mikudagur 8. juni 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vildu, høvi at smakka ym-
isku brennivínssløgini, og
høvið var eisini at vitja lítlu
sølubúðina, sum er á verk-
smiðjuni.
V&S Group
Í 1999 varð felagið, sum
gongur undir navninum,
"De Danske Spritfabrikk-
er", keypt av svensku vín-
og rúsdrekkaketuni, V&S
Group, sum eigur dóttir-
felagið, V&S Danmark
A/S.
V&S Group er ein leið-
andi framleiðari og útbjóð-
ari av víni og rúsdrekka í
Norðurevropu og telist
millum tíggju tær størstu
rúsdrekkafyritøkurnar
í
heiminum.
Kendasta vørumerkið hjá
V&S Group er Absolut-
Vodka, sum samstundis
telist millum trý av heim-
sins kendastu brennivíns-
sløgum.
De Danske Spritfabrikk-
er, sum eisini er veitari til
danska kongshúsið, telist í
dag millum størstu fram-
leiðarar av brennivíni í
Norðurlondum.
Fundamentið varð lagt
við akvavittini, men í dag
fevna vørusløgini um mong
onnur brennivínssløg, eitt
nú vodka, rom, ginn,
whisky, cognac, gammel
dansk, bitter dram og likør.
Mannavirðing
Í faldara, sum Aalborg
Akvavit hevur, verður víst
á, at njótanin av rúsdrekka
er ein partur av mentanini í
okkara parti av heiminum.
Víst verður eisini á, at
drykkjuskapur, sum ikki fer
fram við máta, kann føra til
misnýtslu.
- De Danske Sprit-
fabrikker eru sannførd um
sína ábyrgd og kenna eina
moralska skyldu at kunna
um "góða drykkjumentan",
sum tey rópa tað. Tí leggja
vit dent á eina ábyrgdar-
fulla
marknaðarføring,
samstundis sum vit eisini
menna vørur, ið eiga eitt
náttúrligt pláss í samveruni
millum vaksin fólk, eitt nú
vørur sum "ingrediens" til
góðar máltíðir.
Lagt verður aftrat, at fyri-
tøkan hevur virðing fyri
menniskjanum
og
um-
hvørvinum, soleiðis at allar
galdandi reglur á økinum
verða fylgdar.
- Vit vilja vera eitt gott
fyridømi, sum ein ábyrgd-
arfull fyritøka, siga tey.
Áhugaverd søga
Danir halda, at søgan um
"snapsin" og De Danske
Spritfabrikker er so áhuga-
verd, at teir fegnir vilja lýsa
hesa søgu fyri fólki, sum
ferðast á Ålborg-leiðini. Tí
kunnu fólk – einstaklingar
ella bólkar - vitja verk-
smiðjuna og fáa eina kunn-
ing, samstundis sum tey
sleppa at síggja bæði gam-
alt og nýtt á vitjanini – og
er talan um serliga vitjan,
sleppa tey eisini at velja
sær ein lítlan snaps í stóra
úrvalinum av fløskum, sum
hanga á vegginum í "barr-
ini".
Aalborg Taffel Akvavit,
sum telist millum kendastu
merkini – og eisini er kent
undir navninum, Rød Aal-
borg, er tó eldri enn sjálv
stovnanin av De Danske
Spritfabrikker. Gjøgnum
árini er hetta brennivíns-
slagið framleitt saman við
eplum, hveiti og mais, men
í dag verður hesin klári
drykkur bert framleiddur
við danskari hveiti.
Nr. 106 - 8. juni 2005
17
æsarnar millum stóru tangarnar
- Hesin hevði ikki riggað so
væl at farið á morgunmøti
við, helt Olivur Joensen á
Norðlýsinum fyri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á hesum mátara, har øll framleiðslan fór ígjøgnum fram til
einaferð í sjeytiárunum, er teljari sum sigur, hvussu stór
framleiðslan er – og hareftir vórðu avgjøldini roknað
Mynd: Vilmund Jacobsen