mikudagur 8. juni 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 106 - 8. juni 2005
- Í somu stund, sum
Hans legði hondina á
bringuna á mær, føldi
eg, hvussu pínan fjar-
aði burtur, sigur ein
ung kvinna, sum var
ein av teimum mongu,
sum kendi seg grødda
eftir grøðingarmøtið
við Hans Berntsen
mánakvøldið
GRØÐINGARMØTI
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Søgurnar um, hvussu nógv
menniskju grøðingar- og
prædikumaðurin
Hans
Berntsen og kona hansara
Inge hava grøtt, tykjast
ongan enda at hava. Sein-
astu 20 árini hava tey bæði
ferðast kring heimin og
biðið fyri sjúkum, sum eftir
øllum at døma eru vorðin
fullkomiliga frísk aftur. Nú
hevur trúarrørslan Aqua
Vitae enn einaferð fingið
Berntsen hjúnini til Føroyar
at halda møti kring landið.
Vit vóru við á møtinum í
Getsemane
í
Klaksvík
mánakvøldið.
Lang bíðirøð
Eftir
eina
lovsangsløtu
byrjaði
Hans
Berntsen
møtið við at tosa um, hvat
fór at verða avgerðandi
fyri, hvussu kvøldið fór at
eydnast. Treytin fyri, at
Guds lekjandi hond kann
náa tann sjúka, er, at tú
letur teg upp fyri honum.
Hinvegin hevur Gud ongar
favorittar, og tí skuldu øll
kenna seg vælkomin at leita
sær frelsu og grøðing hjá
Gudi gjøgnum seg, segði
grøðingar- og prædikumað-
urin.
Síðani greiddi Hans frá
eini nærum endaleysari røð
av dømum um álvarsliga
sjúk fólk, sum vórðu grødd
á hansara møtum. Krabba-
meinsknyklar í bróstinum
og bruni í tjúkktarminum
eru horvin sum døgg fyri
sól, eftir at Hans bert eina
ferð hevur lagt sína hond á
sjúka staðið á kroppinum.
Fólk, sum nærum hava
verið kryplað av gikt, hava
fingið fullan rørsluførleika
aftur, og ikki færri enn 10
børn á intensivari deild á
einum barnasjúkrahúsið í
Ukraina vórðu útskrivað,
eftir at Hans hevði biðið
fyri teimum.
Nú var túrurin so komin
til tey, sum vóru møtt á
grøðingarmøtinum í Getse-
mane í Klaksvík. Og tey
hildu seg ikki aftur. Eftir
bert lítlari løtu rakk bíði-
røðin frammanfyri Hans og
Inge heilt út til dyrnar í
salinum. Ein tann fyrsti,
sum slapp framat var ein
ungur drongur, sum leið av
ovurviðkvæmi og finnum á
hondunum. Hans streyk
hondina eftir finnunum og
byrjaði at biðja
- Góði Gud, eg biði teg
fáa sjúkuna hjá hesum unga
drongi at hvørva, bað Hans,
og so var túrurin komin til
tann næsta. Og soleiðis
hildu fólk á at seta seg í
stólin frammanfyri grøð-
ingarmanninum í meir enn
ein tíma.
Hans og healarar
Ein av teimum, sum bað
Hans biðja fyri sær, var ein
ung kvinna, sum leingi
hevði havt eina afturvend-
andi pínu fyri bringuna.
Aftaná spurdu vit hana,
hvussu hon nú kendi seg.
- Eg føldi, at pínan byrj-
aði at fjarða burtur, beinan-
veg hann legði hondina á
bringuna á mær. Eg trúgvi
veruliga, at tað ber til at
fremja undur uppá hendan
mátan. Við hoyra um so
nógv ótrúlig dømi og fleiri,
sum sjálvi eru vorðin
grødd,
hava
persónliga
greitt mær frá tí. So jú, eg
trúgvi veruliga, at hetta ber
til, sigur kvinnan. Hon
leggur tó afturat, at fyri
hana er tað ongin ivi um, at
tað er Jesus, sum grøðir
ígjøgnum Hans, tí onki
menniskja kann taka sær
æruna av tí, tá slík undur
henda.
- Tað kann bara Jesus,
sigur kvinna avgjørd á mál-
inum.
Fyri 20 árum síðani
høvdu fólk uttan iva hildið
alt hetta við grøðing vera
nakað mystiskt nakað, sigur
Hans. Men soleiðis er ikki
longur. Í síni leitan eftir
eini andligari síðu av lívin-
um eru fólk samstundis
vorðin nógv meir opin fyri
alternativum
grøðingar-
hættum. Sambært Hans
kann hansara máti at ar-
beiða uppá als ikki saman-
berast við healarar av yms-
um slagi, sum ikki byggja
sítt virksemið á Guds orð.
Seinnu árini tykist tað tó,
sum at alsamt fleiri av
hesum healararnum venda
sær til fólk, sum Hans, í
vón um frelsu, so tey kunnu
byrja at arbeiða í tráð við
Guds orð. Serliga hevur
kona Hans í dag eitt fínt
samstarv við alternativar
healarar, sum fyrr vóru
vantrúgvandi.
Ung samkoma
Hetta er fyrstu ferð, at
trúarrørslan Getsemane í
Klaksvík hevur vitjan av
Hans og Inge Berntsen.
Samkoman er tann yngsta í
Klaksvík, og byrjaði í
smáum í 1998, har tey hildu
bønarmøti
heima
hjá
hvørjumøðrum.
Seinnu
árini er rørslan tó vaksin
nakað, so hon í dag telur
eini 50 limir, og hava tey nú
eisini fingið egin høli at
halda møti í.
André Matras er pastor í
samkomuni og tað er hann,
sum tekur avgerðir í sam-
ráð við limirnar og hevur
evstu ábyrgdina av virk-
seminum
á
møtunum.
Spurdur um, á hvønn hátt
hendan rørslan víkir frá
kristiligum samkomum í
Klaksvík
annars,
sigur
André, at hetta er einasta
rørsla í býnum, sum prakti-
serar náðigávur, millum
annað grøðing og tungu-
talu, og samstundis er óheft
av kirkjuni. Eitt av eyð-
kennunum við samkomuni
er, at ein sera stórur partur
av limunum eru ungdómar.
Hesi standa oftast fyri
sanginum og tónleikinum á
møtunum. Samkoman skip-
ar nevniliga eisini fyri
frálæru í tónleiki umframt
regluliga sunnudagsskúlan
og bønarmøtini, sum eru
fleiri ferðir um vikuna.
Stóðu í røð at verða grødd
Fleiri kendu seg fullkomiliga grødd, eftir at grøðingarprædikanturin Hans Berntsen hevði biðið fyru teimum á møtinum í
Getsemane í Klaksvík mánakvøldi
Luttakarnir á møtinum fylgdu neyvt við í tí, sum hendi millum Hans og tann, sum biðið varð fyri
Inge Berntsen biður fyri, at bróstmøðin hjá lítla barninum
skal hvørva
Hans togar í beinini hjá tí sjúka, so tey gerast líka long fyri á
tann hátt at fáa ryggpínuna burtur