Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 7. juni 2005 21 ið teir tríggir minuttir eftir útjavnandi málið vórðu mintir á, at tað hevði verið ov vandamikið at dúva upp á tepran sigur. Liðformað- urin, Johann Vogel og hin veteranurin í maskinrúmin- um á miðvøllinum, Rapha- ël Wicky, settu dampin eitt sindur upp undir ketlunum. Føroyingarnir stóðu eina lítla løtu á hælunum og sól- aðu sær í góðveðrinum yvir stigið, sum tóktist vera undir borðinum, og so fall hamarin. Eitt sindur úr høgru datt bólturin, eftir diagonala sending, innan- fyri miðverjarnar, og Alex- ander Frei, sum áður hevur verið føroyingunum boysin, var púra leysur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu setti fram við prísgivna føroyska málverjanum. So var einki annað at gera enn at herja á aftur. Verjan varð flutt eitt sindur fram, og eftir innkast í vinstru tiltuskaði Jónhard Frederiksberg sær skot- roynd, sum var um reppið at geva mál. Men í staðin fyri 2-2 og javnleik, sum tað hevur verið droymt um síð- ani fagnaðar løturnar á Svangaskarði ímóti Sloven- ia og Skotlandi, so slerdi Sveis til eina ferð afturat, og harvið staðfestu teir oddasessin í bólki fýra. Rangsstøðufellan kiksaði, og Alexander Frei sneiddi framvið Jákupi, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið. Enn eina ferð fóru føroy- ingarnir av Svangaskarði við tapi í viðførinum. Men millum viðhaldsfólkini og spælararnar fer kenslan og vónin ivaleyst at kykna aft- ur um, at tað man fara at eydnast at fáa stig. Kanska longu í annað kvøld, tá ið Írland verður gestur á Tórs- vølli! Føroyar-Sveis 1-3 (0-1) HM undankapping Leygardagin 4. juni 2005, kl. 16.30 á Svangaskarði 0-1: Raphaël Wicky 25. 1-1: Rógvi Jacobsen 70. 1-2: Alexaner Frei 73. 1-3: Alexander Frei 86. 2.083 áskoðarar Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, 37/-71, B36 - 4. Johan B. Hansen, 12/0, AC Horsens, 13. Óli Johannesen, liðfor- maður, 71/1,TB, 5. Jón Rói Jacobsen, 21/0, Frem, 2. Súni Olsen, 19/1, GÍ - 9. Jákup á Borg, 38/2 (15. Jónhard Frede- riksberg, 8/0, Skála, 65.), HB, 7. Fróði Benjaminsen, 31/2, B36, 3. Atli Danielsen, 9/0, KÍ, 6. Rógvi Jacobsen, 31/6, KR, 10. Calus Bech Jørgensen, 4/1, Coventry City FC (14. Heðin á Lakjuni, 12/1, KÍ, 75.) - 11. Andrew av Fløtum, 17/1, Fremad Amager (12. Christian Høgni Jacobsen, 21/2, NSÍ, 63.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Jens Martin Knudsen, 63/-165, NSÍ, 8. Mortan úr Hørg, 0/0,VB, 17.Tór- Ingar Akselsen, 2/0, HB, 18. Ingi Højsted, 1/0, B36 Gult kort: Johan B. Hansen 21. Venjari: Henrik Larsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Sveis: 1. Pascal Zuberbuhler, 29/0, FC Basel - 26. Philipp Dekan, 4/0, FC Basel, 20. Patrick Müller, 55/3, FC Basel, 28. Alain Rochat, 1/0, BSC Young Boys, 3. Ludovic Magnin, 22/1, SV Werder Bremen - 21. Daniel Gygax, 12/2, FC Zürich, 6. Johann Vogel, liðformaður, 74/2, PSV Eindhoven, 8. Raphael Wicky, 59/1, Hamburger SV (Johann Lonfat, 24/1, FC S. Montbéliard, 90.), 16.Tranquillo Barnetta, 3/0, Hannover 96 (Xavier Margairaz, 1/0, 68.) - 22. Johan Vonlanthen, 10/5, Brescia (25. Reto Ziegler, 3/0,Tottenham Hotspurs FC, 77.), 9. Alexander Frei, 35/19, Stade Rennais FC Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Sebastian Roth, 0/0, FC Lorient, 11. Marco Streller 3/0,VfB Stuttgart, 19. Alexander Rey, 18/5, Neuchatel Xamax FC Gult kort: Raphael Wicky 65. Venjari: Jakob Kuhn Dómarakvartett úr Belgia: Serge Gumienny,Walter Vro- mans, Alex Verstraeten og Peter Vervecken (4. dómari). FIFA eygleiðari úr Týsklandi: Hermann Selbherr Dómaraeygleiðari úr Spania: Juan Antonio Fernandes Marin Fakta um dystin era tryggari verju, hildu føroyingar fyri tað nógva mótstøðuni frá nøkrum møguleikum yvirhøvur Mynd: Álvur Haraldsen