Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 7. juni 2005 33 Starvið Í Landsmiðstøðini eru nakrir ráðgeva- tímar leysir at søkja til setanar frá 1. august 2005. Ráðgevingin fevnir í fyrsta lagi um skúlabyrjan, serundirvísing, stødd- frøði, alis- og evnafrøði og náttúra/- tøkni. Samanlagt eru 18 lønartímar um vik- una at søkja.Ein lønartími er umleið 1,6 fyrisitingartímar. Vanliga hevur læru- greinaráðgevi 6-12 lønartímar um vik- una. Førleikakrøv Umsøkjarar eiga at hava hollan ástøði- igan kunnleika og starvsligar royndir í viðkomandi lærugrein og starvsøki, starvið fatar um. Væntað verður, at lærugreinaráðgevin hevur førleika í og er hugaður at nýta kt í ráðgevastarvin- um. Setanar- og lønartreytir Lærugreinaráðgevar verða settir eftir avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og løntir í lønar- flokki 30.3. Tann, ið settur verður, skal undirvísa írestandi tímarnar í skúlan- um, har viðkomandi starvast dagliga. Starvslýsing Ein starvslýsing er galdandi fyri ráðgevastarvið. Eitt nú verður sagt: • Ráðgevin skal í øllum lutum virka fyri einari námsligari menning í skúl- anum • Ráðgevin skal støðugt halda seg kunnugan við ta menning, sum er á námsliga, fakliga og tøkniliga økinum • Ráðgeva viðvíkjandi undirvísingar- miðlum og arbeiðshættum í ein- støku lærugreinunum Lagt verður upp til eitt skipað samstarv millum ráðgevarnar, møguliga í tvør- greinaligum bólkum og í toymum. Umsókn Umsóknir við prógvum o.ø.skulu verða Landsmiðstøðini, Hoyvíksvegi 72, Post- rúm 3084, 110 Tórshavn í hendi í sein- asta lagi mikudagin 15. juni. Gjøllari upplýsingar fáast frá Petur Sim- onsen, stjóra á Landsmiðstøðini, tlf. 318825. Landsmiðstøðin Lærugreinaráðgevi (endurlýsing) Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum. Landsmiðstøðin sýnir fram og lænir út undirvísingar- miðlar,hevur verkstaðarmøguleikar,hevur saman við Mentamálaráðnum eina lærugreinaráðgevaskipan og skipar fyri skeiðum við fakligum og námsligum innihaldi Starvið Av tí at eitt av starvsfólkum okkara fer í farloyvið, er eitt áhugavert starv sum skrivstovufólk/-málsviðgeri leyst at søkja á Stuðulsstovninum frá 1.august 2005 til 30. juni 2006. Høvuðsuppgávurnar verða m.a.: • Málsviðgerð í ÚSUN-skipanini* • Umsiting av lestarlánum • Vanligar skrivstovuuppgávur Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjarar hava • Skrivstovuútbúgving, HH/student ella líknandi • Góðan kunnleika til enskt í skrift og talu* • Góðan kunnleika í nýtslu av edv. • Góðan kunnleika til føroyskt • Fyrikomandi og góð samstarvsevni • Førleika til at arbeiða sjálvstøðugt Vit bjóða • Eitt ábyrgdarfult, áhugavert og fjøl- broytt starv í einum stovni í menning • Sjálvstøðugt starv við møguleikum fyri bæði persónligari og fakligari menning Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvs- mannafelagið. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um alt aðalráðið og deildir/stovnar tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø skulu sendast til: Stílað:Terja á Lakjuni Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 FO - 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi seinasta lagi 20. juni 2005. Um tú ynskir fleiri upplýsingar,kanst tú ringja til Terja á Lakjuni, leiðara á Stuðulstovninum, á telefon 35 68 00 ella 44 47 39. * Í ÚSUN-skipanini verður útbúgvingarstuðul veittur til tey, ið lesa uttanfyri Norðurlond.Tað er í hesum sambandi at kunnleiki til enskt er ein fyrimunur. Skrivstovufólk/málsviðgeri (fyri skrivstovufólk í farloyvi) Stuðulsstovnurin er ein stovnur undir Mentamálaráðnum, ið hevur til uppgávu at veita fíggjarligan stuðul til lesandi føroyingar. Á Stuðulsstovninum starvast 5 fólk. Stovnurin rindar mánaðarligan lestrarstuðul til umleið 2.000 lesandi í Føroyum og árligan ferðastuðul til umleið 1.100 lesandi uttanlands, umframt at veita lestrarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond (ÚSUN). Harumframt krevur stovnurin inn lestrarlán frá umleið 2.700 persónum. Stuðulsstovurin hevði í 2004 eina útreiðslujáttan uppá 2,4 mió.kr.,og veitt uml.76 mió.kr.í lestrarstuðli. Lærari til Skálavíkar skúla Søkt verður eftir lærara til tíðaravmarkað starv skúlaárið 2005/2006. 1 starv uml 9 tímar vegna avlopstímar. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi 22. juni 2005. Skálavíkar Skúlastýri v/ Elsa Mariu Hentze FO-220 Skálavík www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo