Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 105 - 7. juni 2005 Stóra mentunartil- takið á Læraraskúl- anum leygarkvøldið gav eina góða kenslu av tí fjølbroytni, sum finst innan mentan úti í heimi og her heima hjá okkum. Í samfullar tríggjar tímar bergtóku um- boð fyri 10 lond ta stóru áhoyrarafjøld- ina við nøkrum av tí, sum sermerkir teirra land ALTJÓÐAGERÐING Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Útlendsk mentan: - Hey! Over here. Come and try my soup! Við eitt borð stendur ein kvinna úr Ghana, og hon hevur eitt uppá hjarta: At fólk mugu koma til hana fyri at royna tann góða mat- in, hon hevur gjørt úr heim- landi sínum. Til dagin hevur hon latið seg í tey fínu klæðini, sum hon var von at ganga við í heimlandi sínum. Og nú eitt altjóða mentanartiltak er á skránni í Føroyum, hevur hon sjálvandi tikið tey framaftur til høvið. Undir liðini á henni stendur ein onnur kona í somu ørindum. Hon er úr Togo, og hevur eisini gjørt ein rætt til, sum er væl dámdur í hennara landi. Ein part av tilfarinum til góðu sósina hevði hon bílagt sær úr Danmark. Á hinum borðunum er somuleiðis høvi at royna mat úr eini 10 londum kring allan heimin, ja, sjálvt flatbrød og spekemat úr Noregi. Henda væl fyrireikaða og sera fjølbroytta buffetin var ein partur av tí stóra altjóða mentanartiltakinum, sum var um vikuskiftið. Her settu umboð fyri eystur og vestur sín serliga dám á, við framførslum og eini upp- living av nøkrum av tí, sum rørir seg í mentanini í heimlandinum. Hetta var fyrstu ferð, at ein fyrireikaði eitt slíkt tiltak. Men óhugsandi er ikki, at tað verður endur- tikið eina aðru ferð. Karneval Stóra tiltakið byrjaði fríggjakvøldið, tá umboð fyri fimm ymisk lond vístu fram nakað av tí, sum sermerkti teirra heimland. Her varð vístur norskur fólkatónleikur og japanskur floytutónleikur, og síðani var Ongland á palli við ein- um innslagi við tradisjo- nellum aboriginal ljóðføri úr Australia. Eftir hetta vóru tradisjo- nellir dansir framførdur úr Gambia, Nigeria og Ghana, áðrenn tveir klassiskir sangir úr Brasilia og eitt innslag úr einum karnevali varð framført. Hetta kvøldið var líka- sum ein upphiting til størra tiltakið leygarkvøldið, har áhoyrararnir í teirri tríggja tíma longu framførsluni fingu leitt áhoyrararnar á eina áhugaverda og hug- takandi mentanarferð kring allan heimin. Serstøk harpa Fyrsta innslagið áttu føroy- ingar. Her varð frá almenn- ari síðu boðið vælkomið, áðrenn Kári Sverrisson fór á pall og framførdi eitt skjald- ur við guitara og síðani sang eitt kingo-lag, hann hevði lært av Sandoynni. Russar komu síðani á pall við dansi og sangi, áðrenn thailendingar vístu fram ein dans, sum hugtók áhoyrara- fjøldina almikið. Innsløgini um kvøldið fluttu seg longur og longur eystureftir, og nú átti Japan tørn. Her vísti unga Aki Tamura sítt ótrúliga kynstur á eini serstakari harpu, sum hon hevði fingið til landið tveir dagar undan fram- førsluni. Tað var ikki sørt, at fingrafima spæl hennara hugtók øll í teirri fullsettu Læraraskúlahøllini. USA var umboðað av eini føroyskt giftari kvinnu, sum sang tveir sangir hagani. Eftir at hava givið eina stutta frágreiðing um sangina, sang hon ikki óvæntað kenda sálmin Amacing Grace. Síðani var ein matsteðg- ur, har fólk fingu høvið at royna nakað av matkynstr- inum úr teimum luttakandi londunum. Skuggadansur Eftir steðgin, sum vardi væl longri enn mett, tí fólk vóru so áhugað í útlendsku rætt- unum, legði Noreg fyri við fólkatónleiki og dansi, áðrenn dansur og trummur úr Nigeria og Gambia fingu sett áhoyrarafjøldina í gongd aftur. Hesa løtuna livdi høllin rættiliga við í rútmunum, men varð so løtu seinni sit- andi pinnastill og bergtikin, meðan tvær ungar kvinnur, saman við australskum ljóðføri framførdu ein skuggadans. Ikki eitt ljóð hoyrdist undir framførsluni, men tess harðari vóru lógvabrestirnir tá henda hugtakandi framførslan var at enda komin. Latínamerikanskar rútm- ur áttu næstu løtuna, áðrenn alt tiltakið endaði við at allir luttakararnir komu fram á pallin og takkaðu soleiðis fyri seg. Kring jørðina í tríggjar tímar Grunnur:Ætlanin við stóra mentunartiltakinum var eisini at fáa settan á stovn ein grunn til frama fyri altjóða mentanarligt samstarv í Føroyum. Ein slíkur grunnur krevur sjálvandi pening,og tí varð á tiltakinum eisini savnað inn til hetta endamálið. Hetta varð gjørt á ein heldur óvanligan hátt í okkara høpi, nevniliga eftir kinesiskari uppskrift. Hjá okkum er vanligt, at tann ið eigur hægsta boðið fær lutin, sum er til sølu. Men í Kina er tað ikki tann við tí hægsta boðnum, sum fær lutin, men tann ið heldur longst á, og sum at enda eigur tað seinasta boðið. Í høvuðsheitum kann ein t.d. bjóða 500 kr., men hevur tú seinasta boðið áljóðandi 5 kr., so fært tú lutin. Einasta treytin er, at tú rindar fyri títt seinasta boð. Hetta varð roynt í Læraraskúlahøllini, og tóktist hetta at hava stóran áhuga millum fólkið.Tað stóð ikki á, at fáa fólk at bjóða uppá ta vakra listarverkið, sum stóð uppá spæl. Tá avtornaði vísti tað seg, at fyrsta innskotið í henda nýggja grunnin ljóðaði uppá 2000 kr., sum savnaðar vórðu saman á Læraraskúlanum leygarkvøldið 4. juni 2005. Kinesiskt uppboð gav 2000 kr. Trummudansur úr Gambia við "føroyskari" luttøku hugtók áhoyrararnar Í steðginum var høvi at royna mat úr ymiskum londum. Henda vælklædda kvinnan úr Ghana bjóða fram góða suppu úr heimlandinum