Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Av og á hevur spurningurin um loftvegis útflutning av fiski verið frammi, men Richard Leonson, sum starvast á flogvøllinum í Vágum, heldur, at hetta bara er "snakk", sum hann tekur til FLUTNINGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á flogvøllinum í Vágum seinasta hósmorgun hitti Sosialurin Richard Leonson, ið hevur starv- ast sum "handlingsmað- ur" á flogvøllinum í eini 40 ár. Hansara uppgáva er at fylla viðførið hjá ferðafólki, post og frakt í og úr flogførunum, sum koma og fara. Teir eru tilsamans átta mans – fýra á hvørji vakt, sum taka sær av hesum ar- beiði. Richard er roynd- ur í leikum og hevur í síni longu starvstíð upp- livað eitt sindur av hvørjum. Hann var eis- ini staddur á flogvøllin- um, 26. september í 1970, tá ið flogfarið úr Íslandi datt niður í Mykinesi. - Tá sat eg her vesturi og tók telefonina, men eg visti av ongum, tá ið eg fór til hús hendan feigdardag, sigur hann. Livandi hummari Richard sigur, at nú hummaratíð er, fer fitt av livandi hummara av landinum við flogfari. - Í morgun fóru so- leiðis 37 eskjur, og við- hvørt fara einar 2-3 sendingar um dagin. Ein vanligan dag fara einar 60 eskjur við himmara av landinum. Hann sigur, at eskjur- nar, sum eru úr flam- ingo-tilfari, viga eini 13- 14 kilo hvør. Føroyskur hummari er sendur livandi av landin- um við flogfari nú í nøk- ur ár. Richard vísir á, at er tað soleiðis, at hummari, sum er komin vestur í Vágar, ikki fer avstað sama dag, tí pláss ikki er í flogførunum, kemur útflytarin vestur aftur eftir eskjunum og slepp- ur hummarunum í sjógv, til hann kemur vestur aftur við teimum. Fiskaflutningur Av og á hevur verið kjakast um, hví føroy- ingar ikki senda feskan fisk av landinum loft- vegis, men hetta heldur Richard bara vera "snakk", sum hann tekur til. - Tað fer at kalla eing- in fiskur av landinum loftvegis, og tað er einki at siga til, tí tað riggar ikki at flyta fisk út í ferðafólkaflogførum. Hann vísir á, at flog- førini taka eini trý tons av farmi tilsamans, og tað er eingin nøgd at tosa um. - Dryppar úr einum fiskakassa, er neyðugt at loysa einar túsund skrúvur, um fiskaroyk- urin skal fáast úr við- førisrúminum aftur. So, hetta er avgjørt ikki væl egnaður flutningur til fisk. Richard Leonson heldur, at skulu vit tosa um veruligan loftvegis útflutning av fiski, er neyðugt við flutnings- flogførum. - Men eg dugi ikki at síggja, at tann stóri áhugin er fyri hesum, leggur hann aftrat. Fiskur og ferða- góðs rigga ikki saman Nr. 106 • mikudagur • 8. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo - Eg hevði ikki vænt- að, at so nógv fólk kendu meg, segði Oddur Heinesen, bakari, tá ið Miðberg Bakarí skipaði fyri móttøku fyri honum, nú hann hevur tænt bakarínum í Saltangará í 35 ár MÓTTØKA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nógv fólk vóru til móttøku, tá ið Miðberg Bakarí í Saltangará ynskti at "markera", at Oddur Heine- sen hevur verið í starvi sum bakari hjá bakarínum í samfull 35 ár. Fólk komu við blómum og heilsanum, og í stuttum práti inni á gólvinum hend- an dagin, segði Oddur Heinesen, at hann var rætti- liga ovfarin av, at so nógv vóru komin inn á gólvið. - Eg hevði ikki væntað, at so nógv fólk kendu meg, segði hann, meðan hann stóð við abbasoninum, sum eisini var komin til mót- tøkuna, í føvninginum. Kunoyingur Oddur er ættaður úr Kunoy. Sum ungur giftist hann Eyðbjørg, sum er ættað av Toftum. Tey búsettust í Saltangará, har tey fram- vegis búgva. Oddur er eis- ini bróður Heina O. Heine- sen, sum allir føroyingar kenna. Tey eru fleiri systk- in, og hesi nýttu eisini høvi at heilsa bróðrinum og bak- aranum á stóra degnum. Tey, sum kenna Odd, siga, at hann er ikki mað- urin við teimum stóru "al- bogunum", men hann er ein ógvuliga fryntligur maður - og ein dugnaligur og skjót- førur bakari. - Hann verður ikki tikin í sínum arbeiði, siga tey, sum kenna hann. Lærdi hjá Alla Oddur fór í sínari tíð at læra til bakara hjá Alla í Klokk- aragøtu í Havn, og har arbeiddi hann eisini eitt ár eftir, at hann var vorðin sveinur. - Eg havi soleiðis bakað í meira enn 40 ár, sigur Oddur. Spurdur, hvussu nógv breyð hann í miðal man hava bakað um dagin, held- ur hann fyri, at talan helst eru um eini 500 rugbreyð og 500 fransbreyð. Oddur Heinesen hevur trivist væl sum bakari, og honum hevur dámað væl hjá Miðberg Bakaríi, sum nú hendan dagin nýtti høvi at heiðra henda stillføra og roynda bakaran. - Tað riggar ikki at útflyta fisk loftvegis við ferðafólkaflogførum. Dryppar úr fiskakassa, er neyðugt at loysa túsund skrúvur fyri at fáa fiskaroykin úr aftur viðførisrúminum, sigur Richard Leonson Mynd: Vilmund Jacobsen Hevur bakað í meira enn 40 ár Nógv fólk nýttu høvi at heilsa Oddi hendan merkisdag Mynd: Vilmund Jacobsen Oddur Heinesen við abbasoninum í føvninginum Mynd: Vilmund Jacobsen