týsdagur 7. juni 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 105 - 7. juni 2005
Fyrstu løtuna sýndi
Óli Johannesen ein
slíkan aggressivitet, at
dómarin mátti tala at.
Men hetta var eisini
við at markera fyri
mótstøðuni, at teir
einki skuldu taka fyri
givið. Og restina av
dystinum varð bæði
lið og verja stýrd við
harðari hond av
tvøramanninum, sum
í einum góðum lið-
avriki var stóri mað-
urin
SPÆLARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jákup Mikkelsen,
B36 (37 dystir/0 mál)
Var sum vant tryggur aftasti
skansi hjá føroyska liðnum.
Tó at stútarin við fyrsta
málið ikki var so langt úti í
síðuni, so var hann sera
trupul hjá einum málverja
at fáa fatur. Var púrasta
seldur við 2- og 3-1 málini,
men hevði ímillum hesi
eina bjarging í heimsflokki,
eins og hann í tveimum
førum kom væl út at órógva
leysar mótstøðumenn. Í
spælinum við beinunum
var hann sum vant tryggur,
og var tí í nógvum førum
støðin, har føroysku álopini
byrjaðu. Eisini uppspælið
til føroyska málið.
2. Súni Olsen, GÍ
(19/1)
Gøtumaðurin vann sær í
fjør støðu sum ein av allar
fremstu spælarum okkara,
og hendan flokkin hoyrir
hann framvegis til. Var sera
tryggur í verjupartinum,
har viðføddi bólttryggleik-
in eisini ger, at hann ofta
kann byrja nýtt uppspæl, tá
bólturin er vunnin, heldur
enn bara at sparka burtur.
Hevði eina ferð frísparks-
roynd í góðari støðu, men
tíverri endaði hendan í
einum ov nær plaseraðum
sveisiskum manngarði.
3. Atli Danielsen, KÍ
(9/0)
Varð fyri fyrstu ferð í byrj-
unaruppstillingini í týðandi
dysti, og fyri tað nógva
kom ungi klaksvíkingurin
eisini heilt væl frá hesum.
Serstakliga fyri steðgin var
hann fleiri ferðir væl við í
føroyska spælinum, eins og
hann vísti góða styrki í
nærdystunum. Eftir steðgin
fánaði hann tó nakað, og
við møðini komu fleiri vill-
ur í spælið, men sum heild
má sigast, at hann stóð
royndina, og einki er at
ivast í, at fleiri stórar al-
tjóða bíðar fyri framman.
4. Johan Byrial
Hansen, Horsens BK
(12/0)
Varð maðurin, sum skuldi
loysa Pól Thorsteinsson av
á høgra bakki, og í verju-
partinum var ikki so nógv
at seta fingrar á. Eitt ógvus-
ligt - men neyðugt - frí-
spark tíðliga í dystinum gav
gult kort, men annars hevði
hann fyri tað mesta gott tak
á
beinleiðis
mótstøðu-
manninum. Fram eftir vøll-
inum restar tó enn nakað í
hjá Johan, har hann ofta
fellur til at senda bleytar
langar sendingar beint nið-
an, heldur enn at leggja
bóltarnar út í borðini.
5. Jón Rói Jacobsen,
BK Frem (21/0)
Var sum vant sera tryggur í
verjupartinum, har hann og
Óli Johannesen at kalla
einki góvu frá sær. Kvik-
leikin ger, at hann er trupul
at renna av hjá mótstøðuni,
og góða spælskilið ger har-
til ofta, at hann kann bróta
álopið, áðrenn bólturin er
komin fram til álopsspæl-
aran. Hevur tó framvegis
rúm fyri betranum í av-
spælinum, har talan dekan
ov
ofta
gjørdist
um
adressuleysar bóltar.
8. Rógvi Jacobsen, KR
(31/6)
Sýndi enn einaferð ótrúliga
máltevið, tá hann aftur var
rætti maðurin á rætta stað-
num. Og við sætta lands-
liðsmálinum er hann av
álvara
farin
at
hótta
»gomlu«
málrevarnar.
Gjørdi annars mest um seg
í luftspælinum, har hann
fult og heilt matchaði ann-
ars sterku sveisku mót-
støðumenninar, og var á
hendan hátt eisini við í upp-
spælinum til útjavningina.
Tykist hartil eisini at vera í
sera góðari venjing og
megnaði tí at spæla allar 90
minuttirnar, hóast plássið
sum
hangandi
áleypari
kravdi sera nógva renning.
