Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 7. juni 2005 23 Sveisiski venjarin helt eftir dystin, at tað var gott, at føroyska útjavn- ingin ikki kom seinni VENJARIN Jákup Mørk Tað eru stigini sum telja. Tað er ein óreingjandi sannleiki í modernaðum fótbólti, at spælið kemur í aðru røð, tá týðandi stig skulu vinnast, og soleiðis var eisini hjá sveisiska venjaranum, Jakob Kuhn, eftir dystin á Svangaskarði leygardagin. Eitt wake-up call Og hóast hann sum heild var nøgdur um avrikið - les stigini - so duldi hann ikki fyri, at bæði hann og spæl- ararnir fingu ein ordans skelk, tá Føroyar javnaðu. – Tað var als ikki í tráð við spælbýtið. Eg vil nær- um kalla tað fyri ótrúligt, at teir brádliga javnaðu, tí vit høvdu fult tamarhald á støðuni, helt hann. – Men eg vil tó leggja afturat, at tað var gott, at tað var somikið av tíð eftir, tá hetta hendi. Ferðin hjá okkum var dekan ov lág hesa tíðina, men við málin- um fingu vit eitt ordans »wake-up call«, og tíbetur megnaðu vit so eisini at skora. Tá tosið fall inn á ein- støku sveisisku avrikini, hevði Kuhn serliga hug at rósa Xavier Margairaz. Framrættaði miðvallarin slapp fyri fyrstu ferð at royna seg í landsdysti, nú Yakin ikki var úttikin og Cabanas meldaði frá í evstu løtu vegna skaða. – Hann gjørdi veruliga mun, tá hann kom á vøllin. Tað var ikki fyrr enn tá, at verulig ætlan var at síggja í spælinum hjá okkum, og tað var eisini tá, at vit av- gjørdu dystin, segði ein nøgdur venjari. Bara um markið Og verður hugt at stigatalv- uni, so ber illa til at vera annað enn nøgdur um av- rikini hjá Sveis higartil. Hóast bólkurin telur mót- støðulond sum Írland og Frakland, so hevur Sveis enn ikki roynt at tapt, og við góða málmuninum, sum teir serliga hava fingið móti Føroyum, hava teir kanska tann eyka trumfin, sum verður neyðugur, um tey fýra fremstu liðini áhaldandi spæla javnt sína- millum. Ella sum hann segði, tá ein blaðmaður spurdi hann, hvussu nær Sveis nú var HM-endaspælinum. – Tað er stuttur vegur. Vit skulu jú bara beint tvørtur um markið, var brosandi svarið. Føroyski landsliðs- venjarin iðraði seg sjálvandi um tapið, men hann helt kort- ini, at hansara menn høvdu framt eitt frá- líkt avrik VENJARIN Jákup Mørk Hóast hann var sera væl nøgdur um avrikið, sum spælararnir høvdu framt, so kundi Henrik Larsen ikki lata vera við at iðra seg um málini, sum mótstøðuliðið fekk leygardagin. - Tá vit javnaðu til 1-1, helt eg veruliga, at vit høvdu møguleikan til ann- að stigið. - Vit halda teimum jú sera væl ígjøgnum allan dystin. Fyri steðgin hava teir neyvan ein tann einasta møguleika, men teir skora so sjálvandi uppá eitt keði- ligt hornaspark. - Men tá vit so javna, haldi eg veruliga, at panikkurin er um at breiða seg hjá teimum. Nakrar frustratiónir síggjast eisini, men so forera vit teimum eitt mál. Teir fáa frið at koyra bóltin kring vøllin ta løtuna, og so verða vit revsaðir móti slíkum liðum. Eg havi sagt tað áður - og tað haldi eg framvegis. At Sveis er besta liðið, sum er í bólkinum, og tí mugu teir ikki fáa frið at spæla, staðfesti Henrik Larsen. Og hann undirstrikaði eisini hetta við at vísa á, at tá føroyingarnir seinastu løtuna royndu at flyta fólkið fram, vórðu vit alt fyri eitt revsaðir, soleiðis at triðja málið hjá Sveis eisini kom á talvuna. Fingu flutt spælið Verður sæð burtur frá málunum, so skerst tó ikki burtur, at føroyski venjarin var framúr væl nøgdur um avrikið leygardagin. - Eg haldi, at hvør tann einasti spælarin eigur rós uppiborið. Vit fylgja tak- tikkinum, har tað ráddi um at gera økið at spæla á lítið, og tí verða vit ikki so ofta fangaðir í smáspælinum, sum teir eru óhugnaliga dugnaligir til. Frameftir vøllinum tókt- ist tað, sum skaptu vit mest, tá vit løgdu bóltarnar aftur um verjuna hjá teimum. Var hetta eisini partur av upp- legginum. - Tað var akkurát soleiðis, vit vildu hava tað. Í Basel var ein av stóru trupul- leikunum, at vit ov ofta noyddust at spæla aftureftir, og tað vildu vit sleppa undan hesaferð. Tí vildu vit hava teir at bakka, og í løg- um eydnaðist hetta eisini væl. So saman um tikið fái eg illa verið annað enn væl nøgdur. Hvíld og uppløðing Longu mikudagin er lands- dystur aftur á skránni, tá Írland kemur á vitjan. Tað merkir, at talan verður ikki um serliga langa fyrireiking til næstu uppgávuna, og tí var Henrik Larsen kanska eisini eyka fegin eftir dyst- in leygardagin. - Her var í øllum førum ein rúgva av tingum, sum vit kunnu brúka positivt til dystin mikudagin. Sjálv- andi verður talan um nakað av taktiskari fínpussing, men fyrst og fremst, so ræður um at fylla orku- depotini uppaftur, segði føroyski venjarin at enda. Vunnu á skelkinum Jakob Kuhn viðgekk, at hann fekk ein ordans skelk, tá Rógvi Jacobsen javnaði fyri Føroyar, og hann tóktist eisini lættur um hjartað, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð Mynd: Álvur Haraldsen Rósur til alt liðið - Eg haldi, at hvør tann einasti spælarin eigur rós uppiborið, helt Henrik Larsen eftir dystin