týsdagur 7. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 105 - 7. juni 2005
Ósemja í OPEC
Á fundi í næstu viku
skulu londini í OPEC-
felagskapinum
taka
støðu til, hvussu nógva
olju tey skulu framleiða.
ES-nevndin
hevur
mælt OPEC-londunum
til at økja framleiðsluna
eina millión tunnur um
dagin fyri at tryggja, at
nóg mikið av olju er á
marknaðinum, men Iran
hevur longu boðað frá,
at hesum er landið ímóti.
Iranska stjórnin hevur
tvørturímóti sagt, at hon
fer at mæla londunum til
at skerja framleiðsluna,
so londini halda seg til
tær framleiðslukvotur-
nar, sum tey upprunaliga
høvdu.
Í
mai
framleiddu
OPEC-londini næstan
30 milliónir tunnur um
dagin, meðan tann al-
menna kvotan var 27,5
milliónir tunnur. Skal
framleiðslan økjast, er
tað næstan bara Saudi-
arabia, sum er ført fyri
at økja sína framleiðslu,
skrivar Reuters.
Kuwait og Indonesia
hava sagt seg vera til
reiðar at varðveita ver-
andi framleiðslu, og
Venesuela sigur, at ann-
aðhvørt skal verandi
framleiðsla standa við,
ella skal hon skerjast.
Danir rýma
suðureftir
Donsku ferðaskrivstov-
urnar hava havt úr at
gera í seinastuni, tí nógv
fólk vilja sleppa suður í
heitari lond at halda
summarfrí.
Veðrið í Danmark hev-
ur verið rættiliga óstøð-
ugt í seinastuni, og tað
hevur fingið uppaftur
fleiri at keypa ferðaseðl-
ar suðureftir, soleiðis at
nú eru umleið 80 prosent
av øllum ferðaseðlunum
í summar seldir. Herfyri
gjørdu ferðaskrivstovur-
nar av at bjóða fólki
18.000 ferðaseðlar aftur-
at, og teir hava gingið
sum heitt breyð, skrivar
Politiken.
Sambært ferðaskriv-
stovunum fara 768.000
danir suður í heitari lond
at halda summarfrí í ár,
og tað eru 45.000 fleiri
enn í fjør. Tær griksku
oyggjarnar tykjast vera
sera væl umtóktar í ár,
men Turkaland og Bul-
garia eru eisini sera væl
umtókt frítíðarmál hjá
dønum.
Lula missir
undirtøku
Tann eina ferð so væl
umtókti brasilski forset-
in, Luis Inacio Lula da
Silva, er ikki so væl um-
tóktur longur.
Tað er kortini ikki
bara forsetin, men øll
stjórnin, sum hevur mist
undirtøku ímillum bra-
silska fólkið. Ein nýggj
kanning vísir, at bara 35
prosent
av
teimum
spurdu styðja stjórnina
og tað arbeiðið, sum hon
ger, og so lítla undirtøku
hevur stjórnin ikki havt,
síðani Lula varð valdur
til forseta í 2003, skrivar
AP.
Trupulleikin er, at
framgongdin í brasilska
búskapinum hevur ikki
verið so stór, sum fólk
høvdu roknað við, og
harafturat hava fjølmiðl-
ar og onnur lagt summar
stjórnarlimir undir kor-
rupsjón. Sambært teirri
nýggju kanningini halda
heili 65 prosent, at
stjórnin ella einstakir
ráðharrar eru sekir í
korrupsjón. Fyri einum
ári síðani vóru tað bara
32 prosent, sum høvdu
ta áskoðanina, skrivar
AP.
Oljuleiðing
hóttir djór
Russisku myndugleikar-
nir ætla at leggja eina
oljuleiðing úr Irkutsk til
kyrrahavsstrondina og at
byggja eina stóra av-
skipingarhavn har. Men
djóraverndarfelagsskapi
r eru ímóti, tí teir vænta,
at leiðingin og havnin
fara at forkoma tí sjáld-
sama amurleopardinum.
Vanliga rokna vit leo-
pardin sum eitt djór,
sum heldur til í teimum
heitu økjunum í Afrika,
men hóast tað mangan
er sera kalt har eysturi í
Russlandi við markið
ímóti Kina og Norður-
korea, heldur amurleo-
pardurin til har. Russ-
iskir djórafrøðingar siga
við
Aftenposten,
at
stovnurin er minkaður
nógv tey seinnu árini, tí
menn veiða amurleo-
pard, sjálvt um tað er
ólógligt. Teir stúra tí
fyri, at ein oljuleiðing og
ein stór avskipingarhavn
fara at gera enda á
stovninum.
Økið, har oljuhavnin
skal byggjast, er friðað
náttúruøki, og russiskir
djórafrøðingar siga, at
har eru umleið 30 pro-
sent av teimum russisku
djórasløgunum, sum eru
skrásett sum hótt. Teirra
millum eru teir seinastu
amurleopardarnir, sum
neyvan eru meiri enn
umleið 30 í tali í dag,
siga teir.
