Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 105 - 7. juni 2005 Datamatikaranæming arnir á Føroya Hand- ilsskúla í Havn vilja hava fund við Menta- málaráðið, tí næm- ingarnir eru ikki nøgdir við støðuna, eftir at lærararnir hjá teimum hava sagt seg úr starvi SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Næmingarnir, sum taka út- búgving sum datamatikarar á Føroya Handilsskúla, hava sent Mentamálaráð- num eitt bræv, har tey biðja um at fáa ein fund um støðuna, sum tey eru komin í. Báðir lærararnir hjá data- matikarunum hava sagt seg úr starvi, tí tey hildu seg ikki kunna arbeiða undir teimum umstøðum, sum tey høvdu á skúlanum. Síðani hevur leiðslan á Handilsskúlanum lagt eina ætlan fram um, hvussu teir 11 næmingarnir kunnu gera sína útbúgving lidna. Men hóast leiðslan sigur seg vilja finna eina full- góða loysn, kenna næm- ingarnir seg ikki tryggir við støðuna. Teir stúra fyri dygdini í undirvísingini, og at prógvið ikki fer at hava tað virðið, sum tað skuldi havt. Manglar førleika Í brævinum til Mentamála- ráðið siga næmingarnir, at tað í eina tíð hava verið trupulleikar við útbúgving- ini hjá teimum, og at tey síggja støðuna at vera kritiska. Tí ynskja tey fund við Mentamálaráðið. – Vit hava verið á fund við leiðsluna á Føroya Handilsskúla í Havn og eru sannførd, um at leiðslan ikki hevur nøktandi før- leika at loysa hesar trupul- leikar. Vit stúra eisini fyri dygdini á útbúgvingini undir núverandi umstøðum, siga næmingarnir í bræv- inum til Mentamálaráðið. Mánadagin hevði Menta- málaráðið ikki svarað brævinum frá næmingun- um, og tí skrivaðu tey ein rykkjara til ráðið. Næmingarnir vóru mána- dagin í skúla, hóast tey eru misnøgd við støðuna. Tey halda seg tó ikki hava aðrar møguleikar, enn at fylgja undirvísingini á Handils- skúlanum. Norðoya Frítíðar- og Ítróttarráð heldur, at tað ávirkar Norðoya- stevnuna, at so nógv onnur tiltøk eru sam- stundis kring landið. Í ár var veðrið hampuligt á Norðoya- stevnu, men sunnu- dagurin royndist ikki so væl sum onnur ár NORÐOYASTEVNA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Norðoyastevnan 2005 er farin aftur um bak, hon gekk sambært fyrireikarun- um væl. Veðrið var betri, enn tað ofta hevur verið, hóast tað var nakað kalt – serliga sunnudagin. – Reint praktiskt gekk tað væl við Norðoyastevn- uni. Tað er altíð okkurt smáting, sum ikki gongur eftir vild, men samanum- tikið gekk tað væl, sigur Símun Michael Sørensen, nevndarlimur í Norðoya Frítíðar og Ítróttarráði (NFÍ). Tað er NFÍ, sum samaskipar Norðoyastevn- una. – Leygardagurin var góð- ur, men vit merktu, at tað var eitt sindur minni av fólki á Norðoyastevnu í ár, enn tað hevur verið undan- farin ár, og serliga sunnu- dagin sást tað aftur, sigur Símun Michael Sørensen. Stevnan manglaði fótbólt NFÍ heldur, tað eru fleiri orsøkir til, at undirtøkan fyri Norðoyastevnuni í ár var nakað minni, enn hon áður hevur verið. – Tað merkist, at tað eru nógv tiltøk kring landið, samstundis sum Norðoya- stevnan verður hildin. Hóast tiltøkini eru ymisk, so binda tey fólk, og tað eru færri fólk, sum koma til Klaksvíkar, heldur Símun Michael Sørensen. – Tað var eisini ein stórur vansi fyri Norðoyastevn- una, at so at siga eingin fót- bóltur var. Landsdysturin gjørdi, at eingin annar fót- bóltur var á skránni, og sunnudagin hevði tað við sær, at færri fólk enn van- ligt komu út. NFÍ heldur, at tað er spell, at tað verður skipað fyri so nógvum tiltøkum, samstundis sum Norðoya- stevnan verður hildin, men NFÍ viðurkennir eisini, at í ár vóru fleiri tiltøk hildin, sum ikki verða afturvend- andi á hvørjum ári. – Feløgini fingu eitt sind- ur burtur úr Norðoyastevn- uni, og fleiri teirra hava eisini víst ein vilja til atgera eitt sindur meira burturúr. Men skal nakað serligt gerast, so er tað ein spurn- ingur um pengar, og um eitt nú kommunan vil stuðla stevnuni við eini størri upp- hædd, sigur Símun Michael Sørensen. Næmingarnir krevja fund við myndugleikarnar Norðoyastevnan gongur aftur Børnini stuttleikað sær óført í tivoli, har tað millum annað bar til at tveita bóltar eftir blikkum Sunnudagin varð skrúðgonga við skótum, hornorkestri, reiðfólki og ítróttarfólki. Í Vágstúni helt borgarstjórin í Klaksvík røðu til fólkafundin Kappkoyring í smáum bilum var væltumtókt millum børnini Tað ber altíð til at fáa eitt gott prát á Norðoyastevnu