Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 105 - 7. juni 2005 Iðraði seg um missin Fáur mundi ivast í, at talan var um hepna út- skifting, tá Henrik Larsen seinastu 20 minuttirnar sendi Jón- hard Frederiksberg á vøllin. Mest sum alt fyri eitt stóð hann faddur at út- javnandi føroyska mál- inum, og tó at sveisar- ar hildu talan vera um fríspark, so dugdi før- oyski áleyparin ikki at siga, um so var. - Eg fekk onkurs- vegna bóltin við mær, og so sendi eg innfyri. Kanska ikki perfekt, men vit megnaðu so at enda at fáa mál burtur- úr, og tað fegnaðist eg sjálvandi um. Og tað var eisini um reppið, at Jónhard sjálvur kom á talvuni, tá hann mest sum akrobatiskt hamraði til ein hoppandi bólt. Men tíverri endaði royndin ta ferðina beint á málverjanum hjá Sveis. - Ja. Spyr meg ikki hví. Eg royndi bara onkursvegna at fáa skot á, og hevði eg rakt framvið málverjanum, var lagnan kanska ein onnur. Men tað gerst so ikki við, segði Skála -framherjin at enda. -jm Tróndur longt sáttmálan við HB HB hevur longt sátt- málan við Trónd Vatn- hamar soleiðis at hann eisini er HB’ari kapp- ingarárið 2006. Sambært hb.fo er Tróndur fallin væl til á liðnum, og hevur verið sera seriøsur og ar- beiðssamur síðani hann kom frá B36. HB heldur tað vera sunna kapping millum teir tríggjar málverjarnar, Tróndur, Bárður og Pól, sum allir tríggir eru 1. liðsevni. -nud Enn hevur einki av ovastu fýra liðunum í okkara bólki tapt, og øll hava tey møgu- leikan at koma til HM-endaspælið Írar høvdu annars ætlað sær at fáa fulla úrtøku hesaferð, nú Ísrael kom á vitjan. Í Tel-Aviv var um reppið, at Írland streyk avstað við øll- um, men í seinasta minutti javnaðu ísraels-menn. Hesaferð bíðaðu gestirnir ikki heilt so leingi, men fyri tað mundu teir á heimalið- num kenna seg eitt sindur snýttar. Eftir góðum tíggju vóru írar nevnliga á odda 2- 0, og so var setningurin bara at koyra sigurin heim. Men er tað nakað, sum tú ikki skalt geva ísraels- monnum, so er tað tíð og pláss at spæla fótbólt. Tá koma dygdir teirra veruliga til sín rætt, og tað gjørdu tær so sanniliga eisini hesa- ferð. Og longu undan steðginum stóð 2-2 á talv- uni. Tað er einki dulsmál, at írski landsliðsvenjarin, Brian Kerr, var ónøgdur um dømingina í dystinum. Hann helt, at øll ivamál fullu ímóti teimum, og hann var á ongan hátt nøgd- ur um brotssparkið, sum gav útjavnandi málið til Ísrael. At Andy O'Brien eisini fekk reytt kort, og tí er leikbannaður mikukvøldið, mundi ikki gera lagið betri. Og tíansheldur, at Robbie Keane noyddist út við skaða. Skerdir írar Tottenham-áleyparin kem- ur soleiðis á sama lista sum Liverpool bakkurin, Steven Finnan, ið eisini verður mettur sum ivasamur til dystin á Tórsvølli. Kerr hevur áður sagt, at serliga í verjupartinum eru teir væl garderaðir móti skaðum, men nú O'Brien eisini er tikin burtur, fer av álvara at knípa hjá honum. Og í álopspartinum er júst Robbie Keane maðurin, sum teir ikki mugu missa. Ferð eftir ferð hevur á írska landsliðnum givið prógv fyri, hví hann verður mettur í heimsflokki, og tað sigur eisini sítt, at hann longu nú hevur sett málmet á írska landsliðnum, hóast hann framvegis má metast at hava nógv góð fótbóltsár eftir. Enn er tó helst ov tíðliga at avskriva meiddu mennin- ar til mikukvøldið, og so skal heldur ikki gloymast, at írar altso framvegis hava fleiri góðar spælarar at taka av. Kanska ikki í heims- flokki, men Premier- League støði og har leið skuldi eisini verið ríkiliga stór uppgáva hjá okkara monnum. Bólkurin er púrasta javnur Hjá Atla Danielsen varð talan um veru- liga styrkisroynd, tá hann fyri fyrstu ferð varð tveittur beint inn á føroyska mið- vøllin frá fyrsta bríksli FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Talan var sum so ikki um nakra debut, tí longu undan leygardegnum hevði Atli Danielsen verið á vøllinum í altjóða dystin átta ferðir- nar. Men dysturin leygardag- in var fyrsta ferðin, at klaksvíkingurin slapp at byrja millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum í týð- andi. Ivaleyst nakað, sum kundi givið teimum flestu nakað av nervum, men sjálvur helt Atli, at hetta ikki hevði verið so øgiligt, kortini. – Sjálvandi hevur tú altíð nakað av nervum, men eg havi hóast verið partur av hópinum nóg so leingi, og tí er talan ikki um eina púr- asta ókenda støðu. Tú hevði alt fyri eitt nakrar bóltberøringar. Hjálpti tað eisini at fáa nervarnar burtur? – Sjálvandi. So merkir tú alt fyri eitt, at tú ert við í dystinum, og so eru ikki stundir at hugsa um so nógv annað. Betri mikukvøldið Spurdur um dystin, helt Atli, at teir høvdu havt eitt sera gott tak á Sveis. – Í verjupartinum halda vit teimum sera væl, og sæð burtur frá hasum málinum, sum teir fáa eftir deyðbólts- støðu, so skapa teir at kalla einki. – Eftir steðgin halda vit fram við okkara spæli, og tá vit so eisini skora, trúi eg veruliga upp á javnleikin, men hann glapp so. Og hatta var eisini eitt sera keðiligt mál, sum teir fáa. Tað tekur púrasta luftina úr okkum, og so fáa teir eisini tað triðja málið, sum eg tó haldi vera off-side. So tú ert kanska ikki heilt nøgdur um tapið? - Nei. Ikki minst, tí eg kendi, at vit kundu røkka javnleikinum. Men teir vísa seg at vera óhugnaliga effektivir, tá teir fáa møgu- leikan, og tað er kanska munurin upp til yrkisleik- arar, sum hvønn dag spæla á sera høgum støði. Men tað verður kanska betri mikukvøldið, segði Atli Danielsen at enda. Elddópurin Nervarnir vóru ikki so øgiligir, tí eg havi jú verið partur av hópinum eina tíð. Og tí kenni eg til stemningin kring landsliðið, helt Atli Danielsen eftir dystin Mynd: Álvur Haraldsen