Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 7. juni 2005 17 Fríggjadagin skrivaðu formenninir í Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya undir avtalu um samstarv í sam- band við barna- verndarmál BARNAVERND Snorri Brend Sandavágur: Barnavernd er fyrsta stórmálið, sum lagt er út til kommunur at umsita. Nú fara so komm- unurnar í samstarvi undir hesa umsiting. Rósa Samuelsen, for- maður í Kommunufelagn- um og Rodmundur Nielsen, formaður í Kommunusam- skipanini undirskrivaðu avtaluna á kommunuskriv- stovuni í Sandavági. Báðir felagsskapirnir eru í avtaluni vorðnir samdir um at skipast skal ein felags barnaverndarstova, sum skal hava ábyrgd av økinum. - Hetta er mál, sum vit eru púra samd um, sigur Rodmundur Nielsen. Tað er stutt og greitt ikki pláss fyri ósemjum í slíkum álvars- máli. Eitt av stórmálunum hjá barnaverndarstovuni verður at umsita fosturforeldra- skipanina. Setast skal ein leiðari við viðkomandi fakligari út- búgving, og væntandi verða eisini eitt til tvey fólk sett afturat. Sjálv lógin um barna- vernd kemur í gildi á nýggj- árinum. Men kommunurnar hava valt at seta barnavernd- arstovuna á stovn nú, soleið- is at starvsfólkið kann vera væl fyrireikað at fara undir uppgávuna, tá hon av álvara verður løgd út til komm- unurnar til umsiting. Samstarv um vernd av børnum Rósa Samuelsen, formaður í Kommunufelagnum (hm.) og Rodmundur Nielsen, formaður í Kommunusamskipanini undirskriva avtaluna um barnaverndarstovu á kommunuskrivstovuni í Sandavági