týsdagur 7. juni 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 105 - 7. juni 2005
Arbeiðsuppgávurnar.
•
At menna arbeiðsmøguleikarnar hjá arbeiðstarnaðum fólkum.
Hetta við at skapa samskifti við arbeiðsgevarar kring landið við
atliti til, at fáa teir at lata hurðar upp fyri fólki við skerdum
arbeiðsførleika, soleiðis at arbeiðsmarknaðurin verður
rúmligari.
•
At greiða hvønn áhuga og førleika tann arbeiðstarnaði hevur
og at útføra ráðlegging fyri viðkomandi. At hava um hendi
samskifti við tann arbeiðstarnaða.
•
At skipa fyri arbeiðsvenjingum og útvega størv til
arbeiðstarnaði fólk.
Førleikakrøv.
•
Hevur hóskandi útbúgving, so sum sosialráðgevi, lærari,
pedagogur, sjúkrarøktarfrøðingur, ergoterapeutur ella drúgvar
royndir á arbeiðsmarknaðinum.
•
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
•
Hevur góð samstarvsevnir.
•
Hevur koyrikort.
Vit bjóða.
•
Nýggjar og spennandi avbjóðingar.
•
Fjøltáttað og sjálvstøðugt arbeiði.
•
Tætt samstarv við fyristøðufólkið.
•
Møguleika fyri skiftandi arbeiðstíðum.
•
Skeiðsmøguleikar.
Lønar- og setanartreytir.
•
Sosialráðgevi, pedagogur ella ergoterapeutur verður løntur
sambært avvarðandi sáttmála. Fólk við øðrum sosialfakligum
førleika, verða lønt sambært starvsmannafelagssáttmálanum.
•
Starvið verður sett við beinleiðis tilvísing til fyristøðufólkið.
•
Starvið verður at seta 1. august 2005 ella skjótast tilber.
•
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristinu
Larsen, fyristøðufólk á tlf. 211135.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2005.
Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m skal sendast til:
Sjálvsognarstovnin ALV
Smiðjugerð 6, kj.
Postboks 301
110 Tórshavn
viðmerk á brævbjálvan: "umsókn vinnuvegleiðari".
Vinnuvegleiðari
Niðanfyri sæst at lesa viðkomandi brot úr endamálsorðingini hjá ALV.
Endamál stovnsins er at vera arbeiðstarnaðum til hjálpar við framleiðslu og annars at hjálpa
avlamnum til arbeiðis soleiðis:
a) at royna arbeiðsevnini hjá arbeiðstarnaðum við atliti til meting um møguleikar
(arbeiðs/vinnuroyndir) hjá tí einstaka at arbeiða,
b) at menna arbeiðsmøguleikarnar hjá arbeiðstarnaðum sum heild,
c) at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling, so vinnutarnað aftur kunna
fara til arbeiðis,
d) at skipa fyri fakligari útbúgving handaliga ella bókliga av arbeiðstarnaðum,
e) at skipa fyri vinnuligum vardum arbeiði fyri avlamnum, sum ikki hava førleikan at
arbeiða í vanligari vinnu,
f) at stuðla arbeiðstarnaðum at fáa til vega tilfar til at virka og til at avhenda (selja) vørur,
tey virka.
Sosialurin 341800
Stjóri fyri samanlagda stovnin
Jarðfrøðisavnið/Oljufyrisitingina
Jarðfrøðisavnið og Oljufyrisitingin skulu leggjast saman í ein stovn og í hesum
sambandi verður søkt eftir stjóra til samanlagda stovnin.
Arbeiðsøki
Høvuðsuppgávurnar hjá stovninum verða at:
• Fyrisita kolvetnisleiting á føroyskum øki
• Kortleggja,savna og varðveita jarðfrøðiligt tilfar umframt at granska,ráðgeva og
kunna um jarðfrøðilig evni og viðurskifti
• Standa fyri og luttaka í vísindaligum kanningarbeiði av týðningi fyri markseting
og fyri gagnnýtslu av ráevnum
• Leggja til rættis umsiting av orkumálum,herundir at tilevna uppskot til komandi
orkupolitikk og el-veitingarlóg
Stovnurin verður skipaður sambært reglugerð.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum av umsøkjarunum, at teir m.a. hava:
• Hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni
• Leiðsluroyndir innan almenna ella privata umsiting
• Royndir innan arbeiðsøkini hjá stovninum
• Góðar samstarvseginleikar umframt mennandi leiðslustíl
Vit kunnu bjóða
Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einum umhvørvi á høgum
fakligum stigi. Ein av fyrstu uppgávunum verður, saman við starvsfólkunum, at
skipa samanlagda stovnin og fáa hann at virka sum eina vælvirkandi eind.
Løn og setanartreytir
Setanarøkið er Vinnumálaráðið og stovnar undir ráðnum.
Starvið verður lønt ájavnt við 38. lønarflokk hjá Tænastumannafelag Landsins,
men uttan at talan er um tænastumannastarv.Viðvíkjandi setanartreytum annars
verður víst til avvarðandi sáttmála.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV o.o skulu sendast til: Vinnumálaráðið, Tinganes,
Postbox 377, 110 Tórshavn. Umsóknir skulu verða Vinnumálaráðnum í hendi í
seinasta lagi 23. juni 2005.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Arna Poulsen, Vinnumálaráðið,
tlf. 356060.
Oljufyrisitingin er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur kolvetnisvirksemi og orkumál.
Uppgávurnar hjá fyrisitingini fevna m.a. um: eftirlit við leitivirkseminum eftir kolvetni, fyrireiking av
útbjóðingarumførum og uppskot um dagføring av lógarverki. Harumframt verður arbeitt við at orða ein
yviskipaðan orkupolitik fyri Føroyar.
Jarðfrøðisavnið er vísindaligur kanningarstovnur undir Vinnumálaráðnum. Ein av høvuðsuppgávunum
hjá stovninum er,sambært galdandi reglugerð,at savna og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi
fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu náttúruvirðum.
Stovnarnir, sum hava arbeitt tætt saman í fleiri ár, halda til í felags hølum í Hoyvík. Tilsamans 24 fólk
arbeiða á stovnunum.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo