mikudagur 8. juni 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin 8. juni
Medardus, deyður umleið ár 560. Biskupur í St. Quentin og Tourai í Fraklandi. Í Fraklandi er hann verndari hjá
øllum teimum, sum hava víngarðar, og hjá øllum bryggjarum.
Fríggjadagin verður ein
kendur havnarmaður 70 ár.
Kurt Hansen er dani, men
hevur seinastu 35 árini búð
í Føroyum.
Kurt er føddur í Jægers-
pris á Sælandi, men búði
fleiri aðrastaðnis á Sælandi
í sínum ungdómsárum.
Eftir lokna skúlagongd
gjørdist Kurt landbrugs-
medhjælper
á
einum
bóndagarði, men hann fór
seinni í læru sum ekspedi-
entur. Kurt bleiv útlærdur
sum slíkur í handlinum hjá
A. Nyholm í Ringsted, sum
virkaði innan harraekviper-
ing.
Í 1966 byrjaði Kurt at
ferðast til Føroya sum han-
dilsmaður, og á eini av sín-
um ferðum hagar hitti hann
Kirsten, fødd Johannesen,
úr Havn, sum seinni gjør-
dist kona hansara.
Um ársskiftið 1969/70
búsettist Kurt í Føroyum,
samstundis sum hann fór í
starv í Skálabúðini í Havn,
har hann framvegis starv-
ast. Árið eftir giftust hann
og Kirsten, og á heysti
1971 fingu tey eldru dóttr-
ina Ann. Á heysti 1972
kom so yngra dótturin Lis.
Kirsten og Kurt eiga tvær
ommu- og abbadøtur, ið
eita Barba og Eyð.
Tey flestu kenna óivað
Kurt frá Skálabúðini, men
hann hevur eisini verið sera
virkin innan badminton í
Føroyum, og somuleiðis
hevur hann verið ógvuliga
virkin í Havnar Klubba, har
hann hevur sitið sum for-
maður í drúgt tíðarskeið.
Eisini hevur Kurt verið
virkin innan Lions Club í
Føroyum og Tórshavnar
Ítróttarráð.
Kurt kennir sera nógv
fólk í Føroyum, og tað
hevði tí glett hann, um fólk
fríggjadagin høvdu lagt
leiðina framvið klubbanum
millum klokkan tíggju og
trý, tá ið hann hevur opið
hús í felagshølunum hjá
Havnar Klubba.
Í sambandi við stóra dag-
in hjá Kurt koma eisini
nógv av nærmastu skyld-
fólkum hansara í Danmark
á vitjan, og tey verða ikki
færri enn 12 í tali.
Góði babba, sonur og beiggi okkara
Hallur Hammershaimb Jacobsen
andaðist 2. juni 25 ára gamal.
Kistan fer frá Landssjúkrahúskapellinum
hósdagin 9. juni kl. 18.00
Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju
fríggjadagin 10. juni kl. 14.00
Tóki,Torleif, Mai, Eirikur,Tórunn
og Anna Maria v/familju
Tey sum vilja minnast Hall við kransum ella blómum kunnu ístaðin lata eina
peningagávu til sonin á konto nr. 1707665 í Føroya Banka.
Kurt Hansen 70 ár
Í dag, mikudagin 8. juni,
verður Jytte Joensen í
Hoyvík 50 ár. Hon hevur
seinastu tjúgu árini arbeitt
sum ljósmóðir á Lands-
sjúkrahúsinum.
Foreldrini hjá Jytte eru
Paula og Dánial Olsen, og
tey búgva á Suðuroyarvegi,
har Jytte er uppvaksin. Hon
eigur tveir yngri beiggjar -
Óli á Deild, sum er blað-
stjóri á Vinnuvitan, og
Magni, sum arbeiðir hjá
Føroya Tele.
Eftir at Jytte hevði lokið
studentsprógv í Hoydølum,
fór hon til Danmarkar at
lesa. Í fyrstu atløgu las hon
franskt og týskt, men so
saðlaði hon heilt um og fór
at læra til ljósmóður. Hon
leyk prógv á Ríkissjúkra-
húsinum í 1982. Í tvey ár
arbeiddi hon í Thisted, og í
1984 flutti familjan til
Føroya.
Síðani tá hevur Jytte ar-
beitt á Landssjúkrahúsin-
um. Fyrstu árini hevði hon
eisini viðtalu aðra staðni.
Eitt nú var hon á Sandi. Eitt
skifti fyri ikki so nógvum
árum síðani sat hon í starv-
inum sum leiðandi ljós-
móð-ir.
