mikudagur 8. juni 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2005
21
- Sera stórur áhugi er
fyri, hvussu føroy-
ingar og útlendingar
royna at loysa basalt-
knútin við kanning-
um í føroysku undir-
grundini, og í hesum
sambandi hevur tað
stóran týdning at fáa
borað ein brunn á
basaltinum. Í næst-
um verður stór ráð-
stevna í Spania, har
Heri Ziska úr Føroy-
um fer at halda
fyrilestur.
BASALT
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Í næstum fer ein av okkara
fremstu jarðalifrøðingum
at luttaka á stórari ráð-
stevnu í Madrid, har evnið
m.a. er basalt. Talan er um
Hera Ziska, sum er eitt av
okkara undangongufólkum
í sambandi við leiting eftir
kolvetni í føroysku undir-
grundini. Ráðstevnan er
tann størsta av sínum slag í
Europa. Tað er felagsskap-
urin “European Association
of Geoscientists and Engi-
neers (EAGE)” sum skipar
fyri ráðstevnuni. Í ár er tað
saman við felagsskapinum
“Society
of
Petroleum
Engineers (SPE)”. Ráð-
stevnan byrjar mándagain
13. juni og endar hósdagin
16 .juni og er í Madrid í
Spania.
Gjørt sítt heima-
arbeiði
Heri Ziska er fegin um at
hava fingið innbjóðing til at
vera við á ráðstevnuni. Tí
tað er eftir øllum at døma
ikki ein og hvør, sum fær
høvi til at halda fyrilestur á
slíkari stórari ráðstevnu.
Men Heri gjørdi sítt heima-
arbeiði væl og slapp ígjøg-
num nálareygað. Sum so er
tað ein heiður at fáa pláss
fyrilestrarpláss
millum
fleiri av heimsins kendastu
fakfólkum á hesum økin-
um. Og tey eru mong í tali
skilst.
Fyrilesturin, sum Heri
Ziska fer at halda, snýr seg
um, hvussu ein kann nýta
magnetisku eginleikarnar
hjá basaltinum til at tulka
partvís, hvussu basaltið
liggur úti á landgrunninum
og harútfrá hvussu tað sær
út undir basaltinum. Hetta
er ein nýggjur háttur at nýta
magnetiskar
kanningar
uppá, og er hann rættuliga
spennandi, tí hann kann
gera tað nógv lættari og
skjótari at tulka stór øki,
har basalt er til staðar.
Føroyaøkið í fokus
Heri arbeiðir m.a. saman
við Richard Morgan, sum
hevur arbeitt við føroyska
økinum leingi. Fyrst við
World Geoscience, sum var
tað felagið, sum savnaði
magnetisk data við flogfari
í 1995 og 1996, og nú við
Veritas Dgc, sum er tað fe-
lagið, ið hevur savnað mest
seismisk dáta á føroyska
økinum.
Sum skilst so eru nógvir
av fyrilestrarhaldarunum
fakfólk, sum hava havt eitt
ella annað tilknýti til kann-
ingar í føroyskum øki. Her
kanska serstakliga í sam-
bandi við basaltspurningar.
Orsøkin til at so nógvir
fyrilestrar og tilfar annars
er um føroyska økið er
tann, at nettupp hetta økið
hevur verið í tí hepnu
støðu, at so nógvir ymiskir
kanningarhættir eru nýttir
higartil, og tí er umráðið
blivið til tað økið í heim-
inum, har serfrøðingarnir
royna seg mest við nýggj-
um kanningarháttum.
Vón og vánir
dríva verkið
Heri Ziska sigur víðari, at
tað, sum drívur hendan
áhugan fyri føroyska økin-
um, eru sjálvandi vánirnar
fyri at finna kolvetni her.
Upprunaliga var størsti
váðin í samband við at
leita eftir kolvetni undir
basaltinum tann sannroynd,
at tað var sera torført at fáa
eina góða mynd av tí, sum
lá undir basaltinum. Men
her eru hend stór framstig
soleiðis, at tað í dag er
møguligt at fáa rættuliga
góðar myndir av tí, sum
liggur undir basaltinum á
stórum parti av Hetlands-
rennuni og eisini økjum í
ein útsynning. Tí er váðin
minkaður nógv, men enn
eru tó nógvir ókendir fak-
torar eftir, sum tað verður
arbeitt við.
Goymslugrýtið
Heri Ziska, sum er ein av
teimum jarðalisfrøðingun-
um, sum hevur mestan
kunnleika til júst Føroya-
økið og sum eisini hevur
góðar vónir um, at stórar
nøgdir av kolvetni eru í
undirgrundini, sigur, at
tann faktorurin, sum hann í
dag metir er mest torførur
at meta um, er goymslu-
grýtið. Tað er ongin borur
á føroyska økinum, sum
hevur borað gjøgnum týð-
andi nøgdir av basalti, og tí
er tað ikki møguligt at siga,
hvat liggur undir. Tað ger,
at tað er neyðugt at tulka
seg fram til, hvat kann
verða til staðar. Og har eru
nógvir møguleikar, men til
ein hevur fingið eitt hol í
jørðina, so er ikki møguligt
at siga við vissu, hvat slag
av gróti er til staðar. Tí er
tað so týdningarmikið at
fáa borað hol í basaltið
nærri Føroyum enn tað fyrr
eg gjørt vísir Heri Ziska á.
Føroyska basaltið
í fremstu røð á ráðstevnu
Heri Ziska, jarðalisfrøðingur skal halda fyrilestur fyri serfrøðingum úr øllum heiminum um royndirnar at loysa basaltknútin á
Føroyaøkinum