mikudagur 8. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2005
9
Føroyingar og írar
hava sera nógv til
felags, siga tær báðar
Cecila O’Hagen og
Maria Forrestal. Í
hesum landi, har írsk-
ir munkar uppruna-
liga settu búgv, búgva
í dag ikki nógvir írar,
men av teimum, sum
búgva her, eru tvær
nonnur
NIELS UNI DAM
nielsuni@sosialurin.fo
Bæði í Føroyum og í Ír-
landi livur fólkið í samfelag
við havið, og er nógv merkt
av hesum. Men eisini á
øðrum økjum líkjast vit,
t.d. spælir tónleikurin ein
sera stóran leiklut í lívinum
hjá bæði føroyingum og
írum. Tí er tað kanska ikki
so løgið, at nonnurnar báð-
ar trívast væl í Føroyum, og
altíð hava gjørt tað.
Beinini dansaðu undir
borðinum
Vit hittu tær báðar Systir
Cecilia og Systir Maria, til
írska kvøldið í Miðlahús-
inum sunnukvøldið. Tær
vóru komnar at lýða á
Máire Breatnach og Thom-
as Loefke, spæla írskan
fólkatónleik, og tær hugn-
aðu sær óført.
Tær vóru øðiliga glaðar
fyri at sleppa at uppliva
hetta, Systir Maria eigur
fløguna Driftwood, hjá
Máire Breatnach og Thom-
as Loefke, og henni dámar
so sera væl at hoyra ein
ordiligan jiggs ella reeves.
Systir Maria sigur, at tað
kendist løgið at sita við eitt
borð og lurta eftir hesum
tónleiki, hetta er dansitón-
leikur, og í Írlandi dansar
man til hetta. Hon fortelur,
at beinini dansaðu undir
borðinum. Tey
kláraðu
slettis ikki at standa still.
Ætla sær at hyggja at
dystinum
Hvørgin
av
nonnunum
ætlar sær á Tórsvøll at
hyggja at dystinum miku-
kvøldið. Men tær fara at
hyggja í sjónvarpinum. Tær
siga seg vanliga ikki fylgja
so væl við í fótbólti. Men tá
føroyska landsliðið spælir,
plaga tær at hyggja. Systir
Maria sigur, at hon eisini
plagar at fylgja við hvussu
gongst hjá írum, og nú,
hesið bæði liðini spæla, er
hon eitt sindur spent.
Vilja illa tippa
Tær eru ikki á einum máli,
um hvørjum tær halda við,
Systir Maria heldur við
írum, meðan Systir Cecilia
heldur við føroyingum. Tær
vænta tó báðar, at Írland fer
at vinna. Tað eiga teir!
Men samstundis veit man
ongantíð við føroyingum,
leggur Systir Maria afturat.
Teir kunnu yvirraska. Tí er
sera trupult at at tippa, so
tað hætta tær sær ikki.
Ganga ein túr
ígjøgnum býin
Systir Maria sigur, at hon
ætlar sær at ganga ein túr
gjøgnum býin mikudagin,
og kanska práta við nakrar
av sínum landsmonnum.
Hon flennir hjartaliga, tá
vit spyrja, um hon ætlar sær
at verða málað írsku farv-
unum um andlitið, tá hon
hyggur at dystinum. Hon
ristir bara høvdið. Eisini
Systir Cecilia væntar, at
hon fer ein túr gjøgnum
býin.
Heimið er í Føroyum
Systir Cecilia hevur búð í
Føroyum í 41 ár, hon kenn-
ir, at Føroyar eru hennara
heim. Hon er farin frá
vegna aldur í Skt. Frans
skúla, har hon virkaði sum
lærari í nógv ár. Hon kemur
upprunaliga úr Norður Ír-
landi, úr býnum Newry.
Men hon hugsar ongantíð
um at flyta aftur til Írlands.
Eg havi búð her í 41 ár -
Hetta er mítt heim, sigur
hon.
Fyrstu árini slapp hon
ikki til Írlands, ferðasam-
bandið var so trupult. Men
síðst í sekstiárunum slapp
hon heim aftur fyrstu ferð,
og seinnu árini hevur hon
verið í Írlandi triðja hvørt
ár. Um tríggjar vikur gong-
ur leiðin aftur til Írlands.
