mikudagur 8. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 106 - 8. juni 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Hávur drap fiskimann
Tann 22 ára gamli suðurafrikanski fiskimaðurin Henri
Murray royndi at verja seg, tá ein stórur hávur legði á
hann. Tvær ferðir eydnaðist tað honum at reka hávin
burtur við harpunini, men so gingu kreftirnar undan.
Henri Murray er ikki tann fyrsti, sum hevur latið lív
í bardaga við háv úti fyri suðurafrikonsku strondini tey
seinastu árini. Í november í fjør doyði ein annar fiski-
maður, tá ein hávur leyp á hann, og nakrar dagar seinni
tók ein hávur eina eldri kvinnu, sum var farin at svimja
nærhendis Cape Town.
Suðurafrikonsku myndugleikarnir siga, at munandi
meiri hávur er at síggja úti fyri strondini nú enn, og ser-
frøðingar halda, at tað kemst av tí veksandi hitanum í
sjónum. Serfrøðingarnir vita kortini ikki, at tann
veksandi hitin ger, at hávurin nørist skjótari enn fyrr,
men okkurt bendir á tað, siga teir.
Ein altjóða felagsskapur, sum heldur eyga við háva-
álopum, sigur, at í fjør vórðu fólk álopin av hávi 61 ferð-
ir, og at sjey teirra doyðu. Í 2003 vóru álopini 57 í tali.
Stórur gestur
Norðmenn hátíðarhildu í gjár, at hundrað ár vóru liðin,
síðani ríkiseindin ímillum Noreg og Svøríki bleiv
upployst.
Í tí sambandi hevði amerikanski herflotin sent flog-
beran "Saipan" til Oslo at taka lut í hátíðarhaldinum.
Skipið er bygt í sjeytiárunum, men er nútímansgjørt
við allari nútímans tøkni. Tað hevur umleið 30 flogfør
og tyrlur, og 1.800 mans eru við skipinum.
Men tað eru ikki bara menn við "Saipan", tí Donna M.
Looney er skipari. Hon er ikki bara skipari á "Saipan",
men stendur á odda fyri einari flotadeild, sum umfatar
tveir aðrar flogberar umframt nøkur smærri herskip.
Hetta var aðru ferð, at hon var á flotavitjan í Noregi.
Fyrru ferð var fyri tjúgu árum síðani, tá hon var við
einum herskipi, sum legði at í Bergen.
Bjørn leyp á
Sunnukvøldið leyp ein bjørn á eina unga kanadiska
kvinnu, sum var farin út í ein skóg at súkkla. Tá løg-
reglan kom fram á kvinnuna, var hon deyð.
Kanadisku myndugleikarnir siga, at bjørnin, ein
grizzlybjørn, helt til í einum øki, har nógv fólk búgva,
og tí bleiv hon flutt burtur haðani fyri átta døgum síð-
ani. Men sunnukvøldið kom hon aftur og gekk og mól
í einum frítíðarøki nakað vestan fyri býin Calgary. Júst
har vóru Isabelle Dube og tvær vinkonur og súkklaðu,
tá bjørnin leyp á tær. Tað eydnaðist hinum báðum
kvinnunum at sleppa til rýmingar, men bjørnin fekk
fatur á Isabelle Dube.
Nakað seinni bleiv bjørnin skotin. Myndugleikarnir
siga, at hon var bara fýra ára gomul og vigaði 180
pund. Ein vaksin grizzlybjørn kann viga upp ímóti 800
pundum. Hetta er fyrstu ferð síðani 1998, ein bjørn
hevur gjørt av við eitt fólk í hesum partinum av
Kanada.
57 ára gomul fekk
tvíburðar
Tann 57 ára gamla Rosie Swain var bæði mamma,
omma og langomma, tá hon fyri tveimum mánaðum
síðani gjørdist mamma eina ferð afturat.
- Eg veit, at hetta lukkast ikki hjá øllum, men hjá
mær og manni mínum eydnaðist tað, segði Rosie
Swain við sjónvarpið, tá hon fyri nøkrum døgum síðani
vísti almenninginum tvíburðarnar. Lækni hennara,
Deborah Kimberlin, segði, at hon hevði stúrt fyri, hvat
kundi henda, men at allar kanningar høvdu víst, at alt
var í lagi. At alt hevði gingið, sum tað skuldi, var ikki
minst teirri góðu heilsuni hjá Rosie fyri at takka, segði
læknin.
Umframt tvíburðarnar eigur Rosie seks børn, seks
ommubørn og fimm langommubørn.
