mikudagur 8. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 106 - 8. juni 2005
Hedvig
framsýning
á Jinx
Allan juni mánað hevur
føroyska
listakvinnan
Hedvig
Johansdóttir
framsýning á Gallerí Jinx
í Havn.
Málningarnir, sum Hed-
vig hevur við á framsýn-
ingini, eru gjørdir á lørriti
og stálplátum, og til hesar
málningar hevur Hedvig
nýtt akrylmáling, kol-
tekningar/kollagir
og
tekst.
Koltekningarnar
hjá Hedvig hava fingið
sín íblástur í filminum
The Passion of the Christ.
tn
Tyrla eftir
skaddum
manni
Seinnapartin mánadagin
fekk MRCC støðin frá-
boðan frá Dragasundi
um, at skipið hevði ein
skaddan mann umborð.
Tá var Dragastund stadd-
ur einar 50 fjórðingar
eystur
úr
Fugloynni.
Neyðugt var at fáa mannin
undir
læknahond,
og
bjargingartyrlan hjá At-
lantsflog var tí send úr
Vágum at flyta mannin á
Landssjúkrahúsið.
Tað
gekk bert hálvurannar
tími frá tí, at tyrlan fór úr
Vágum, til hon lendi við
Landssjúkrahúsið.
tn
Nógvur
seyður á
vegnum
Hetta er tíðin tá seyðurin
vanliga er farin av bønum
og niðan í hæddirnar.
Men høgættin og kuldin,
sum liggur um landið, ger
at eingin gróður er í erva
og seyðurin vil tíðskil illa
niðan frá. Hetta ger at
nógvur seyður er við veg-
jaðaran.
Serliga smálombini
duga illa at ansa sær, og
eru tí vandamikil í ferðsl-
uni, vandi er fyri bæði
fólki og fæi, tí heitir
bóndafelagið nú á bilfør-
arar um at koyra varliga.
Bóndafelagið sigur í
tíðindaskrivi, at tað er ein
stórur fíggjarligur smeitur
hjá bóndum at missa seyð.
Nógv vólk vita ikki av, at
ábyrgdartryggingin tekur
við, tá ein koyrir seyð yvir.
Tí halda tey sær aftur við
at melda óhappið. Tí tey
eru bangin fyri bonustapi.
Men slíkt ávirkar ikki
bonusið. Tí heitur bónda-
felagið á óhepnu bilfør-
ararnar, um at boða trygg-
ingini frá, so bóndin kann
fáa sítt endurgjald.
nud
Danski Bólkurin
Super Sonic, har ið
fyrrverandi Chase-
sangarin Edmund
Jacobsen eisini er við,
er útvaldur til kapp-
ingina LiveContest
2005
TÓNLEIKUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ikki færri enn 300 bólkur
royndu at sleppa gjøgnum
nálareyga, men tað eydn-
aðist bert 92 at sleppa víð-
ari, og ein av teimum bólk-
unum var altso Super Sonic
við Edmund Jacobsen.
Kappingin byrjar 1. sep-
tembur og heldur fram til
stóru finaluna, sum verður í
kenda spælistaðnum Store
Vega,
Keypmannahavn,
tann 21. oktobur.
- Vit eru sera fegnir um at
fáa ein slíkan møguleika.
Bólkar sum Super Sonic, ið
spæla harðan rock, hava
sjáldan somu kor sum teir,
ið spæla bleytari tónleik.
Men LiveContest gevur
okkum møguleika at spæla
okkara egna tónleik fyri
enn fleiri áhoyrarum enn
vanligt,
sigur
Edmund
Jacobsen.
Hann leggur afturat, at
Super Sonic arbeiðir í
løtuni við at fáa ein túr til
Føroya í lag, og teir vóna,
at meiri verður at frætta um
hesar ætlanir í næstum.
Super Sonic útgav stak-
fløguna "Onetwothreefour"
beint áðrenn jól 2004, og
hendan er at fá kring alt
landið.
