Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kappróður í morgin Sundafólk høvdu nógv at fegnast um, tá Ritan fyri fyrstu ferð vann ein FM-róður. Lesið um hetta og nógv annað, tá vit í mikudagsblaðnum hava drúgva frásøgn frá norðoyastevnuróðrinum. -jm Nr. 105 • týsdagur • 7. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Koyrið bara innfyri Hóast tapið, so var Rógvi Jacobsen sum vera man í góða lagn- um, nú hann enn eina- ferð var komin á mál- talvuna í altjóða dysti MÁLSKJÚTTIN Jákup Mørk Við seks landsliðsmálum er Rógvi Jacobsen nú av álvara farin at nærkast all- time máltindunum hjá føroyingum. Aftur leygardagin var Rógvi rætti maðurin á rætta staðnum. Ein eginleiki, sum er vorðin alt meira eyðsýndur, og sjálvur hevði hann eisini hug at breggja sær eitt sindur av hesum. - Eg royni at siga við teir, at vit bara skulu hava bóltin innfyri. So skal eg nokk taka mær av restini! Og hóast orðini gjørdust meira álvarslig, so tóktist lagið framvegis vera gott, tá tosið fall inn á málið og upprunan til hetta. - Tað er nokk Jónhard, sum sleppur ígjøgnum í høgru. Í fyrstu atløgu fáa vit ikki skot á, men eg fái so beint hann inn aftur móti málinum í luftdysti. Eftir- fylgjandi eru onkrir hjá okk- um, sum royna at fáa skot á, og so satsi eg bara uppá, at bólturin dettur leysur niður. Tað ger hann tíbetur, og so smekkaði eg bara til. Og tú ivaðist ikki í, at hann sat? - Nei. Eg haldi eisini, at málverjin gerst eitt sindur skakkur, tá eg brádliga standi so leysur, og so var tað ikki so trupult, helt málskjúttin. Lúrandi leiklut Um hetta við máltevinum, sum hann so ofta hevur sýnt á landsliðnum, sigur Rógvi, at hetta partvíst kemst av varna útgangs- støðinum, sum Føroyar aloftast hava. - Serliga hesar seinastu ferðirnar, tá eg hava verið millum miðvøll og álop, hevur tað eydnast væl at koma til møguleikar. Tað er líkasum, at hinir ikki ansa eins væl eftir mær tá. Teir hava líka sum hug at gloyma, at tá vit hava bóltin, so eri eg áleypari, og tí fái eg ofta akkurát tað eyka pláss- ið, sum er neyðugt, helt Rógvi Jacobsen at enda. Jón Rói ikki við mikudagin Próvtøkur standa á skránni, og tí noydd- ist verjuálitið aftur til Danmarkar sunnu- dagin AVBOÐ Jákup Mørk - Eg noyðist at raðfesta skúlan hægri enn fótbóltin. Soleiðis er tað bara, stað- festir ein harmur Jón Rói Jacobsen, sum altso ikki verður partur av føroyska liðnum, sum mikudagin fer á vøllin móti Írlandi. Jón Rói er í løtuni í ferð við at taka HF, og próvtøkuskráin her hevði við sær, at hann longu und- an ferðina til Føroya gav boð um, at hann bert var tøkur til fyrra dystin hesaferð. - Talan er um próvtøkur bæði mána- og týsdag, so har ikki so nógv at gera. Í morgin fari eg við flogfar- inum niður, og so standa próvtøkurnar á skránni, staðfesti Jón Rói eftir dyst- in leygardagin. Alternativini Spurningurin er so, hvørjar aðrar møguleikar Henrik Larsen hevur til miðverjuna, sum annars mest sum hvørja ferð hevur verið sett saman av Jón Róa Jacobsen og Óla Jo- hannesen tað tíðina, sum Henrik Larsen hevur verið landsliðsvenjari. Onkra einstaka ferðina áður hevur verið neyðugt við broytingum, og tá hava avloysararnir verið Pól Thorsteinsson og Jóhannis Joensen, men hvørgin teirra er við í hópinum hesaferð. Mest sannlíkt tykist vera, at Atli Danielsen verður fluttur av miðvøllinum, soleiðis at rúm kann finnast fyri Julian Johnsson. So er spurningurin bara, um klaksvíkingurin verður fluttur beint í miðverjuna, ella um tað kanska verður Johan Byrial Hansen, sum verður settur í verjuna, meðan Atli so kann verða settur á høgra bakk. Bæði mána- og týsdagin hevur Jón Rói próvtøkur á skránni, og hesar verða tiknar fram um landsliðsfótbóltin Ein ísakøld innarasíða - og so hevur Rógvi enn einaferð sett Føroyar á máltalvuna Mynd: Álvur Haraldsen