Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 8. juni 2005 7 Ein næmingur á HF- skeiðnum í Hoydøl- um var fríggjadagin tikin í at snýta til próvtøkuna í stødd- frøði. Rektarin burturvísti næming- inum beinanvegin, og næmingurin verður nú koyrdur úr skúlanum PRÓVTØKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ein næmingur á HF- skeiðnum í Hoydølum er koyrdur úr skúlanum, tí hann royndi at snýta til eina próvtøku í støddfrøði fríggjadagin. Næmingurin hevði við lepum roynt at fingið hjálp til at loysa onkrar av upp- gávunum til próvtøkuna, men lærararnir gjørdust varugur við royndina at snýta, og so fall hamarin beinanvegin. – Tað var staðfest, at næmingurin hevur óreglu- liga roynt at fingið hjálp undir próvtøkuni, og næm- ingurin hevur eisini viður- kent hetta. Tí hava vit einki annað val enn at koyra næmingin úr skúlanum, sigur Mads Winther, rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. – Vit hava ikki kunna staðfest, at nakar annar næmingur hevur roynt at hjálpt hesum ávísa næm- ingi, og tí er tað bara tann eini næmingurin, sum hev- ur gjørt nakað óregluligt. Eingin náði í kunngerðini Próvtøkukunngerðin er eirindaleys, tá ið tað snýr seg um snýt til próvtøku. Verður tað staðfest, at næmingar hava snýtt ella roynt at snýta, skulu teir koyrast úr skúlanum og sleppa ikki at halda fram. Tað er eingin linari revsing enn at verða tveittur út úr skúlanum. – Tað var eingin ivi um, at næmingurin hevði roynt at snýtt, og í slíkum førum kunnu vit bara gera eitt, og tað er at koyra hann úr skúl- anum, sigur Mads Winther. – Tað er óvanligt, at næmingar verða tiknir í at snýta til próvtøkur, og hetta er fyrstu ferð í mínum ellivu árum sum rektari, at eg havi verið úti fyri hes- um, sigur hann. Rektarin í Hoydølum hevur sent Mentamálaráðn- um bræv um tilburðin og sína avgerð, og næmingurin hevur nú eina viku at svara. Lærararnir á data- matikaraútbúgving- ini á Handilsskúl- anum í Havn hildu seg einki annað val hava enn siga upp. Hetta hóast teir rýmdu frá næming- unum stutt áðrenn endaligu próvtøk- urnar SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Datamatikaranæmingarnar á Føroya Handilsskúla í Havn eru komnir í eina trupla støðu. Tey hava fýra mánaðir eftir av skúla- gongdini, men nú hava tey ongan lærara. Teir báðir lærararnir, sum hava undirvíst teimum alla- tíðina, eru rýmdir av Han- dilsskúlanum, tí teir siga umstøðurnar verða ófor- svarligar til at undivísa í. Næmingarnir hava gjørt greitt, at teir halda gomlu lærararnar verða teir bestu til at tryggja dygdina í út- búgvingini, og tí kenna næmingarnir seg ikki tryggir við, at nýggir lær- arar skulu taka um endan og føra tey til próvtøku. Vánaligar umstøður Næmingarnir vilja helst hava tykkum at undirvísa teimum og føra tey til próvtøku. Hvussu kunnu tit so rýma av skúlanum júst nú? – Vit kendu okkum noydd at siga upp, tí vit eru ikki før fyri at lata næm- ingunum seinastu frálær- una og taka okkum av próv- tøkunum. Vit hava havt so vánaligar umstøður, og trýstið hevur verið so stórt, at vit eru ikki før fyri at fyrireika okkum til undir- vísingina undir hesum um- støðunum, sigur Jon Jen- sen, sum er annar av lærar- unum, sum hevur sagt upp. Kedd av støðuni Men hvussu hava tit tað við at rýma frá næmingunum beint nú? – Vit eru sera kedd av tí, og tað plágar okkum nógv. Men vit hava gjørt greitt, at vit rýma ikki undan út- búgvingini ella næmingun- um. Vit rýma undan um- støðunum á Handils-skúl- anum, sigur Jon Jensen. – Vit hava roynt at gjørt nakað við støðuna, men vit halda, at tað er bara blivið verri, og tí tóku vit avgerð- ina um at siga upp. HF-næmingur tikin í at snýta til próvtøku Ólógligir lepar til eina próvtøku í støddfrøði kostaðu fríggjadagin einum næmingi í Hoydølum HF-prógvið. Næmingurin var koyrdur úr skúlanum, tá ið hann var tikin í eini roynd at snýta Mynd: Bárður Lydersen – Vit høvdu einki annað val Datamatikara- næmingarnir á Handilsskúlanum í Havn fáa ongan fund við Menta- málaráðið, tí ráðið hevur fult álit á leiðsluni á Handils- skúlanum SKÚLASTRÍÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Næmingarnir, sum taka datamatikaraútbúgvingin a á Handilsskúlanum í Havn, fáa ongan fund við Mentamálaráðið um støð- una á skúlanum, eftir at lærararnir hjá teimum hava sagt seg úr starvi. Næmingarnir kenna seg ikki tryggar við av- gerðina, sum leiðslan á Handilsskúlanum hevur tikið um restina av út- búgvingini, og tí vildu tey á tal við Mentamálaráðið um hetta. Men næmingarnir hava nú fingið svar úr Menta- málaráðnum, har ein full- trúði boðar teimum frá, at tey fáa ongan fund. Mentamálaráðið sigur seg vera kunnað um, at skúlin arbeiðir við at finna eina loysn fyri út- búgvingina, og at komið er væl áleiðis við hesum arbeiði. – Mentamálaráðið heit- ir tí á tykkum um at venda tykkum til leiðslu skúlans, um tað eru við- urskifti í sambandi við út- búgvingina, sum tit meta skúlin eigur at verða kunnaður um ella sum tit eru í iva um og ynskja út- greinað nærri. Menta- málaráðið hevur álit á, at skúlin finnur eina loysn viðvíkjandi støðuni í teldustøðingaútbúgving- ini, stendur at lesa í svar- inum til næmingarnar. Næmingarnir eru ør- kymlaðir av svarinum úr Mentamálaráðnum, og tey siga seg nú ikki vita, hvat tey skulu gera. MMR avvísir næmingum Landsstýrismaðurin við mentamálum gjørdi mánadagin av, at saman- lagdi loftmiðlastovnurin skal eita Kringvarp Før- oya. Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vórðu løgd saman í ein stovn 1. januar í ár, og fleiri nøvn hava verið í uppskoti til samanlagda stovnin. Tí metti leiðslan á stovnin- um, at rættast var, at politiski myndugleikin tók avgerð um navnið. Og tað hevur Jógvan á Lakjuni gjørt. Nýggja navnið er Kringvarp Før- oya, men tó er ætlanin at gomlu stovnsnøvnini verða varðveitt sum hjá- nøvn. ek Vørpini blivu til Kringvarpið