Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 106 - 8. juni 2005 Summar Festivalurin í Klaksvík hevur longu selt yvir 3.000 viku- skiftispass í forsølu, og sølan hevur gingið so væl seinastu vik- urnar, at fyrireikarar- nir nú kenna seg noyddar at seta eitt mark fyri søluna. Bara 1.800 atgongumerki verða seld afturat FESTIVALUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Áhugin fyri Summar Festi- valinum í Klaksvík er øgi- ligur, og longu nú stendur rimmar fast, at tað verða nógv fólk á festivalinum, sum verður hildin í Klaks- vík í døgunum 5. og 6. aug- ust. Seinastu mánaðirnar hev- ur Summar Festivalurin selt vikuskiftispass í forsølu, og hendan forsølu hevur ging- ið so væl, at fyrireikararnar eru tiknir á bóli. Heili 3.200 vikuskiftis- pass eru longu seld, og sølan gongur framvegis væl. – Tað er komið óvart á okkum, at forsølan skuldi gerast so stór. Hetta er iva- leyst tann størsta forsølan til eitt tónleikatiltak í Føroyum nakrantíð, og nú mugu vit boða fólki frá, at tað verður avmarkað atgongd til festi- valin, sigur Steintór Ras- mussen, ein av fyriskiparun- um, sum í hesum sambandi vísir á, at Summarfestival- urin eisini má taka fyrilit til trygdina á økinum, ferða- møguleikar og ikki minst at pláss skal verða fyri øllum festivalgestum, børnum og vaksnum. Helst útselt – Tað er umráðandi fyri okkum, at vit tryggja øllum gestunum eitt gott upp- livilsi, og tí mugu vit útfrá verandi karmum seta eitt mark fyri, hvussu nógv fólk sleppa á festivalin, sigur hann. Summar Festivalurin hevur gjørt av, at tað verða bara seld 1.800 atgongu- merki afturat til hvønn dag- in á festivalinum í forsølu. – Tað er gleðiligt, at so stórur áhugi hevur verið fyri festivalinum í ár, og sum ferðin á atgongu- merkjasøluni hevur verið seinastu vikurnar, er stórur møguleiki fyri, at útselt verður til festivalin longu í hesum mánaðinum, sigur Steintór Rasmussen. Forsølan steðgar Summar Festivalurin varð hildin fyrstu ferð í fjør, og hann eydnaðist serstakliga væl. Festivalurin varð í fýra dagar, men leygardagurin var tann stóri dagurin, tá ið næstan 4.000 fólk vóru savnað á Vágsbøi at hoyra framførslur frá nøvnum sum Ken Hensley, Boney M, Frændum, Hanus Jo- hansen og Rag Rags. Væl eydnaða tiltakið í fjør og tey stóru nøvnini, sum Summar Festivalurin hevur fingið at spæla í ár, hava havt við sær, at áhugin fyri festivalinum hevur verið sera stórur. – Tað eru nógv viður- skifti at hugsa um í sam- bandi við ein festival, og tað er avgerandi fyri okk- um, at tiltakið eydnast væl aftur í ár. Tí mugu vit seta eitt mark fyri, hvussu nógv fólk kunnu sleppa inn til festivalin, og vit leggja nú alla orku í at fyrireika allar hugsandi tænastur til tey mongu fólkini, sum koma á festivalin, sigur Steintór Rasmussen. Fólk fáa ein møguleika Summar Festivalurin hevur gjørt av, at tað verða í mesta lagi seld 5000 atgongu- merki til hvønn festival- dagin, og nú umleið 3.200 vikuskiftispass eru seld, eru bara 1.800 atgongumerki eftir til hvønn dagin. – Vit vilja gjarna boða fólki frá í góðari tíð, at tað er eitt mark fyri, hvussu nógv atgongumerki verða seld í forsølu til festivalin, so at tey, sum veruliga ætla festivalin, men ikki hava keypt sær atgongumerki enn, hava møguleikan at ogna sær atgongumerki, sigur Steintór Rasmussen. 1. juni vóru atgongu- merki til hvønn festival- dagin sær sett til sølu, men annars ber framvegis til at keypa vikuskiftispass, sum er galdandi báðar dagarnar. Higartil hevur Summar Festivalurin avdúkað, at Brian McFadden, Anne Lin- net, Shakin' Stevens, Stra- ight Ahead, Lawetz, Týr og I AM fara at spæla á festival- inum í ár. Fleiri nøvn verða avdúkað í næstum. FRIMÆRKER OG MØNTER SØGES! Gratis vurdering i Tórshavn på Hotel Föroyar Fredag den 10. juni kl. 15-19 samt søndag 12. juni kl. 10-12 Til vore kommende auktioner søges frimærker og gamle breve samt gamle postkort, fragtbreve og andet frimærkemateriale samt mønter, medaljer, pengesedler og øvrige gamle betalingsmidler. Medbring Deres samlinger til en gratis og uforpligtende vurdering. Der vil ligeledes være mulighed for vurdering i Deres hjem efter forudgående aftale. Kontakt evt. vor lokale repræsentant Thorolf Björklund på tlf. 313631 (træffes fra 4/6) for yderligere information eller vort kontor i Danmark. THOMAS HØILAND AUKTIONER A/S Nordre Ringgade 115 • DK-8200 Aarhus N Tlf. +45 8612 9350 / +45 4032 4711 / +45 2127 2198 www.thauctions.com • e-mail: tr@thauctions.com Summar Festivalurin hevur metstóra forsølu Eftir øllum at døma verður útselt til Summarfestivalin í Klaksvík. Forsølan av vikuskiftispassum hevur longu rundað tey 3.000