Jytte hevur listarligar
gávur. Tað liggur sera væl
fyri hjá henni at yrkja, og
hon hevur til mangt høvi
sett dám á við beinraknum
og væl frambornum yrk-
ingum. Ofta yrkir hon á
donskum. Tað liggur eisini
væl fyri hjá henni at mála,
men tað er mest til húsbrúk.
Nógv tann mesta partin
av frítíðini nýtir Jytte í
Havnar Sjónleikarafelag.
Longu í sjeyti árunum stóð
hon á palli. Hon hevur um-
sett leikrit, og hon hevur
eisini leikstjórnað. Tvey tey
seinastu árini hevur hon
verið formaður í Havnar
Sjónleikarafelag, og hon
situr framvegis í tí sessin-
um.
Jytte er gift við Jákupi
Paula Joensen. Hann er ætt-
aður úr Hósvík og arbeiðir
sum leiðari á umhvørvis-
deildini á Heilsufrøðiligu
Starvstovuni. Tey eiga tvær
døtrar – Teresa sum er fødd
í 1986 og Karina, sum er
fødd í 1990.
Andlát
&
jarðarferðir
Karin Strøm,
Trongisvágur, andaðist
mánadagin á Suður-
oyar Ellis- og Røktar-
heimi, 97 ára gomul.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Jetta Kirke, Kaldbak
andaðist mánadagin á
Landssjúkrahúsinum,
62 ára gomul. Farið
verður úr Landssjúkra-
húskapellinum hós-
dagin klokkan 16.
Jarðarferðin verður úr
Nazaret í Kaldbak
fríggjadagin klokkan
14.
Jóannes Andreassen
á Oyri andaðist á
Landssjúkrahúsinm 6.
juni, 80 ára gamal.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Anna Elisabeth
Jacobsen, Tórshavn,
vanliga nevnd Anna,
andaðist mánadagin 6.
juni, 81 ára gomul.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Jarðarferðin hjá
Poulinu Jacobsen, á
Varpinum, Klaksvík
verður úr
Christianskirkjuni í
dag klokkan 13.30.
Jytte Joensen 50 ár
Í dag, mikudagin 8. juni,
verður
Jens
Christian
Guttesen í Havn 50 ár. Jens
Christian er havnarmaður,
og hann hevur alla sína tíð
fingist við sang og tónleik.
Foreldrini
hjá
Jens
Christiani vóru Pavla og
Jens Guttesen, sum bæði
vóru ættaði úr Havnini.
Jens Christian eigur tríggj-
ar systrar, sum eru eldri enn
hann: Jóna, Katrin og Gun-
rið. Jóna og Gunrið búgva í
Havnini og Katrin býr á
Eiði.
Tíðliga í tíðini fór Jens
Christian til Danmarkar at
nema sær kunnleika í cello-
spæli. Seinni var hann í
Noregi, og nú hevur hann í
fleiri enn tjúgu ár verið lær-
ari í musikkskúlanum. Um-
framt at hava undirvíst í
Havnini hevur hann ferðast
eitt nú í Eysturoynna og til
Klaksvíkar at undirvísa.
Síðani Føroya Symfoni-
orkestur varð sett á stovn,
hevur Jens Christian verið
tí hollur stuðul.
Jens Christian hevur frá
tí hann var blaðungur
sungið í sangkórinum í
Ebenezer, har pápi hansara
í mong ár var leiðari. Í fleiri
enn tjúgu ár hevur Jens
Christian havt ábyrgdina av
kórinum. Hann hevur eisini
í øll árini, síðani dupult-
kvartettin sá dagsins ljós,
verið ein av stuðlunum har.
Dupult kvartettin hevur við
sínum framúr góða sangi
verið til gleði og troyst og
uppmuntran
so
nógva
staðni.
Jens Christian giftist í
1983 við Kristinu, fødd
Joensen og ættað úr Klaks-
vík. Tey búðu í Havnini,
men longu í 1990 doyði
Kristina av sjúku.
Í
1995
giftist
Jens
Christian við Maluni, fødd
Gaard og ættað úr Havnini.
Tey eiga trý børn – Annika
fødd í 1995, Pavla fødd í
1998 og Jens, sum er fødd-
ur í 1999. Tey búgva í
Grønulíð, har tað bæði inni
og úti sæst væl til sera góðu
handverkaraevnini hjá Jens
Christiani.
Jens Christian Guttesen 50 ár