mikudagur 8. juni 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ES-POLITIKKUR,
BÚSKAPUR OG
VALUTA
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Gongdin hesa vikuna í
kurvumyndini, sum plagar
at fylgja hesi viðmerking á
vinnusíðunum í Sosialin-
um, er so klár og týðilig
sum sjáldan fyrr. Europe-
iska felagsvalutan misti
virði í mun til amerikansk-
an dollara. Forkláringin
tykist at vera so líkatil.
Fólkaatkvøðurnar í Franka-
ríki og Hollandi um sátt-
mála um nýggja grundlóg
fyri ES søgdu "Non" og
"Nee".
Virðið á euro’ni var
longu fallið nokkso nógv
áðrenn hesar fólkaatkvøð-
ur. Valutahandlarar høvdu
væntað eitt nei og høvdu
roynt at fyrireika seg uppá
eina nýggja støðu. Men,
sum vikan gekk, fall euro-
virðið enn meir. Allarlægst
varð tað mikukvøldið uppá
1,2157. Men seinni í vikuni
og
seinasta
mánadag
stabiliseraðist virðið fyri-
bils millum 1,22 og 1,23.
Samlaða
myndin
hesar
seinastu 3 vikurnar, meðan
valstríð, valúrslit, og tíð til
umhugsan hava verið, hon
er, at euro hevur mist 4-5%
av virðinum, og er á lægsta
støði í mun til dollar, sum
hevur verið í 8 til 9 mán-
aðar.
Politiska árinið í
øðrum londum
Áðrenn valið í Frankaríki
vístu kanningar í Danmark,
at ein meiriluti av veljarun-
um har vóru positivir fyri
sáttmálanum. Men nú er
bráddliga vent í holuni,
34% eru ímóti, 32% eru
fyri og líka nógv eru í iva.
Ein triðingur í hvønn pott.
Stóri spurningurin, sum
fær flest at siga nei ella
ivast, er sjálvandi um góð-
kenningarprocessin heldur
fram? Ella, sagt uppaftur
meira róttøkt, hvørja fram-
tíð hevur ES?
Sama er hent í Norra, har
orðaskiftið um møgulig lut-
tøka í ES gongur alla tíð-
ina. Ein lítil meiriluti fyri
ES er vendur til eitt klárt
nei.
Hvat er so at gera
Europeiska projektið - at
sameina lond, sum í øldir
hava verið fíggindar, hava
kríggjast og hava dripið
hvønn annan - hevur upp-
livað nógv bakkøst, eisini
tey sum hava verið verri
enn hetta, sum valdar í løt-
uni. Samtakið er sjálvandi
ikki uttan stjórnarskipan.
Men óvissan valdar.
Tað kundi ongantíð blíva
ein lættligur róður, at fáa 25
lond at góðkenna eina
nýggja felags traktat sum
grundlóg. Tíggju lond fóru
at senda spurningin til
fólkaatkvøðu (sí talvu), og
um bert eitt land - lítið ella
stórt - segði nei, so var pro-
sessin uppsteðgað.
Fronsk sjálvmál?
Fleiri
viðmerkingar
og
eisini franska "La Libera-
tion", sum liggur á vinsta
bógvi, hava tosað um
franska
masochismu.
Í
Politiken, 4.6.05, skrivar
søgumaðurin Erling Bjøl
um fronsk sjálvmál. Hann
heldur, at franskur uttan-
ríkispolitikkur altíð hevur
verið sermerktur av sjálv-
málum. Fyrstu ferð í 1685,
tá ið Ludvík 14. sendi
huguenottarnar av landin-
um. Henda arbeiðssama og
skilagóða religiøsa sektin
fór til Preussen í staðin.
Nýggjasta franska sjálv-
málið, sigur Bjøl, ger at
franskmenn við galdandi
Nice-sáttmála hava færri
atkvøður í ES-sambandi,
enn teir høvdu fingið í
nýggja sáttmálanum.
Næsta politiska sjálvmál-
ið er, at franskmenn, sum
higartil bæði geografiskt og
politiskt hava ligið "mitt" í
ES, nú hava mist hesa
støðu. Franskmenn hava
søpla henda politiska kapi-
talin burtur. Og bjøl leggur
aftrat, at "nu begynder
nedturen."
Triðja politiska sjálmálið
hjá franskmonnum er, at
leiðandi duettin í Europa,
Týskland-Frankaríki, dettur
sundur. Og fjórða politiska
sjálvmálið hjá Chirac kann
vera, at hann hevur funnið
sær ein nýggjan stjórnar-
leiðara,
Dominique
de
Villepin. Hann er pro-
fessionellur
diplomatur,
hann er ongantíð valdur til
nakað politiskt starv, hvørki
lokalt ella til parlamentið.
Men hann hevur verið bæði
innan- og uttanríkisráð-
harri.
Chirac skuldi sagt upp
Franskmenn høvdu fleriri
grundir fyri at atkvøða nei:
arbeiðsloysi, ringar tíðir,
brotin lyftir frá politikk-
arum, sum ikki dugdu at
lurta.
Franski sosialistaflokkur-
in, sum forsetin Mitterand
einaferð leiddi, segði seg
ganga inn fyri einum "ja".
Men
næstformaðurin
í
flokkinum, opportunisturin
Laurent Fabius legði seg á
odda fyri "nei"-valstrínum.
Hann var sjálvur fíggjar-
málaráðharri tá euro’in á
sinni skuldi innførast. Tá
var maðurin heitur ES-for-
sprákari. Hann hevur longu
fingið sparkið í flokkinum.
Men vinstravongurin er,
enn einaferð, spjaddur í
eyst og vest.
Blaðið "The Economist"
4.6.05, gevur Chirac eina
harða viðferð. Teir meina,
at trupulleikin hjá fransk-
monnum ikki er ES, tað er
heldur ikki globaliseringin,
heldur
ikki
bannsettir
sosialistar,
heldur
ikki
høgravongurin hjá lePen.
Nei, "It is Mr. Chirac." Tað
hevði hóskað seg betur um
Chirac, eins og deGaulle á
sinni, tá hann í 1969 tapti
eina fólkaatkvøðu, viður-
kendi sína ábyrgd og fór
frá.
22
Nr. 106 - 8. juni 2005
Franskmenn og hollendingar søgdu nei,
Euro fór í botn, og politikkarar geva ES
og hvørjum øðrum skyldina
Góðkenningarprosessin í ES
Hava ratifiserað
Skulu ratifisera
Hava havt
Skulu hava
í tinginum
í tinginum
fólkaatkvøðu
Fólkaatkvøðu
––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––
Týskland
Estland
Ja:
Tjekkia
Belgia
Finnland
Spania
Luxemburg
Italia
Svøríki
Polland
Spania
Malta
Nei:
Danmark
Grikkaland
Cypern
Frankaríki
Portugal
Slovakia
Holland
Írland
Eysturríki
St. Bretland
Lettland
Litava
Ungarn
Slovenia
Chirac og Schröder