Myndugleikarnir í
Kekenia viðganga nú,
at russiskir hermenn
hava burturflutt nógv
fólk har
BURTURFLYTINGAR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Mannarættindafelagsskapir
hava leingi lagt russiska
herin í Kekenia undir rán
og burturflytingar, og nú
viðgongur kekenski for-
setin, Alu Alkhanov, fyri
fyrstu ferð, at tað er so.
- Burturflytingarnar eru
munandi færri nú enn fyrr,
og nú hava hermenninir
ábyrgdina av ímillum fimm
og tíggju prosentum av
burturflytingunum, segði
forsetin á einum tíðinda-
fundi mánadeagin. Hann
legði afturat, at kekensku
myndugleikarnir fara at
gera sítt til at fáa enda á
lógloysinum.
Amnesty International
sigur seg fegnast um, at
kekensku myndugleikarnir
taka burturflytingarnar í
álvara. Felagsskapurin hev-
ur leingi víst á, at nógvir
kekenar eru horvnir, og at
eingin hevur hoyrt nakað
aftur frá teimum.
Russiski umboðsmaðurin
í Kekenia, Vladimir Lukin,
segði í vár, at í fjør vórðu
umleið 1.700 fólk burtur-
flutt í Kekenia, og tað sam-
svarar væl við upplýsingar,
sum russiski mannarætt-
indafelagsskapurin Mem-
orial hevur almannakunn-
gjørt. Memorial og Human
Rights Watch vilja vera við,
at russiskir hermenn høvdu
ábyrgdina av umleið einum
triðingi av burturflytingun-
um í fjør, og at hini vórðu
burturflutt av deildum, sum
stuðla russum.
Mánadagin søgdu fólk í
kekensku bygdini Prigoro-
dnoje, at hermenn við
gekkaskorti høvdu burtur-
flutt seks ungar menn í
bygdini. Sambært HRW eru
tað vanliga ungir menn,
sum verða burturfluttir.
Næstan 200.000 eru
deyð, og tvær milli-
ónir eru rikin frá húsi
og heimi í sudanska
landspartinum Dar-
fur. Nú skulu teir
seku revsast, men
sudanska stjórnin vil
ikki samarbeiða
DARFUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Altjóða
revsirætturin
í
Haag er nú farin undir at
viðgera tað, sum er hent í
sudanska
landspartinum
Darfur, síðani ágangurin
byrjaði har fyri tveimum
árum síðani.
ST hevur latið revsirætt-
inum ein lista við nøvnun-
um á 51 persónum, sum eru
undir illgruna fyri at hava
framt krígsbrotsverk í Dar-
fur. Listin er ikki almanna-
kunngjørdur, men hildið
verður, at har eru týðandi
sudanskir stjórnarlimir og
herovastar umframt leiðar-
ar í uppreistrarrørslum.
USA var leingi ímóti, at
revsirætturin skuldi taka
málið upp, tí amerikanska
stjórnin viðurkennir ikki
rættin, men í apríl slakaði
USA og tók undir við, at
álæra verður reist ímóti
teimum seku í Darfur. Sam-
stundis hevur Washington
fyri trygd fyri, at amerik-
anarar í Sudan verða ikki
drignir fyri rættin.
Luis Moreno Ocampo,
sum stendur á odda fyri
kanningunum hjá revsirætt-
inum, sigur við Reuters, at
rætturin fer at leggja størsta
dentin á at fáa fatur á teim-
um, sum hava høvuðs-
ábyrgdina av sorgarleik-
inum í Darfur. Hann leggur
dent á, at skal rætturin
røkka máli sínum, má hann
fáa hjálp frá viðkomandi
myndugleikum. ST hevur
lovað rættinum fullan stuð-
ul, men sudanska stjórnin
hevur gjørt greitt, at hon fer
ikki at útflýggja sudanskar
ríkisborgaar til rættarsókn
uttanlands. Hon ætlar sær
heldur ikki at samstarva við
rættin á annan hátt.
ST-aðalskrivarin,
Kofi
Annan, var í Darfur fyri
einari góðari viku síðani,
og hann sigur støðuna vera
syndarliga.
- Tey siga, at tað er betri
nú enn í fjør, men vit kunnu
kortini ikki góðtaka hetta,
sigur Annan við Rauters.
Russiskir hermenn ræna
fólk í Kekenia
Vil ikki útflýggja
krígsbrotsmenn
Ein hermaður hjá afrikonsku
samgonguni á varðhaldi í
einari flóttafólkalegu í
Darfur