tað er rættiliga átrokandi, at
kappróðurin verður gjørdu
meir
áskoðaravinarligur.
Hesuferð vardi róðurin
heilar tríggjar tímar, og so
leingi eru tað fá, sum tíma
at standa og hyggja, um
verðrið hartil ikki er av tí
besta.
- Tað er slíkt við mugu
hava í huga, tá vit fara at
endurnýggja
Norðoya-
stevnuna. At tað verður
neyðugt við eini endur-
nýggjan, eri eg als ikki í iva
um, um vit vilja hava fleiri
fólk aðrastaðni frá at koma
á Norðoyastevnu. Tað eru
jú so nógvar aðrar stevnur
og tiltøk at fara til, at fólk
framyvir verða noydd at
velja. Og vit skulu geva
teimum eina orsøk til at
velja júst Norðoyastevn-
una, sigur Eyðfinn, sum
sær fyri sær eina spildur-
nýggja Norðoyastevnuskrá
komandi ár.
- Hetta fer uttan iva at
krevja, at kommunan letur
meir pening til fyrireik-
ingarareiðið, og eftir mín-
um tykki er tað ikki bara
ein skilagóð, men eisini ein
neyðug íløga. Bera vit okk-
um rætt at, kann Norðoya-
stevnan gerast ein stimbr-
andi og positiv ímynd av
Klaksvíkini, sum aftur er
við til at ávirka mátan,
bæði vit sjálvi og onnur
fata Klaksvíkina, sigur
Eyðfinn, sum eisini í røð-
uni var inni á týdninginum
av myndini, vit skapa av
okkum sjálvum úteftir.
Brúk fyri øllum
Í hesum sambandi hug-
leiddi Eyðfinn um, hvat
onnur hugsað, tá vit siga
"Klaksvík". Tað ringasta,
vit kunnu koma út fyri, er,
at fólk svara, at tey onki
hugsa. Soleiðis má tað ikki
blíva og er tað tíbetur
heldur ikki. Tá tosið kemur
inn á Klaksvík og Norð-
oyggjar, eru tað orð sum
samanhald,
samstarv,
lokalur samleiki, hollir í
ítróttarleikum,
Summar-
festivalur, Sjómannadagar,
góður ungdómur o.a. sum
verða havd á lofti. Og hetta
kemst av, at vit ikki smæð-
ast burtur, men tora at vísa,
at vit eru til. Framtíðin ferð
hinvegin at krevja nakað
meir av okkum, og tí mugu
vit eisini tora at hugsa av
nýggjum.
–
Spurningurin
til
okkum, nú vit halda okkara
seinastu
Norðoyastevnu
uttan tunnil, er, tora vit at
broyta okkum sjálvi. Skulu
vit halda áfram at vera eitt
dynamiskt og vinnandi
lokaløki, er samstarv ein-
asti vegurin fram, segði Ey-
finn og minti á, at hetta
krevur, at vit megna at hýsa
teimum, sum ikki eru ella
hugsa, eins og vit sjálvi.
- Uttan mun til, um vit
kunnu vera í stovu saman
ella ei, so er avgerandi fyri-
treytin fyri samstarvi, at vit
duga at síggja tað alneyð-
uga í, at brúk er fyri øllum -
at vit fáa øll við og ikki
útiloka nakran. Styrkin
liggur í, at vit øll ikki hugsa
eins, tí har øll hugsa eins,
har hugsar ongin. À hendan
hátt kunnu vit verða tann
broyting, vit ynskja at
síggja í øðrum. Tí hevur tað
størri týdning, at vit gera
tað, sum vit siga, heldur
enn at siga, hvat vit ætla at
gera, segði Eyðfinn Reyð-
bergi at enda í røðuni á
Midnáttarsamkomuni
á
Norðoyastevnu.
Nr. 105 - 7. juni 2005
15
Norðoyastevnan – ein positiv
ímynd av Klaksvíkini
Fyri nógv er Midnáttarsamkoman á Norðoyastevnu eisini ein hugnalig løta hjá familjuni at fara í býin
Fýrverkaríið hjá skótunum eydnaðist framúr væl í stilla
veðrinum leygarkvøldið
Fólk tóku, sum altíð, sera væl undir við felagssanginum á
Midnáttarsamkomuni
Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri, helt midnáttarrøðuna á
Norðoyastevnu í ár