Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 - 8. juni 2005 11 Ingigerð á Trøðni leiðari av Kunningarstovuni í Havn, og samskipari av Mentan- arnáttini var sera væl nøgd við Mentanarnáttina. Nógv og góð tiltøk vóru kring allan býin, og hon hevði verið til nógv av teimum. Sum heild varð alt væl vitja. Tó kundi hendan Mentanarnáttin ikki sam- anberast við tí í fjør. Í fjør var dýrdarveður, og tí gjørdist Mentanarnáttin metstór. Fríggjakvøldið var rættuliga kalt, og tí var ikki líka nógv fólk niðrið í mið- býnum. Harafturímóti vóru sera nógv fólk í SMS. Tá 200 endaðu tiltakið var stúgvandi fult í sølumið- støðini. Samstundis endaðu EGR2PLZ tiltakið í Mið- býnum, við sínum 70’ára- kenda rokktónleiki, og tað riggaði sambært Ingigerð sera væl. Har var fitt av fólkið savnað til konsertina. Ingigerð hevði tosað við nógv av sveisisku ferða- fólkunum, og tey vóru sera glað fyri allar tær nógvu upplivingar, sum tey høvdu fingið. Væl nøgd við Mentanarnáttina Ikki færri enn 100 ferð varð stigabilurin hjá sløkkiliðnum koyrdur uppá 25 metra hædd á Skálatrøð fríggjakvøldið. Eini 5-6 fólk vóru við hvørj- um túrið, so talið á himmal- fararum fór uppum 500 Sløkkiliðið hevði fleiri spennandi tiltøk, fólk fingu høvið at sløkkja eld við eldsløkkjara og teppi., eisini var ein gamlan bussur við á Skálatrøð, í bussinum var ein roykmaskina, so tjúkt varð í royki inni í bussinum. Fólk fingu so møguleika at royna at ferðast í einum roykfyltum høli Verkstaðið vón og Virkni seldu listahandverk í Sjónleikar- húsinum, talan var um forkunnugar lutir, at ymsum slag, sera væl úr hondum greitt. Meðan tú hugdi at handverkinum, bar til at keypa sær kaffi, og lurta eftir Magna Christiansen og Emmu úr M´as Blues Band. Tey undirhildu saman við kendum sangum hjá Magna og Emmu Unn Patursson og Herluf Lützen spældu í Tele- deplinum EGR2PLZ spældu sín ótrúliga gjøgnumførda hálvfjersararokk so væl, at tú mátti liva við Nógvar konsertir vóru í Grasagarði fríggjakvøldið, m.a. spældu garrvillu punkararnir í Paradox, og teir spældu punkandi væl. Í eini tíð har punkbólkar eru teir, sum klára seg best, er Paradox kanska framtíðin Í Miðlahúsinum í Vágsbotni vóru nógv fólk savnaði, og lýddu á Spælimennirnar, Hildur Eyðunsdóttir ið hugleiddi um mentan, Oddfríða Rasmussen, ið las yrkingar upp og Kim Simonsen sum umrøddi nýggja mentanarritið. Í Smiðjuni í Lítluvík vóru tveir av teimum eldru sløkkiliðs- monnunum, og teir greiddu frá um sløkkiliðsarbeiðið. Eisini bar til at síggja eldri og nýggjari sløkkiliðsútgerð. Eitt stórt úrvæl av nýggjum og gomlum sløkkiliðsbilum var eisini á Skálatrøð Oddvør Johansen helt setanarrøðuna á Mentanarnáttini og Havnar Hornorkestur spældi