Oljuleiðingin,
sum
russar ætla at leggja,
verður 4.200 kilometrar
long og fer at kosta
umleið 90 milliardir
krónur.
Sum er er tað einki,
sum kann forða
Angelu Mærkel at
gerast fyrsta kvinnan
í týska kanslaraem-
bætinum. Men enn er
valið ikki útskrivað
TÝSKLAND
Árni Joensen
fartekstmail.dk
Hon skal gera okkurt
álvarssamt mistak, ella skal
hann finna upp á eitt ella
annað heilt framúrskarandi.
Fyri einari viku síðani
gjørdist greitt, at Angela
Mærkel er kanslaraevni hjá
teimum borgarligu í Týsk-
landi til valið í heyst, og alt
bendir á, at tað var eitt gott
val. Sunnudagin søgdu 46
prosent av teimum spurdu
týskarunum, at kundu tey
valt kanslaran beinleiðis,
høvdu tey valt Angelu
Mærkel. 38 prosent svar-
aðu, at tey høvdu valt Ger-
hard Schrøder aftur.
Úrslitið vísir, at undir-
tøkan hjá Angelu Mærkel
er vaksin tíggju prosentstig
tann seinasta mánaðin,
samstundis sum Schrøder
hevur mist fimm prosent-
stig av sínari undirtøku.
Teir
báðir
kristiligu
flokkarnir, CDU og CSU,
høvdu fingið so stóra und-
irtøku, var val til samveld-
istingið nú, at teir høvdu
kunnað skipa stjóran uttan
hjálp frá teimum fríu
demokratunum. Teir báðir
flokkarnir høvdu fingið 48
prosent,
meðan
sosial-
demokratarnir hjá kanslar-
anum høvdu fingið 28
prosent. Hin stjórnarflokk-
urin, Tey Grønu, hevði
fingið níggju prosent.
Grundlógin forðar
vali
Tað er kortini ikki óhugs-
andi, at Angela Mærkel og
stuðlar hennara noyðast at
bíða longri eftir sigrinum
enn ætlað, tí enn er ikki
vist, at val verður í Týsk-
landi í heyst, sjálvt um
Schrøder hevur boðað frá
tí.
Trupulleikin
er,
at
Schrøder kann ikki koyra
samveldistingið til hús, og
tað kann samveldistingið
heldur ikki gera Skuldi tað
hent, at samveldistingið
samtykkir at upploysa seg
sjálvt, er tað upp til foretan
at taka avgerð um nýval, og
formliga eigur hann ikki at
skriva út nýval uttan so, at
stjórnin fellur við einum
misálitisuppskoti. Og tað
ger hon ikki.
Hin møguleikin er, at
grundlógin verður toygd og
tambað fyri at fáa nýval,
men grundlógardómstól-
urin í Karlsruhe, sum hevur
ta endaligu avgerðina í slík-
um málum, hevur sagt, at tí
er hann ikki hugaður fyri.
Fleiri leiðandi svensk-
ir politikarar halda, at
svenska kongsveldið
eigur at verða avtikið,
tá Carl Gustav kongur
doyr
SVØRÍKI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Rætturin at arva starvið
sum ríkisleiðari er ikki
sambæriligt við demokrati-
ið. Tíðin er komin til at taka
kongsveldið av, takka fyri
tess tíð og at taka stigið
ímóti einum nútímans lýð-
veldi.
Soleiðis stóð at lesa í ein-
ari
grein,
sum
nakrir
svenskir tinglimir kunn-
gjørdu beint undan svenska
tjóðardegnum, sum var í
gjár. Tinglimirnir eru úr
sosialdemokratiska flokk-
inum, Vinstraflokkinum og
Umhvørvisflokkinum, men
umframt teir høvdu nøkur
týðandi
vísindafólk
og
mentafólk skrivað undir.
Tað er einki nýtt, at
politikarar
á
svenska
vinstravonginum vilja hava
landið skipað sum lýðveldi,
men sambært Dagens Ny-
heter hevur kravið sjáldan
verið so greitt sum hesa-
ferð.
Kanningar í svenskum
bløðum í gjár vístu kortini,
at nógv tey flestu vilja
varðveita kongshúsið, og at
tey vilja hava Victoriu
krúnprinsessu at taka við
eftir faðirin.
Fáa politikararnir á svenska
vinstravonginum sín vilja,
verður Victoria ikki svensk
drotning
UTTAN ÚR HEIMI
Victoria eigur ikki at blíva drotning
Longu betur umtókt
enn Schrøder
Kundu týskarar valt kanslaran beinleiðis, høvdu teir valt Angelu Mærkel
Mynd: Reuters