7. Fróði Benjaminsen,
B36 (31/2)
Var sum vant annar av
sentralu miðvallarunum, og
sum vant, so var hann ein
týðandi sambindingarliður
í føroyska spælinum. At
hann samstundis er kom-
promis-leysur í nærdystun-
um eins og hann dugir at
gera tey neyðugu lítlu (og
onkra tíð stóru) fríspørkini
á miðvøllinum hevur so
eisini við sær, at mótstøðu-
menninir ikki til stuttleikar
fara í hornatøkur við tofta-
mannin.
9. Jákup á Borg, HB
(38/2)
Situr enn tryggur á plássin-
um á høgra miðvølli, men
ger tað í løtuni ikki eins
sannførandi, sum hann
hevur gjørt tað fyrr. Fram
eftir tykist hann ofta nøla
tann brotpartin av sekundi,
sum fyrr skapti honum
avgerandi fyrimunin, og tí
sleppur hann ikki eins væl
til vandamiklu innleggini.
Hinvegin var hann eina ferð
fyri steðgin nær við at
skora, tá hann søkti inn í
vøllin við innkast vinstru-
megin. Í verjupartinum ar-
beiddi hann sum vant hart,
men serliga fyrsta partin av
dystinum hevði hann her
fleiri ferðir lyndi at selja
seg.
10. Claus Bech
Jørgensen, Coventry
FC (4/1)
Vísti enn einaferð, at hann
er ein rimmar-fongur hjá
føroyska
landsliðnum.
Hevur skjótleikan, bóltfør-
leikan og frekleikan til at
bjóða av. Og takka verið
einum ótrúligum evni at
halda fast í bóltinum,
sleppur hann eisini aloftast
gott frá royndunum. Dugdi
í mun til fleiri aðrar dystir
eisini nógv betri at halda
breiddina í spælinum. Nýtir
eina øgiliga orku í spælin-
um, og tí var útskiftingin
ikki óvæntað.
11. Andrew av Fløtum,
Fremad Amager (17/1)
Hevði ótakksama leiklutin
sum einsamallur álops-
spælari, og tí var sera av-
markað, hvussu nógv av
veruligum bóltum hann
fekk at arbeiða við. Strídd-
ist sera væl, og fyri steðgin
var hann í tveimum førum
sera nær við at skapa sær
veruligar møguleikar. Tað
tykist tó vera ein vansi, at
hann er púrasta eitt-beintur,
og tí skal bólturin helst
liggja til rætta beinið,
áðrenn spælt verður víðari,
og tað varð revsað nakrar
ferðir.
12. Christian Høgni
Jacobsen, NSÍ (21/2)
Fekk eins og Jónhard sein-
astu 20 minuttirnar, og var
somuleiðis partur av upp-
spælinum til føroyska mál-
ið. Hevði kanska óvandan
leiklut sum kantstpælari, og
sum heild var tíðin ov
knøpp til at geva veruligt
skoðsmál.
13. Óli Johannesen
(71/1)
Sum vant var føroyski lið-
formaðurin sera tryggur í
verjupartinum. Tykist vera
sera væl fyri í ár, og sýndi
eisini fyrstu løtuna ein slík-
an aggressivitet, at dómarin
mátti tala at. Hetta var tó
eisini við til at siga mót-
støðumonnunum, at teir
ikki skuldu taka nakað fyri
givið, og tí tænti hetta eisini
sínum endamáli. Restina av
dystinum var talan um sera
disciplinerað verjuspæl, har
mótstøðan millum lítið og
einki fekk spælt ígjøgnum
verjuna.
14. Heðin á Lakjuni,
KÍ (12/1)
Fekk seinasta korterið á
vøllinum sum avloysari fyri
Claus, men fekk ikki sett
seg veruliga ígjøgnum.
Partvíst tí tíðina á vøllinum
var so knøpp, men eisini tí
hann tóktist hava trupul-
leikar at fylgja við leikferð-
ini.
15. Jónhard Frederiks-
berg, Skála (8/0)
Kom á vøllin seinastu 20
minuttirnar, og fekk alt fyri
eitt
avgerandi
ávirkan.
Hetta tá hann fyrst vann
bóltin fyri síðani at leggja
innfyri í uppspælinum til
føroyska
málið.
Hevði
seinni eisini eina framúr
knappa roynd at javna til 2-
2, men tíverri rakti hendan
beint á kløkka sveisiska
málverjan.
Skiparin stýrdi skútuni
Sum ikki einaferð, so var
talan um eitt framúr lið-
avrik, tá føroyska landsliðið
leygardagin leingi hevði eitt
enntá sera gott tak á Sveis
Mynd: Álvur Haraldsen