týsdagur 7. juni 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 105 - 7. juni 2005
27
Um 1000 írar vitja
Eyðun og Andreas altjóða dómarar
Longu sunnudagin
byrjaði innrásin av
írsku áskoðarunum,
sum koma til Føroya
at hyggja at dystinum
millum Føroyar og
Írland mikudagin
LANDSDYSTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Írsku áskoðararnir fara iva-
leyst at seta sín dám á
Tórsvølli mikukvøldið. Tá
ið vit mánamorgunin fingu
orðið á Ísak Mikladal,
aðalskrivara í Fótbólts-
sambandi Føroya, segði
hann okkum, at okkurt um
1.000 írar vóru væntandi til
dystin.
Ikki allir hava
atgongumerki
Allir hesir mongu írarnir
hava tó ikki atgongumerki
til dystin, og spurningurin
er so, um tað eydnast teim-
um at ogna sær nøkur av
teimum atgongumerkjum,
ið FSF fór undir at selja
mánamorgunin. Tá vóru
sløk 1.000 atgongumerkir
eftir, men áhugin fyri teim-
um var stórur, og lítið man
verða at ivast í, at Tórsvøll-
ur verður so at siga fulls-
ettur mikukvøldið, tá ið
dysturin verður bríkslaður í
gongd.
Írska landsliðið skuldi
eftir ætlan koma til Føroyar
mánadagin seinnapartin um
klokkan fimm við flogfari
hjá Atlantsflog beinleiðis úr
Dublin, men teir venja ikki
fyrr enn týsdagin.
Fyrsta venjingin hjá írska
landsliðnum í Føroyum
verður týsdagin klokkan
tólv á ovara vølli í Gunda-
dali, og mikumorgunin,
sjálvan dystardagin, verður
vant á Tórsvølli klokkan
tíggju. Hesar tíðir skulu tó
takast við fyrivarni, tí
broytingar kunnu verða
gjørdar.
Fríggjadagin fingu
teir báðir hondbólts-
dómararnir, Eyðun
Samuelsen og Andre-
as F. Hansen, at vita,
at teir eru blivnir
altjóða dómarar
HONDBÓLTS-
DÓMARAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var í sambandi við
venjingardystirnar hjá bæði
kvinnu- og manslands-
liðnum móti Íslandi herfyri,
at teir báðir dómararnir
vóru til eitt slag av upp-
tøkuroynd hjá EHF, sum er
europeiska hondbóltssam-
bandið. Brøðurnir Hannis
og Uni Wardum vóru eisini
og royndu seg, men teir
hava tó ikki frætt nakað frá
EHF enn.
Sleppa at royna seg í
ár
Annar av dómarunum báð-
um, Eyðun Samuelsen,
sigur, at enn vita teir báðir
ikki, hvør fyrsta altjóða
uppgávan
hjá
teimum
báðum verður.
- Enn hava vit ikki fingið
at vita, hvør ið fyrsta
altjóða uppgávan verður,
men vit vita fyri vist, at vit
sleppa at royna okkum í ár,
sigur Eyðun Samuelsen.
Mest upplagt er, at teir
báðir sleppa at døma ein
undandyst í Europa Cup-
kappingini, og um so er,
verður tað helst einaferð í
heyst.
Eitt hugskot var kanska,
at føroyska dómaraparið
slapp at royna seg í Chal-
lenge Trophy Cup kapping-
ini, sum føroyska mans-
landsliðið skal taka lut í í
Írlandi í heyst. Eyðun
heldur, at tað hevði verið
ógvuliga stuttligt at roynt
seg í eini slíkari altjóða
kapping. Hann heldur tí, at
tað hevði verið eitt gott
hugskot, um HSF vendi sær
til EHF og bjóðaði teir
báðar fram til at døma í
kappingini.
Fer óivað at merkjast
Spurdur um teir báðir nú
fara at venja meiri og
øðrvísi, enn teir hava gjørt
áður, sigur Eyðun Samuel-
sen:
- Eg vænti ikki, at vit fara
at gera meiri við venjing,
meðan heimliga kappingin
er í gongd, men eg vænti tó,
at vit fara at leggja størri
dent á fysiska venjing und-
an kappingarbyrjan, so-
leiðis at vit eru so væl fyri
sum gjørligt, tá ið lagt
verður til brots, sigur
Eyðun Samuelsen.
At teir báðir nú eru al-
tjóða dómarar, fer uttan iva
eisini at merkjast, tá ið teir
døma í heimligu kappin-
ingini.
- Fólk fara ivaleyst at
hava eitt eyka vakið eyga
við okkara avrik, og eg
vænti, at fólk fara skjótari
at finnast okkum, sigur
Eyðun.
Málkunnleikin eisini
umráðandi
Teir
báðir,
Eyðun
og
Andreas, hava fingið at
vita, at tað gekk sera væl
hjá teimum í teoretisku
royndini í sambandi við at
gerast altjóða dómarar.
Men tað eru eisini aðrir
faktorar, ið spæla inn.
Millum
annað
heldur
Eyðun, at tað hevur stóran
týdning, at man málsliga er
væl fyri. Her er serliga
Andreas væl fyri, tí hann
tosar flótandi enskt, týskt
og franskt. Harumframt
klára teir báðir seg eisini
væl á teimum skandinav-
isku málunum.
Teir báðir hava eisini
nógv ár fyri sær sum al-
tjóða dómarar, tí aldurs-
markið innan hondbólts-
døming er 50 ár, og Andre-
as, ið er tann eldri av
teimum báðum, er einans
38 ár.
Annað
pláss í
kúlu-
varpi
Ingibjørg Poulsen luttók
í kúluvarpskapping í
Tróndheimi sunnudagin
5. juni, og gjørdist úr-
slitið eitt 2. pláss vid
9,20 m.
Sjálv sigur Ingibjørt, at
hon er væl nøgd um
avrikið. Ikki minst, nú
hon at kalla als ikki
hevur
vant
seinasta
hálva annað árið.
Ingibjørg er í Noreg í
útbúgvingarørindum, og
hetta hevur tikið so-
mikið nógv av tíð, at
venjingarnar hava verið
sera fáar. Tað hevur so
eisini við sær, at hon
ikki verður partur av
føroyska Oyl-liðnum,
sum í ár fer til Hetlands.
Annars luttók Ingibjørg
fyri gamla felag sítt í
Danmark, Aalborg Atle-
tik og Motion, í liðkapp-
ingini í elitudeildini í
Odense. Hetta var í mai-
mánaði. Har bleiv úr-
slitið tvey 4. pláss, í
kúlu við 9,37 m og ham-
ar við 32,85 m. Tad gav
8 stig til felagið, sum
gjørdist nr. 2 í fyrsta
innleiðandi umfarinum
av DT-kappingini (Dan-
marks turneringen).
-jm
Andreas F. Hansen og Eyðun
Samuelsen fingu fríggjadagin
at vita, at teir eru blivnir
altjóða dómarar í hondbólti.
Væntandi fáa teir sín altjóða
"elddóp" einaferð í heyst.
Mynd: Bárður
Fjeppararnir hjá Sveis vóru
nokk so nógvir í tali til dystin
leygardagin, men
mikukvøldið, tá ið Írland
vitjar, verður útlendski
parturin av áskoðarafjøldin
enn manssterkari, tí ikki
færri enn 1.000 írar eru
væntandi.
Mynd: Álvur Haraldsen