mikudagur 8. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 106 - 8. juni 2005
Tað eru nú nøkur ár síðani, at orðið BYGDA-
MENNING var frammi í nærum øllum greinum og
lesarabrøvum fyri ikki at siga í hvørjari røðu á tingi.
Víst varð á vandan við, at alt og øll fluttu til Havnar
ella til miðsteðarøkið. Og at henda óhugnaliga
gongd forðaði fyri menning av bygdunum kring
landið. Ja hon var við at avtofta bygdir og búpláss
kring landið.
Munandi betraða undirstøðukervið kring landið við
brúm, góðum og breiðum vegum, ferjulegum,
tunlum og nú eisini undirsjóvartunlum megnaði í
ávísan mun at steðga hesi óhepnu gongd, soleiðis at
vit í dag sum heild hava eitt ríkt og livandi virksemi
úti kring landið. Hetta tó ikki minst bygdafólkunum
sjálvum fyri at takka, tí teirra støðufesti, trúgvin
uppá egna megi og mátt og teirra stóri áhugi fyri at
varðveita mongu og góðu búplássini kring oyggjar-
nar, hevur verið veruliga drívmegin. Sjálvandi sam-
an við bøttu ferðamøguleikunum kring oyggjarnar.
Men ikki alla staðni hevur verið so atkomuligt og so
frægt av fólki, at tað hevur borið til at varðveita
smáplássini og her serstakliga útjaðaran. Vit hugsa
um bygdinar í eitt nú Svínoy, Fugloy, Skúvoy, Miki-
nesi fyri bert at nevna nakrar. Eisini eru dømi um
bygdir í størri oyggjum, sum eru nervaðar av, at
fólkið flytur.
Tosað hevur verið um frá almennari síðu at gera
nakað ítøkiligt fyri at steðga útoyggjadeyðanum.
Vitandi at hetta ikki er lætt, tá bara eldra ættarliðið
er eftir, tí besti vegurin at ganga er jú tá fólkini á
staðnum sjálvi standa fyri menningini, so má tað al-
menna so ella so geva eina hjálpandi hond. Útoyggj-
arnar og bygdirnar har eru ein so týðandi partur av
okkara søgu og mentan, at vit mugu gera alt vit eru
ment fyri at steðga afturgongdini.
Landsstýri og politikararar hava borið fram føgur orð
men tíverri verður hetta ikki til stórt meira. Ov nógv
orð, ov fáar gerðir. Sitandi landsstýri hevur heldur
ikki víst hesum álvarsmáli nóg stóran ans. Men hetta
stóra álvarsmálið má ikki sleppa at doyggja ella verða
gloymt í almenna orðaskiftinum. Útoyggjarfólk og
tey, sum á ein hvønn hátt hava tilknýti til útoyggjarnar
og sum skilja teirra søk og vilja stuðla henni, mugu
bara aftur og aftur geva ljóð frá sær. Og eitt slíkt høvi
verður á Útoyggjastevnuni í Svínoy komandi
vikuskifti. Tað skal vera okkara vón, at eitt nú slík
stevna verður við til at seta Útoyggjarnar á landa-
kortið og at røddir haðani fara at verða hoyrdar so
langt sum til høvuðsstaðin, har stóru og týðandi
avgerðinar í samfelagnum verða tiknar.
Vit ynskja tykkum øllum eina góða útoyggjastevnu
og vóna, at veðrið verður til vildar.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Útoyggjamenning
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Jógvan á Lakjuni
landsstýrismaður
Bæði í Dimmalætting (28.
mai) og í Sosialinum (1.
juni) hevur Miðflokkurin
havt eina yvirlýsing, har
tingmenninir, Jenis av Rana
og Bill Justinussen, leggja
landsstýrið undir við vilja
at hava hildið týðandi upp-
lýsingum aftur fyri løgting-
inum í málinum um Mið-
námsskúlan í Suðuroy.
Eg fekk høvi til at gera
viðmerkingar til hetta í
útvarpinum
næstsíðsta
leygarkvøld, men haldi tað
eisini vera rætt - hóast
nakað seinur á sjóvarfall-
inum - at vísa hesum grovu
og ósonnu ákærum aftur í
bløðunum, tí tað passar
ikki, at upplýsingar við
vilja eru hildnar aftur fyri
løgtinginum.
