Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 7. juni 2005 25 Føroyingar til formel 1 koyring Nú fáa føroyingar eisini høvið at síggja formel 1 bilar við berum eygum, at kenna rama rákan av bens- inroykinum, og hoyra tey næstan óveruligu brølini av rasarabilunum. Fonn Flog í Klaksvík skipar fyri ferð til koyringina í Hock- enheim. Skipað verður fyri ferð- ing úr Vágum til Hocken- heim og heim aftur, og fyri gisting tætt við breyt- ina. Høvi verður at síggja bæði tíðarkoyringina leyg- ardag og sjálva koyringina sunnudag. Fari verður úr Føroyum fríggjadagin 22. juli og heimaftur mána- dagin 25. juli. Aftan á heimsmeistarar- heitið í fótbólti og olymp- isku leikirnar er formel 1 mest eftirhugdi sjón- varpsítrótturin. Men tey, sum hava verið til formel 1 koyring, siga at fyri veruliga at skilja hvussu fantastisk formel 1 er, skal man uppliva tað. nud Tríggir írar úti Írska fótbóltssambandið staðfesti á heimasíðu sínari mánadagin, at tríggir av spælarunum hjá Írlandi ikki eru tøkir til dystin móti Føroyum. Talan er fyrst og fremst um Newcastle-verjuspæl- aran, Andy O'Brien, sum fekk reytt kort leygardagin. Írska fót- bóltssambandið hevur annars roynt at fáa UEFA at broyta støðu í hesum, soleiðis at hann kundi vera við móti Føroyum, men tað verður so ikki gjørt. Hartil tykist eisini greitt, at Steve Finnan úr Liverpool og Robbie Keane úr Tottnham ikki verða klárir. Finnan hevur drigist við ein skaða í fótliðinum, og hóast vón- in var at hava hann tøkan longu leygardagin, so varð tað av ongum. Og nú verður hann so heldur ikki við mikudagin. Og endaliga fekk Robbie Keane ein skaða í økslina leygardagin. At byrja við vistu tey ikki greitt, hvussu álvarsligur hesin var, men nú tykist hann eisini »ruled-out« sum tey taka til. -jm Endastøðan um at taka skap Hópur av dystum vórðu spældir kring alt Europa um viku- skiftið, og í nógvum bólkum er endaliga støðan nú at trína fram HM-UNDANKAPPING Jákup Mørk Í bólki eitt eru tað serliga Holland og Kekkia, sum stríðast um oddasessin, og tey vunnu bæði sínar dystir leygardagin. Mest stóð helst á hjá Hollandi, sum hevði vitjan av Rumenia, men teimum eydnaðist tó at vinna dystin við tveimum málum móti ongum. Kekkia hevði vitjan av Andorra, og her var eingin ivi. Málini skolaðu inn hjá pinkutjóðini, og tó at teir minkaðu munin í 1-2, so hjálpti hetta ikki stórvegis samanlagt. Í bólki tvey tykist støðan hjá dønum at gerast alt trupl- ari. Í øllum førum var eingin hjálp at heinta frá Kasak- hstan, sum vitjaði Ukraina leygardagin. Heimaliðið vann ein uppibornan 2-0 sigur, og nú tykist liðið av álvara at vera ávegis fyrsta endaspæli sínum. Eitt enda- spæl, sum viðhaldsfólkini leingi hava tikið sum eina sjálvfylgju hjá Sheva & co., men sum tó ongantíð er vorðin veruleiki. Figo við aftur Í Portugal var stóra søgan, at Louis Figo aftur hevði meldað seg tøkan hjá lands- liðnum. Hann hevði annars sagt farvæl eftir EM-enda- spælið seinasta summar, men lítla spælitíðin í Real Madrid hevur tó havt við sær, at veteranurin nú aftur sigur seg hava stundir og orku til landsliðsfótbólt. Og talan gjørdist eisini um sigur, nú stóra hetjan var aftur á liðnum. Tað var tó ikki hann, sum stóð fyri málunum, men hetta mundi ikki bila stórvegis í huga- heiminum hjá viðhalds- fólkunum. Tey fingu trý stig og tey fingu eisini stóra spælaran aftur á liðið, og so mundu tey ikki krevja stórt meira. Annars vunnu bæði Russland og Estland sínar dystir í bólkinum. Skotland vann Nýggi skotski venjarin, Walther Smith, fekk loks- ins sín fyrsta sigur, tá Mol- dova vitjaði á eini fullsett- ari Hampden Park. Christi- an Dailly