mikudagur 8. juni 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 106 - 8. juni 2005
Suðuroyingar fara nú
at biðja Vinnumála-
ráðið og Fiskirann-
sóknarstovuna um
loyvi til at taka toska-
yngul av Føroya
Banka til aling
TOSKAALING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Toskaaling kann gerast ein
framtíðar vinnugrein í Før-
oyum.
Á evnisdegnum hjá Suð-
uroyar Sparikassa og Før-
oya Tele um menning í
Suðuroy
metti
Hørður
Wardum, alifrøðingur, at
toskaaling kann gerast eitt
lønandi alternativ til laksa-
aling í Føroyum.
Sjálvur var hann biðin
um at siga sína hugsan um
aling á harðbalnum sjóøkið
eystanfuri
Suðuroynna,
men hann kom skjótt til ta
niðurstøðu, at enn liggur
hetta nakað frammi í tíðini.
Ístaðin umrøddi hann
møguleikan at fara undir
toskaaling í Suðuroynni.
Nógvir fyrimunir
við at ala tosk
Hørður Wardum sigur, at
tað eru nógvir fyrimunir
við at ala tosk framum laks.
– Í fyrstu atløgu hóskar
hitin í sjónum í Føroyum
seg nógv betri til toskaaling
enn til laksaaling.
– Harafturat ber til at
tryggja marknaðinum eina
heilt støðuga levering og
tað ber til at halda eina
javna dygd, tí dygdina ber
til at stýra heilt neyvt við tí
fóðuri, sum fiskurin fær.
Við fóðrinum ber eisini til
at stýra fitini í livrini akku-
rát sum vit vilja.
Hann segði eisini, at Før-
oya Banki er rætta staðið at
taka yngul, tí toskurin á
Føroya Banka hevur heilt
serligar vakstrareginleikar
og veksur munandi skjótari
enn annar toskur. Banka-
toskur verður 70 senti-
metrar upp á trý ár, men
toskur av landgrunninum
verður bara 50 sentimetrar
upp á trý ár.
– Orsøkin til hetta er ikki
bara, at bankatoskurin fær
meiri at eta, tí royndir vísa,
at verða bankatoskar og
toskar av landgrunninum
sleptur í kør, har teir fáa
nágreiniliga tað sama at
eta, veksur bankatoskurin
eisini skjótari undir slíkum
umstøðum.
Alifrøðingurinsegði, at
harafturat vísir tað seg, at
aldur fiskur fær væl hægri
prís enn fiskaður fiskur, tí
at leveringin og dygdin
verða so jøvn og tað eru
keypararnir sinnaðir at
betala fyri.
Hann vísti á, at ein norð-
maður alir upsa, sum hann
selur fyri heilar 30 krónur
fyri kilo.
– Tað vísir seg, at kann
ein útflytari tryggja støðuga
levering og støðuga dygd,
fær hann eisini hægri prís.
Royndir við toskaaling í
Noreg vísa eisini, at tað
fáast fleiri krónur meiri fyri
kilo av aldum toski enn tað
fáast fyri fiskaðan tosk tí at
tað ber til at tryggja støð-
uga levering.
Hinvegin er tað ógvuliga
ymiskt, hvussu nógvur
toskur er at fáa í vanligum
fiskiskapi og tað ger tað
torført at gera bindandi,
góðar avtalur við keyparar
um levering.
Harafturat vísti Hørður
Wardum á, at sum heild er
fiskiskapurin eftir toski í
Norðuratlantshavi mink-
aður meiri enn eina helvt
hesi seinastu árini. Í 1986
vórðu tvær milliónir tons
av toski fiskað í Norður-
atlantshavi, men í 2002 var
tað komið niður á 800.000
tons.
Hann sigur, at hetta hevur
gjørt sítt til at skunda undir
aling av toski.
– Samstundis er alitoskur
púra óstrongdur, tá ið hann
verður blóðgaður og roynd-
ir vísa, at tað hevur stóran
týdning fyri dygdina.
– Somuleiðis er meiri
fiskur á tí alda toskinum,
soleiðis at úrtøkan er eini
50-60%, afturímóti eini úr-
tøku uppá 40-45 % á fisk-
aðum toski.
Harafturat er sporførið
eisini heilt nágreiniligt og
tað er nakað, sum keyparar
seta størri og størri krøv til.
Sjálvur heldur hann, at
tað er skilagott, at flaka-
vinnan er við í eini slíkari
ætlan so at aldi toskurin
kann virkast víðari á flaka-
virkjunum.
– At ala tosk kann hava
tvinnandi endamál. Hann
kann bæði útflytast bein-
leiðis, men hann kann eis-
ini vera við til at tryggja
flakavirkjunum arbeiði.
– Harafturat fæst full
nytta burturúr toskinum, tí
umframt
flakið,
kunnu
bæði høvd, skræða, inn-
vølir, rogn og sil og skrokk-
ur nýtast í øðrum fram-
leiðslum.
Hann segði, at hinvegin
er tað ein vansi, at tað kost-
ar meiri at ala tosk enn at
fiska tosk.
– Tí kann aldur toskur
ikki seljast á uppboðssølu,
tí tá verður prísurin ov
ójavnur og vágin verður ov
stórur.
Kann stuðla uppundir
flakavinnuna
Samanumtikið helt Hørður
Wardum, at vit hava rætti-
liga góðar møguleikar ala
tosk í Føroyum.
Sjálvur metti hann at
verður yngulin havdur í
kørum til hann er 500
gramm, kemur hann at
ganga 10-12 mánaðir í
ringum á sjónum og tá
hevði tað borið til at ala
eini 6000 tons av toski í
Suðuroy um árið.
– Verður fiskurin koyrdur
á sjógv smærri, verður
framleiðslutíðin á sjónum
longri og tá ber til at ala
eini 2000-3000 tons.
Annars heldur hann, at
tøknin til laksaaling og
toskaaling líkist nógv, men
vitan má fáast aðrastaðni,
bæði av Fiskaaling, men
eisini úr Noregi.
Hann vísti eisini á, at
norðmenn arbeiða hart fyri
Ætla at fara undir at ala to
Eini 60 fólk vóru á evnisdegi hjá Suðuroyar Spariassa og Føroya Tele um menningarmøguleikar í Suðuroy.
fyrimunur er, at hitin í sjónum í Føroyum hóskar seg nógv betri til toskaaling enn til laksaaling