týsdagur 7. juni 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 105 - 7. juni 2005
Hóast teir ikki vunnu
stórt, so lótu gestirnir
úr alpulandinum
síðstu løtuna ongan
iva vera um, at teir
vóru førir fyri at
vinna øll stigini og
harvið gera føroysku
vónina, sum varð
birt, tá ið tað restaðu
tjúgu minuttir, til
skammar
FØROYAR-SVEIS
Jóannes Hansen
Tað er sama kensla mest
sum hvørja ferð, tá ið nøkur
orð skulu forfattast um tað,
sum hevur gingið fyri seg,
tá ið Føroyar hava verið í
stríði ímóti einum av teim-
um stóru - í hvussu so er
eftir føroyskum mátistokki.
Skal tað skrivast út frá
eitt sindur nipnu staðfest-
ingini, at tað heldur ikki
hesa ferð eydnaðist at fáa
stigið, sum Henrik Larsen
mest sum gav lyfti um
skuldi koma ímóti teimum
stóru heilt skjótt eftir, at
hann var vorðin venjari.
Skal tað skrivast út frá úr-
slitinum hesa ferð sammett
við 6-0 avhølvingina í
Sveis í september í fjør.
Ella skal tað bara staðfest-
ast, at tað framvegis eru
tveir flokkar ímillum Før-
oyar og tey, sum eru um at
fara í endaspurtin um pláss-
ini í HM endaspælinum í
Týsklandi um eitt ár, og at
tað - júst sum fyri fýra ár-
um síðani, tá ið Sveis vann
1-0 á Svangaskarði - eisini
hesa ferð varð avgjørt í
síðsta parti av tíðini.
Vónin um, at tað fyri
fyrstu ferð síðani 2-2 ímóti
Skotlandi á Svangaskarði 6.
september í 2002 skuldi
eydnast at fáa stig ímóti lut-
falsliga stórari fótbóltstjóð
livdi eina løtu. Inntil í 25.
minutti var tað málleyst.
Sveis var spælstýrandi, og
tað tóktist sum um, at teir
fyrstu løtuna høvdu hug til
at seta føroyingar undir
sama trýstið, sum teir
evnaðu á heimavølli í fjør.
Men tað var skjótt, at tað
varð staðfest, at hesa ferð
var føroyska liðið betri út-
borið.
Royndin í øgiliga hitan-
um í Basel hevði lært før-
oyingarnar, at tað hevði
verið óðamannaverk at taka
seg ov langt fram, og at tað
var alneyðugt at byrgja fyri
á miðvøllinum og í mið-
verjuni. Atli Danielsen,
sum rudduliga staðfesti sín
kandidatur til pláss ímillum
teir fyrstu ellivu, var bindi-
lið millum sentrala mið-
vøllin, har Rógvi Jacobsen
var eitt sindur fremri og
Fróði Benjaminsen eitt
sindur aftari og verjuna.
Hesir tríggir vóru stinnir,
og tá ið so Óli Johannesen
og Jón Rói Jacobsen vóru
sannførandi í miðverjuni,
so gjørdist ikki so nógv hjá
Johan Vonlanthen og Alex-
ander Frei. Faktiskt høvdu
teir ikki havt serligar
royndir ímóti føroyska mál-
inum, tá ið teir í 25. minutti
fingu hol á. Talan var um
hornasparksstøðu, og tað
var harmuligt, tá ið havt
verður í huga, hvussu væl
tað í leysum spæli eydnað-
ist at byrgja upp fyri. Mið-
vallarin Raphaël Wicky var
ovurfegin, tá ið hann í
sínum 59. landsdysti fyri
fyrstu ferð hevði skorað
mál. Hann og hinir sveisar-
arnir løgdu vertin í, at tað
tóktist sum um, at onkur
teirra hevði skumpað Atla
Danielsen um koll, áðrenn
bólturin umvegis pannuna á
Wicky brast í netmeskar-
nar.
Gylta løtan
Sveis megnaði ikki at
punktera spenningin. Før-
oyska liðið domineraði á
ongan hátt spælið, men før-
oyingarnir royndu. Í fleiri
førum eydnaðist tað Fróða
Benjaminsen og Atla Dan-
ielsen, sum umframt at vísa
hendinga evni sum bólt-
vinnarar eisini eru fínir fót-
bóltsspælarar, at fáa líkinda
samanspæl í lag. Claus
Bech Jørgensen var drúgv-
ur, tá ið hann úr vinstru leit-
aði inn á vøllin, og Rógvi
Jacobsen vísti ógvuliga
stóra styrki í høvuðsspælin-
um. Tað tóktist sum um at
nógvar sendingar - bæði frá
Jákupi Mikkelsen og øðr-
um - vóru rættaðar ímóti
høvdinum á KR mannin-
um.
Rógvi vann nógv teir
flestu
nærdystirnar,
og
hann megnaði eisini at
stýra bóltinum víðari. Men
í fremstu røð var ikki, sum
tað fleiri ferðir hevur verið.
Andrew av Fløtum hevði
ómøguliga uppgávu sum
einsamallur álopsspælari,
og bæði hjá honum og
Jákupi á Borg, sum seinnu
árini hevur átt nógv tey
flestu innleggini, sum hava
borið mál við sær, stemm-
aði tað ikki rættuliga. Tað
tóktist bila at lesa, hvussu
tað fór at tørna út.
Súni Olsen í vinstru
bjóðaði seg væl til í fram-
rættaða partinum, meðan
tað bilti hjá Johan B. Han-
sen í høgru at vera við í
uppspælinum.
Jákup Mikkelsen hevði
fleiri fínar bjargingar, og
tað var júst eftir bjarging og
útspæl frá honum, at Før-
oyar javnaðu og lítla løtu
vóru á gosi. Eftir uppspæl
og innlegg úr høgru frá
Christiani Høgna Jacobsen,
sum var farin á høgra mið-
vallarplássið, tá ið Jónhard
Frederiksberg hevði avloyst
Jákup á Borg, royndi Jón-
hard at fáa skot á, og eftir
tvær ferðir aftur og fram
datt bólturin fyri føturnar á
Rógva Jacobsen, sum setti í
málið og harvið enn eina
ferð minti á, hvussu framúr
gott máltev hann hevur.
Tá restaðu tjúgu minuttir,
og áskoðarafjøldin, sum
hevði verið væl friðarligari,
enn hon ofta áður hevur
verið á Svangaskarði, rakn-
aði av álvara. Hugburðurin
tóktist vera tann rætti, og
kanska lúrdi møguleikin, at
tað skuldi bera til at vinna
øll stigini.
Vónbrotið
Men tað bar ikki til hjá
vertunum at gera upp uttan
at hugsa um gestirnar.
Sveis hevði tjúgu minuttir
at rætta upp á tingini og fáa
stigini, sum teir vóru
komnir eftir, og tað eydn-
aðist. Júst sum 2. juni í
2001, tá ið sveisararnir
leingi vóru kroystir, men
níggju
minuttir
undan
leikloki fingu málið, sum
bar trý stig við sær.
Kanska
vóru
okkara
farnir eitt vet niður í ferð, tá
Føroyar-Sveis 1-3 (0-1):
Sveisara søgan er sum
hon plagar at vera
Við Óla Johannesen sum skipara í eini se
Einsamallur á toppinum hevði Andrew tað mangan strævið. Her er hann við undirlutan móti Alain Rochat
Mynd: Álvur Haraldsen