mikudagur 8. juni 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
at menna toskaalingina og
hann stúrdi fyri, at tað fer at
vera torført hjá føroysku
flakavinnuni, tá ið norð-
menn rættiliga hava fingið
gongd á sína toskaaling.
– Tá ið norðmenn fáa
sent fyrstafloks aldan tosk á
marknaðinum í Evropa,
tíma fyri tíma, um so skuldi
verið, stúri eg fyri, at flaka-
vinnan í Føroyum kemur at
standa sum tapari í kapp-
ingini, tí tá kunnu vit ikki
hava nóg støðuga levering
og nóg støðuga dygd til at
vit kunnu kappast við alda
toskin, segði Hørður Ward-
um.
Gjørd ætlan fyri
at byrja skjótt
Á evnisdegnum var eisini
bólkaarbeiði, og bólkurin,
sum hevði við toskaaling at
gera, legði fram eina ætlan
fyri, hvussu toskaaling
kann mennast í Suðuroy.
– Sostatt fer alivirkið
Faroe Farming í Suðuroy
beinanvegin at biðja Vinnu-
málaráðið og Fiskirann-
sóknarstovuna um loyvi til
at taka yngul av Føroya
Banka til endamálið.
Hørður Wardum væntar,
at í fyrstu atløgu kann tak-
ast eitt lítið tal av yngli fyri
at fáa meiri vitan og fyri at
fáa gongd á toskaaling og
fyri at kunna ala lívfisk.
– Næsta stigið verður at
hugsa um eina lívfiska- og
yngulstøð. Í løtuni hevur
Fiskaaling eina lívfiskastøð
til kalva í Nesvík í Sunda-
lagnum.
Men skulu størri íløgur
gerast í eina lívfiskastøð til
tosk, metir Hørður Wardum
ikki, at tað er skilagott at
hetta eisini verður gjørt í
Nesvík.
– Støðin í Nesvík er væl-
egnað til royndarvirksemi,
men ikki til aling á vinnu-
ligum støði. Hetta tí, at í
Sundalagnum verður altíð
rættiliga nógv aling, og tá
minkar trygdin móti sjúk-
um samsvarandi.
Sjálvur heldur Hørður
Wardum, at ein lívfiskastøð
liggur nógv betri fyri í
Suðuroy, har sjúkutrygdin
kann verða betri. Tí kunnu
møguligar almennar íløgur
á hesum øki heldur gerast í
Suðuroynni enn í Sunda-
lagnum.
– Men Fiskaaling hevur
vitan um toskaaling, og tí
eigur hetta arbeiði at verða
gjørt í tøttum samstarvi við
Fiskaaling og annars við
útlendingar, ið hava gjørt
sær royndir í at ala tosk í
størri skala.
Í hesum sambandi verður
eisini arbeitt við at fáa loyvi
at taka lívfisk av Føroya
Banka. Í samband við hetta
skal fundur fáast í lag við
Vinnumálaráðið og Fiski-
rannsóknarstovuna. Fæst
lívfiskur í ár, gýtur hesin
næsta vár og yngulið undan
honum kann so setast á
sjógv á heysti 2006.
Hørður Wardum metir, at
tað verður bara hendan eina
lívfiskastøðin til tosk, tí við
at hava eina stóra støð, ber
til at fáa eindarkostnaðin
niður, annars fæst ikki løn-
semi í toskaalingina.
Skulu tosa aftur
Erhard Joensen, stjóri á
Faroe Farming, sigur, at teir
hava havt samband við
Fiskirannsóknarstovuna.
Enn er onki avgjørt, men
tey hava avtalað at tosa
saman aftur.
Sjálvur metir hann av-
gjørt, at toskaaling kann
verða eitt alternativ til
laksaaling.
– Hetta er í hvussu so er
eitt øki, har vit hava ein
beinleiðis kappingarfyri-
mun við tað, at bankatosk-
urin veksur eini 30% skjót-
ari enn annar toskur, sigur
hann.
Nr. 106 - 8. juni 2005
19
osk í Suðuroy
– Norðmenn arbeiða hart fyri at menna toskaalingina og tá ið teir fáa sent fyrstafloks aldan
tosk á marknaðinum í Evropa, stúri eg fyri, at flakavinnan í Føroyum fer at tapa kappingina,
segði Hørður Wardum á evnisdegi um menningarmøguleikar í Suðuroy
Tey hoyrdu alifrøðing siga, at tað eru nógvir fyrimunir við at ala tosk í Føroyum, heldur enn laks. Ein