mikudagur 8. juni 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 106 - 8. juni 2005
1980: Eftir landskappingina í fótbólti hetta árið var greitt, at nýtt lið í 1. deild komandi kappingarár gjørdist B68 av Toftum. Hóast
25 ár eru liðin síðani myndin varð tikin, eru fleiri av monnunum enn virknir í fótbólti
Kelda: Árið ið fór
Keldan vantaði
Sosialurin bar í gjár tíðindi frá hendingini, tá sáttmáli
um samstarv um barnaverndarmál varð undirskriv-
aður í Sandavági í farnu viku.
Av misgáum varð ikki nevnt, at hesi tíðindini og
myndin vóru tikin av heimasíðuni hjá Sandavágs
kommunu.
Nú er tað so gjørt!
sb.
Í 1. deild
Viðareiði: Tað er ikki dag-
ur at ikki onkur drongur
ella vaksin er at síggja á
fótbóltsvøllinum í bygdini.
So skjótt sum skúlin er
liðugur plaga teir fyrstu
dreingirnir at síggjast á
vøllinum, og um kvøldið
plaga teir vaksnu menninir
í bygdini ofta at manna lið
til dyst.
Nógvir av dreingjunum
spæla eisini við liðum hjá
KÍ í Klaksvík, og taka bara
hesar dystirnar á »heima-
vølli« sum eina eyka venj-
ing.
Henda eina dagin vit vitj-
aðu í bygdini vóru teir sjey
dreingir sum spældu saman
á graslíkisvøllinum. Teir
vóru so mikið fáir, at teir
ikki fingu manna lið, so teir
spældu bara uppá eitt mál.
Teir
sjey
dreingirnir
vóru: Emil Simonsen (13
ár), Jóannes Sivertsen (9),
Samson Samson (7), Eivin
Sørensen (9), Jóhannus
Poulsen (13), Eli Heinesen
(12) og Helgi Samson (13).
sb.
Næstan hvønn dag á vøllinum
Teir venja seg í at skalla
bóltarnar í netið á vøllinum
á Viðareiði. Hetta er góð
venjing, tí einaferð verður
kanska onkur teirra at síggja
á 1. deildarliðnum hjá KÍ
Mynd: Bárður
Teir mongu russarnir
fáa nú høvið at halda
tjóðardag sín í Havn.
Í dag eru væl oman-
fyri 50 russar í
Føroyum
TJÓÐARDAGUR
Snorri Brend
Havn: Sunnudagin 12. juni
er
Tjóðarhátíðardagur
Russlands.
Henda dagin fara russ-
iska konsulátið og Faroe
Agency at hátíðarhalda á
skrivstovuni
Yviri
við
Strond 4. Allir russarar í
Føroyum við familju verða
tí bodnir til hugnaløtu frá
kl. 15 til 18 sunnudagin í
hølunum, sum vórðu tikin í
nýtslu í oktober mánaði í
fjør.
Sera stórur partur av
virkseminum hjá Faroe
Agency er knýttur at russ-
um, og stjórin Árni Dam er
russiskur heiðurskonsul.
Hetta er fyrsti tjóðarhá-
tíðardagur, síðan Faroe
Agency
lat
upp
og
Russiska konsulátið flutti í
hølini. Tí er hetta eisini eitt
upplagt høvi at bjóða
russum í Føroyum at síggja
skrivstovuna.
Júst, hvussu nógvir russ-
ar sum eru í Føroyum er ilt
at meta um. Men sambært
Árna Dam á Faroe Agency
er talið á teimum nakað
langt omanfyri 50.
Hesir russararnir finnast
spjadir kring alt landið: Í
Leirvík,
Vágum,
Vest-
manna,
Sundalagnum
Havnini, Klaksvík og Gøtu,
bara fyri at nevna nøkur av
støðunum.
Allir hesir fáa nú høvið
at hitta hvønn annan, tá
tjóðardagur teirra verður
hildin, og nú eisini á
føroyskari grund.
Russiskur tjóðardagur
Føroyum
Teir sjey dreingirnir, sum henda fríggjadagin mannaðu viðareiðisliðið vóru hesir – úr vinstru síðu: Emil Simonsen (13 ár),
Jóannes Sivertsen (9), Samson Samson (7), Eivin Sørensen (9), Jóhannus Poulsen (13), Eli Heinesen (12) og Helgi Samson
(13)
Mynd: Bárður