Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 106 - 8. juni 2005 KANNINGAR Jan Müller jan@sosialurin.fo Leygardagin kom tað næsta av íalt trimum kann- ingarskipum, sum skulu gera kanningar fyri Statoil og tess samstarvsfeløg á landgrunninum, Shell, Dong og Faroe Petroleum. Polarsyssel kom á Havnina fríggjadagin eftir útgerð og er nú farið út á loyvini nr. 9,10 og 11, sum Statoil m.a. einsamalt men eisini saman við hinum feløgun- um fekk tillutað í 2. útbjóð- ing fyrr í ár. Polarsyssel skal taka nakrar kjarnuroyndir av havbotninum, til tess at kanna, um kolvetni er likið upp úr undirgrundini. Herfyri kom fyrsta kann- ingarskipið í ár, Polar Prin- cess til Føroya. Polar Prin- cess skjýtur seismikk á einum stórum øki. Triðja skipið, sum Statoil hevur gjørt sáttmála um, skal standa fyri kanningum, ið hava til endamáls at greina meira, hvussu tjúkt basaltið er á økinum. Hetta skipið, sum eitur Aurelia, kemur seinni í hesum mán- aðinum. Rúni Hansen, stjóri í Statoil, sigur, at ætlanin hjá Statoil og hinum feløgun- um, sum teir arbeiða saman við, er at fáa so nógvar upp- lýsingar sum til tilber í summar, sum teir síðani kunnu arbeiða víðari við allan veturin. Vitanin, sum teir fáa, skal so hjálpa fe- løgunum at finna fram til tey røttu og bestu støðini at seta borin í einaferð í fram- tíðini. Tað er Thor í Hósvík, sum umboðar kanningar- skipini í Føroyum. Thor hevur eisini fleiri hjálpar- skip í arbeiði í seismikk- vinnuni og oljuvinnuni ymsa staðni kring heimin. Tey trý loyvini, sum kanningarnar fevna um, eru rættiliga stór. Talan er um loyvi 9,10 og 11. Meðan Statoil fyrr brúkti fiska- nøvn í sambandi við síni leitiloyvi, verða nú brúkt hvalanøvnini Sildrekin, Slættubøka og Døglingur. Statoilsamtak niður á botn: Leita eftir kolvetnislekum á havbotninum Polarsyssel skal gera kanningar av havbotninum við Føroyar við tí fyri eyga at kanna kolventislekar úr undirgrundini. Mynd Jan Müller