Annars ber til at lesa
meira
um
bólkin
á
www.super-sonic.dk.
tn
TÍÐINDASKRIV
Boða verður frá ættar-
stevnu hjá Símuni og
Jacobinu Hansen, á Kolt-
ursmýruni, í Skopun. Ætt-
arstevnan verður hildin í
Ungmannafelagshúsinum
Samljóð í Skopun viku-
skiftið 23. og 24. juli. Øll
sum kenna seg í slekt niður
frá Símuni og Jacobinu
Hansen, á Koltursmýruni,
eru vælkomin at tekna seg
til stevnuna.
Ættin eftir Símun og
Jacobinu Hansen er:
1. Elisa Hansen, Skopun
2. Súsanna Katrina
Hansen, Skopun
3. Suffía Hansen, Skopun
4. Óla Jacob Hansen,
Skopun
5. Jóan Hendrik Hansen,
Skopun
6. Wenningsted Hansen,
Skopun
7. Óla Christian Hansen,
Skopun
Kostnaður fyri ættarstevn-
una er:
Vaksin
250,00 kr
Børn 7 - 16 ár
100,00 kr
Børn 0 - 6 ár
Ókeypis
Tekningin fer fram við at
flyta luttakaragjald á kontu:
ÆTTARSTEVNA 2005 nr.
6460- 1701799 í Føroya
banka
Seinasta freist at tekna
seg er 20.06.2005
Minnist til at upplýsa
navn og aldur á øllum lut-
takarum
saman
við
flytingini.
Á ættarstevnuni verður
eitt nú skipað fyri gongu-
túri, bátatúrum, framsýning
av myndum og nógv annað.
Eisini verður bæði møti og
gudstænasta
á
skránni
sunnudagin,
stendur
í
skránni fyri stevnuna.
Í
hesum
døgum
hava
Sjónleikarhúsið og MáF
forvitnisliga
vitjan
av
Tiltanic,
sum
er
ein
sjónleikarbólkur úr Sveis,
ið spælir eitt serligt slag av
sjónleiki, ið kallast „teater-
sport".
Hetta er fyrstu ferð at slík
framførsla er í Føroyum.
Teatersport er eitt slag av
ítrótti, tvey lið spæla upp í
móti hvørjum øðrum, og
annað liðið vinnur ella
tapur.
Tað ber ikki til at siga,
hvussu sjónleikurin eitur,
hvat hann handlar um ella
hvussu langur hann er, - tí í
„teatersport" er onki av-
gjørt frammanundan. Tað,
sum hendir á pallinum,
verður improviserað ella
funnið uppá, akkurát í tí
løtu leikur fer fram.
Í
„teatersport"
hevur
áskoðarin ein týðandi leik-
lut, áskoðararnir skulu av-
gera, hvat leikur skal verða
um, t.d. geva leikarunum
eitt orð, eitt hugtak, eina
hending, og leikarnir skulu
lofta orðinum og spæla ein
leik, sum handlar um tað.
Bæði liðini spæla út frá
sama orði ella hugtaki, og
skal áskoðarin avgera, hvat
lið hann heldur hevur bestu
framførslu.
Meðan spælt verður, skal
áskoðarin, akkurát sum í
fótbóltsdysti, annaðhvørt
vísa sína gleði, ella sína
ónøgd.
Í Europa er „Teaters-
portur" ein væl umtóktur
sjónleikaraformur. Kappast
verður millum býir, og
millum lond. Tiltanic hevur
vunnið fleiri av hesum
kappingum.
11 sjónleikarar/tónleikar-
ar eru við í Tiltanic. Nakrir
føroyskir sjónleikarar koma
eisini at luttaka á pallinum
saman við Tiltanic.
Framførslur verða í Sjón-
leikarhúsinum hósdagin 9.
juni kl. 20 og í Virkinum á
Sandi fríggjakvøldið 10.
juni kl. 20.
Atgongumerki fáast á
Kunningarstovunum í Havn
og á Sandi.
Edmund við í LiveContest 2005
Super Sonic við fyrrverandi Chase-sangaranum Edmund Jacobsen skal taka lut í LiveContest 2005.
mynd: www.super-sonic.dk
Ættarstevna hjá
Símuni og Jacobinu Tiltanic Impro Theater
í Sjónleikarhúsinum