mikudagur 8. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 106 - 8. juni 2005
Seinasta fríggjadag
var Sosialurin á vitjan
á stóra bryggjarínum
í Ålborg, Aalborg
Akvavit, ið er kenda
"kelinavnið" á fyri-
tøkuni, sum nú er
partur av ein stórari
ketu, V&S Group
VITJAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tær nýttist ikki at ivast í,
hvagar tú var komin, tá ið
tú steig inn um portrið hjá
Aalborg Akvavit í Ålborg.
Stóru tangarnir sóust lang-
an veg, og í fremst túninum
stóð bilur við nummar-
plátuni, AKVAVIT. Blað-
stjórin
á
Norðlýsinum,
Olivur Joensen, helt fyri, tá
ið hann sá bilin, at hesin
hevði ikki verið so væl
egnaður at farið á morgun-
møti við.
Hevði nakar sum helst ivi
verið um, hvar tú var, var
allur ivi burtur, tá ið tú
komst innar í bygningarnar.
Ramur roykur av brennivíni
setti seg í næsarnar og hjá
tí, sum ikki nýtist nógv
meira enn uppí ein propp
fyri at fáa eina kenning,
mundi hesin roykurin næst-
an vera nóg mikið!
Eldur og sigarettir eru
bannaðar á hesi vitjan,
bæði inni og úti í garðinum,
tí her snýr tað seg um
sterkar og á mangar mátar
"eldfimar" løgir. Spritt er
eldfimt, og tí er ikki ráðiligt
at taka sær nøkur óráð. Far-
telefonir eru eisini bann-
lýstar á sprittverksmiðjuni,
tí tær kunnu geva neistar frá
sær – og so kann hin
"versti" vera leysur…
Tað var áhugavert at
fylgja framleiðslustjóran-
um á ferðini gjøgnum verk-
smiðjuna, har vit bæði sóu
partar av tí gamla útbúnað-
inum og tann nýggja.
Ikki minst áhugavert var
at síggja gamla "sprittmát-
aran", sum Toll & Skatt í
Danmark eigur. Á hesum
mátara, har øll framleiðslan
fór ígjøgnum fram til eina-
ferð í sjeytiárunum, er
teljari sum sigur, hvussu
stór framleiðslan er – og
hareftir vórðu avgjøldini
roknað. Í dag rennur fín-
spritt framvegis gjøgnum
teljaran, men nú er tað
meira fyri at gleða tey vitj-
andi – og ikki sum partur av
skyldunum mótvegis tí al-
menna.
Framleiðslustjórin segði,
at størsti parturin av virk-
seminum á Aalborg Akva-
vit í dag er sjálvvirkandi,
soleiðis at framleiðslutólini
eru teldustýrd.
- Í sínari tíð vóru 350
fólk í arbeiði hjá fyritøkuni;
í dag eru vit 40, men fram-
leiðslan er 10 ferðir so stór,
segði hann.
Á vitjanini fingu tey, sum
Brennivínsroykurin setti seg í næ
Hesir stóru tangarnir er eitt tað fyrsta, tú sært, tá ið tú vitjar Aalborg Akvavit
Mynd: Vilmund Jacobsen
Framleiðslustjórin á Aalborg
Akvavit greiðir frá fyritøkuni
Mynd: Vilmund Jacobsen