og James Mc- Fadden skutu málini, sum góvu stigini til skotar, men enn er tó langt eftir á mál, um teir skulu gera sær vónir um at koma víðari til endaspælið. Í sama bólki fekk Italia málleysan javnleik við sær úr Oslo, og italiumenn tykj- ast nú vera væl ávegis móti endaspælinum. Normenn hildu seg annars hava meira uppiborið, og teir høvdu eisini trýstið fyri tað mesta, men næst einum máli vóru gestirnir tó, tá Vieri lyfti upp um bæði norska mál- verjan og málið. Brotsspørk feldi Ísland Í bólki sjey er spenningurin framvegis sera stórur. Ikki minst, nú Serbia & Monte- negro á heimavølli mátti taka til takkar við málleys- um javnleiki móti Belgia. Tað gav Spaniólum møguleika at koma ájavnt oddaliðnum, og hesum tóku teir av, tá Alberto Luque var einasti mál- skjúttin í heimadystinum móti Litava. Bæði Spania og Serbia & Montenegro eru nú jøvn í stigum á fyrsta plássinum. Og so skal at enda nevn- ast, at sviar tykjast vera væl ávegis til endaspælið. Hesaferð høvdu teir vitjan av Malta, og tað høvdu teir gulu ikki stórvegis trupul- leikar av. 6-0 gjørdist úr- slitið, sum sendi Svøríki næstan ájavnt Kroatia í oddastriðnum. Kroatar vunnu truplan úti- dyst móti Bulgaria við 3-1. Og heldur ikki hesaferð eydnaðist Íslandi at vinna. Ungar vitjaði á Laugardals- vøllinum, og leingi høvdu heimaáskoðararnir nógv at fegnast um, eftir at Eidur Smári Gudjohnsen hevði lagt Ísland á odda. Beint undan steðginum setti Gera tó brotsspark í kassan, og tá hann endurtók kynstrið stutt eftir steðgin, fór at standa á hjá Íslandi. Ikki minst tí teir samstundis mistu ein mann. Tað eydnaðist tó at koma aftur í aftur dystin, tá Sig- urdsson javnaði, men gott korter fyri dystarlok av- gjørdi Huszti dystin. Louis Figo var aftur partur av portugisiska landsliðnum, og við honum á vøllinum eydnaðist at vinna 2-0 á Slovakia Mynd: Reuters Úrslit í HM- undankappingini Bólkur 1 Armenia-Makedonia 1-2 (0-1) 0-1: Pandev (br.), 29 0-2: Pandev, 46 1-2: Manucharian 54 Holland-Rumenia 2-0 (1-0) 1-0: Robben, 26 2-0: Kuijt, 46 Kekkia-Andorra 8-1 (3-1) 1-0: Lokvenc, 13 2-0: Koller, 29 2-1: Riera, 35 3-1: Smicer, 38 4-1: Galasek (br.), 52 5-1: Baros, 80 6-1: Rosicky (br.), 86 7-1: Polak, 87 8-1: Lokvenc, 90 Bólkur 2 Ukraina-Kasakhstan 2-0 (1-0) 1-0: Shevchenko, 18 2-0: sjálvmál, 83 Turkaland-Grikkaland 0-0 Albania-Georgia 3-2 (2-0) 1-0: Tare, 6 2-0: Skela, 33 3-0: Tare, 55 3-1: Burduli, 85 3-2: Kobiashvili, 90 Bólkur 3 Russland-Letland 2-0 (0-0) 1-0: Arshavin, 56 2-0: Loskov (br.), 77 Estland-Liktenstein 2-0 (1-0) 1-0: Stepanov, 27 2-0: Oper, 57 Portugal-Slovakia 2-0 (2-0) 1-0: Meira, 21 2-0: Ronaldo, 42 Bólkur 4 Føroyar-Sveis 1-3 (0-1) 0-1: Wicky, 25 1-1: R. Jacobsen, 70 1-2: Frei, 73 1-3: Frei, 86 Írland-Ísrael 2-2 (2-2) 1-0: Harte, 6 2-0: Robbie Keane, 11 2-1: Yehiel, 39 2-2: Nimni (br.), 45 Bólkur 5 Skotland-Moldova 2-0 (0-0) 1-0: Dailly, 53 2-0: McFadden, 89 Hvítarussland-Slovenia 1-1 (1-1) 0-1: Ceh, 16 1-1: Belkevich, 19 Noreg-Italia 0-0 Bólkur 6 Aserbadjan-Póland 0-3 (0-1) 0-1: Frankowski, 28 0-2: Klos, 57 0-3: Zurawski, 79 Bólkur 7 Serbia & Montenegro-Belgia 0-0 Spania-Litava 1-0 (0-0) 1-0: Luque, 68 San Marino-Bosnia-Hersegovina 1-3 (1-2) 0-1: Salihamidzic, 17 0-2: Salihamidzic, 39 1-2: Selva, 40 1-3: Barbarez, 75 Bólkur 8 Bulgaria-Kroatia 1-3 (0-1) 0-1: Babic 18 0-2: Tudor, 58 1-2: Petrov, 72 1-3: Kranjcar, 80 Svøríki-Malta 6-0 (4-0) 1-0: Jonsson, 6 2-0: Svensson, 18 3-0: Wilhelmson, 30 4-0: Ibrahimovic, 40 5-0: Ljungbjerg, 57 6-0: Elmander, 81 Ísland-Ungarn 2-3 (1-1) 1-0: Gudjohnson, 18 1-1: Gera (br), 45 1-2: Gera (br.), 56 2-2: Sigurdsson, 69 2-3: Huszti, 73