Hon fer at vitja skilfólk í
Norður Írlandi, og verður
har í seks vikur.
Dagin eftir, at Systir
Cecilia er farin, fer eisini
Systir Maria avstað, hon
skal somuleiðis verða í Ír-
landi í seks vikur. Hon er úr
suður Írlandi úr býnum
Waxford, sum víkingar
upprunaliga bygdu.
Hon sigur, at tá hon er í
Føroyum, tosar hon um at
sleppa heim til Írlands, og í
Írlandi tosar hon um at
sleppa heim til Føroyar.
Hon hevur búð í Føroyum í
15 ár, og trívist væl, men
kennir seg nokk mest sum
íra.
Øðrvísi at vitja Írland
Tær ivast ikki í, at tað verð-
ur øðrvísi at koma til Ír-
lands í summar. Vanliga
vita bert fáir írar hvar og
hvat Føroyar eru. Tað eru
bert tey, sum eru ímóti
grindadrápi og fiskimenn,
sum kenna Føroyar. Men
nú verður frægari, tí fót-
bólturin ger, at hvørt mans-
barn veit um Føroyar.
Tað var løgið ikki at dansa
Maria og Cecilia siga seg ikki
fylgja so væl við í fótbólti,
men mikukvøldið fara tær
kortini at sita við skíggjan, tá
Føroyar fara at takast við
Írland
Mynd: Jan
Planet er navnið á
nýggja staðnum fyri
ung á alnótini, í far-
telefonini og í Sosial-
inum. Føroya Tele og
Miðlahúsið í Vágs-
botni eru farin í sam-
starv um at skapa eitt
heilt serligt tilboð til
ungdómin
PLANET
Niels Uni Dam
Hetta er eitt tilboð á før-
oyskum til føroysk ung-
fólk, og í tí stóra meldri av
heimasíðum og tænastum á
útlendskum máli og í
útlondum, verður Planet
eitt kærkomið og frískt
føroyskt ískoyti.
Planet
Blaðið Planet verður givið
út í Sosialuinum annan
hvønn hósdag, og blaðið
kemur fyrstu ferð út í
morgin. Hetta er eitt blað,
sum vendir sær til ungfólk
við samrøðum, greinum og
øðrum tilfari.
Planet.fo
Planet.fo kemur í staðin
fyri Pop.fo, og Planet verð-
ur ein dagføring og víðkan
av síðuni, sum hevur verið
so væl umtókt millum ung-
fólk og tónleikaáhugað.
Tónleikurin fer fram-
haldandi at fáa stóra rúmd
á Planet.fo, men síðan fer
eisini at fevna um onnur
evni. Har ber til at lesa um
lívsstíl hjá ungum, um tey
kendu, um móta og mangt
annað.
Fleiri blaðfólk á Sosial-
inum eru knýtt at síðuni,
soleiðis at síðan verður ein
verulig tíðindatænasta fyri
unga lesaran og tey, sum
hava áhuga fyri tónleiki.
Kjaktorg verður á síðuni.
Men hetta er kjak sum er
betur skipað enn á t.d.
pop.fo. Fyri at luttakað
skalt tú vera skrásettur við
fartelefonnummari. Hetta
verður gjørt fyri at sleppa
undan misbrúki, og fyri at
halda kjakið sømuligt.
Upplagt samstarv
Samstarvið um Planet.fo
millum
Miðlahúsið
í
Vágsbotni og Føroya Tele
er upplagt.
Føroya nógv mest vitj-
aða heimasíða, Portal.fo, er
eitt dømi um, hvussu væl
hetta samstarv virkar, og
eisini síðurnar Sportal.fo
og Pop.fo eru partur av
sama samstarvi.
So tá Føroya Tele ynskti
at raðfesta tey ungu enn
hægri á netinum, var tað
upplagt at samstarva við
Miðlahúsið í Vágsbotni.
Ein nýggj føroysk planet
Jónhild Rasmussen frá
Føroya Tele og Eydna Skaale
úr Miðlahúsinum í
Vágsbotni eru kvinnurnar
aftanfyri planetina