Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 8. juni 2005 5 Leiðslan á skipa- smiðjuni í Spania, sum byggir nýggja Smyril, hevur verið í Føroyum og samráðst um, hvussu nýggi Smyril skal gerast liðugur NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú hava føroyskir myndug- leikar og skipasmiðjan, sum byggir nýggja Smyril, gjørt eina endaliga avtalu um, hvussu nýggi Smyril skal byggjast liðugur. Nýggi Smyril er seink- aður so nógv, at sáttmálin um byggingina gongur út á Ólavsøku í ár og tá høvdu føroyingar rætt til at siga sáttmálan upp. Men føroyingar vilja fegnir hava skipið og spani- ólar vilja fegnir byggja hann lidnan. Tí er neyðugt at gera ískoytissáttmála um restina av byggitíðini, tí skipið verður ikki liðugt fyrrenn í oktober. – Av tí, at skipið er so nógv seinkað, hava vit havt stórar eykaútreiðslur abv byggieftirlitið og av at hava gamla Smyril siglandi og tað fáa vit endurgjald fyri, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni. Hann vil ikki í smálutir við avtaluni við sponsku skipasmiðjuna, men hann sigur, at endaligi kostnað- urin verður innanfyri teir karmar, sum løgtingið setti við einum byggikostnaði upp á beint omanfyri 300 milliónir krónur. – Alt í alt hava vit gjørt eina avtalu, sum báðir partar eru nøgdir við og tá ið skipið so er liðugt, verður endaliga fíggjarliga roknistykkið gjørt upp. Ætla at levera Smyril fyrr Stjórin á Strandferðsluni sigur, at 15. oktober er framvegis ásettur sum dagurin, har nýggi Smyril skal handast føroyingum. – Men leiðslan á sponsku skipasmiðjuni sigur, at teir miðja eftir at kunna handa hann fyri 15. oktober og fyribils eru teir 14 dagar frammanfyri tíðarætlanina, sigur Kristian Davidsen. Í øllum førum heldur hann, at tíðarætlanin, sum sigur, at hann skal handast 15. oktober, er ein rættiliga væl undirbygt tíðarætlan. Annars sigur hann, at byggingin gongur væl og allir høvuðsmotorarnir eru royndir, eins og skrúvu- aksilin og tað gekk alt væl. Fyrst í Juli skal nýggi Smyril flytast yvir á Porto Real, har hann skal í turr- dokk og har verður hann so málaður. Síðst í august skal hann royndartúr. Sær bjart út Eisini Jógvan við Keldu er sera vælnøgdur við nýggju avtalu. Sjálvur hevur lands- stýrismaðurin gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa gongd aftur á byggingina, eftir at ruðuleiki og óvissa hevði valdað um nýggja Smyril í fleiri mánaðir, tá ið arbeiðsfólkið fór í verkfall og vandi var fyri, at skipasmiðjan læt aftur. – Tá fingu vit fatur á ov- asta stjóranum fyri alt skipasmiðjusamtakið, sum eigur skipasmiðjuna, har Smyril verður bygdur og vit fingu eisini fatur á stjóran- um fyri tann grunnin í Spania ið svarar til okkara Framtaksgrunn og sum eigur Skipasmiðjusamtakið. – Síðani er heilt annað lag komið á alt projektið og nú sær bjart út av álvara, sigur Jògvan við Keldu. Hann sigur, at hendir onki óvæntað, hevur hann góðar vónir um at fáa nýggja Smyril til landið fyri tíðarætlanina, sum er 15. oktober, sum spanska skipasmiðjan sigur er tað allarseinasta, at hann verður liðugur. Smyril fingið hol á botnin Smyril mátti aftur takast úr sigling í gjár. Hesuferð var tað tí at eitt hol var komið í botnin SUÐUROYAR- SIGLING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Smyril gevur okkum javnan áminningar um, at hann er bæði gamal og troyttur. Tað kemur nevniliga meiri enn so fyri, at hann má takast úr sigling vegna tekniskt brek og slitskaðar. Sein- ast var fyri nøkrum vikum síðani , tá ið hann mátti takast úr sigling tí at hann misti róðrið. Og í gjár mátti hann aftur takast úr sigling, hesuferð tí at eitt hol var komið í botnin. Talan var um eitt hol í einum vatntanga og hetta óvan- ligt á gomlum skipum. Talan er um lokalan tering, sum ikki setir trygdina á skipinum í vanda, men kortini er talan um brek, sum skal umvælast beinanvegin tað er staðfest. Tí fór Smyril í dokk á Skála í gjár, har eitt petti av eini plátu skuldi sker- ast úr og nýtt sveisast í aftur fyri at lappa holið. Eftir ætlan skuldi hann sigla aftur eftir ferða- ætlanini klokkan 19 í gjárkvøldið, men dag- túrurin ímillum Havnina og Suðuroy og norður aftur, mátti avlýsast. Hava gjørt nøktandi avtalu um at byggja nýggja Smyril lidnan Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, hm og José Luis Álvarez, stjóri á skipasmiðjusamtakinum, IZAR, skriva undir endaliga sáttmálan um nýggja Smyril í Tinganesi mánadagin. Landsstýrismaðurin er sera væl nøgdur við gongdina í málinum seinastu tíðina