Í sambandi við ætlanina
um skúladepil og ellis- og
røktarheim í Suðuroynni
bað landsstýrið Arkitekta-
virkið Árna Winther um
eina meting, sum m.a.
skuldi lýsa møguleikar og
ivamál. Hesa metingina
fingu vit í einum uppriti 24.
február í ár.
Tað er hesa arkitektafrá-
greiðingina,
sum
Mið-
flokkurin leggur okkum
undir við vilja at hava hild-
ið aftur fyri løgtinginum.
Men hetta er ósatt!
15. mars hevði landsstýr-
ið fund við allar kommun-
urnar í Suðuroy um málið,
har eisini umboð fyri Arki-
tektavirkið legði sínar met-
ingar fram, og enntá var eitt
modell av einum møgu-
ligum ellis- og røktarheimi
víst fram. Hetta hevur eis-
ini verið frammi í bløð-
unum.
Uppskot til løgtingslóg
um at byggja skúladepil í
Suðuroy varð lagt fyri
tingið 27. apríl í ár, og 1.
viðgerð var 3. mai. Í við-
merkingunum til lógina
stendur m.a.: "Av tí at
Arkitektavirkið hjá Árna
Winther hevur staðið fyri
prosjekteringini av mið-
námsskúlanum í Vági, hev-
ur Mentamálaráðið heitt á
Arkitektavirkið um at gera
eina byggitekniska meting í
sambandi við, at ætlanin er
at byggja ein skúladepil í
Suðuroy,…"
Tað stendur sostatt svart
upp á hvítt í sjálvum lógar-
uppskotinum, at ein byggi-
tekninsk meting er gjørd í
sambandi við málið. Kort-
ini loyva tingmenn Mið-
floksins sær at skriva:
"Ongantíð undir allari við-
gerðini kom fram, at ein
arkitektafrágreiðing, um-
biðin av landsstýrinum, var
gjørd, og sum kundi hava
avgerandi ávirkan á støðu-
takanina hjá tingfólki".
Undir fyrstu viðgerð í
tinginum 3. mai nevndi eg,
at hesar ætlanirnar vórðu
bygdar á metingar frá
Arkitetavirkinum.
Tann 4. mai var eg sjálv-
ur á fundi í mentanar-
nevndini, har málið var til
viðgerðar, og har allir við-
komandi spurningar kundu
setast. M. a. bað nevndin
um upplýsingar um ognar-
viðurskiftini í sambandi við
tað útgrivna stykkið í Vági.
9. mai var aftur fundur í
mentanarnevndini, har m.
o. Árni Winther eisini var
innkallaður á fund.
6. mai - meðan málið var
til viðgerðar í mentanar-
nevndini, og 6 dagar undan
2. viðgerð í tinginum - fekk
landsstýrismálanevndin,
sum hevði biðið um innlit í
øll skjøl í málinum, frá-
greiðingina hjá Arkitek-
virkinum
sendandi
frá
Mentamálaráðnum, og varð
hon løgd á heimasíðuna hjá
løgtinginum sama dag.
Undir aðru viðgerð í
tinginum tann 12. mai segði
eg orðarætt hesi orðini: "Tað
er soleiðis, at Arkitekta-
virkið hjá Árna Winther
hevur verið inni í hesum, og
nógvir av spurningunum
liggja í svarinum frá teim-
um. Eg kann eisini vísa til
..., at landsstýrismálanevnd-
in hevur fingið útleverað øll
tey skrivini, og tey liggja
ivaleyst á heimasíðuni hjá
løgtinginum".
Tingfólk, ið fylgdu við
og settu seg inn í málið,
vistu sostatt, at frágreið-
ingin frá Arkitektavirkinum
var eitt av skjølunum, sum
var og er til taks í málinum.
Men tað er ikki bara
hetta, sum er ósatt í yvirlýs-
ingini frá Miðflokkinum.
Har verður eisini sagt, at
Landsstýrismálanevndin er
komin til somu niðurstøðu
sum Miðflokkurin, t.v.s., at
løgmaður og landsstýrið
við vilja hava hildið upp-
lýsingum aftur. Men hetta
er als ikki niðurstøðan hjá
Landsstýrismálanevndini.
Tað kann ein og hvør síggja
við at lesa tað málið!
Eg haldi, at Miðflokkurin
skyldar okkum eina umber-
ing, tí landsstýrið hevur á
ongan hátt havt ætlanir um
at halda upplýsingum aftur
í hesum málinum.
Viðmerking til yvirlýsing
hjá Miðflokkinum