Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 106 • mikudagur • 8. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast tað sjálvandi er fótbólturin,sum ,so er hesin ikki alt.Írsku áskoðaranrir eru eins nógv komnir til Føroy- ar at hugna sær.Og sum tey siga,so hava tey vunnið,líkamikið hvussu úrslitið av sjálv- um dystinum verður ÍRSK INNRÁS Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo May I sit down for a moment, please? - No problem. Are you a journalist? Vit eru á Café Natúr mánakvøldið. Blokkurin ikki meira enn hómast undan lummanum, men kortini er maðurin við grønu troyggj- uni skjótur at spyrja. Og tað skal leggjast afturat, at hann ikki hevur nakað sum helst ímóti at tosa við umboð fyri føroysku pressuna. Hvønn útidyst í 10 ár Bernard, sum maðurin eit- ur, er partur av írskum ferðalagi, sum er í Føroy- um, nú fótbóltslandsdystur er á skránni. Longu sunnukvøldið byrjaði spakuliga at síggj- ast, at írar enn einaferð vóru farnir undir føroyskt landnám, og sum mána- dagurin leið, gjørdist hetta alt meira eyðsýnt. Hjá Bernard og teimum er tó galdandi, at tey sum so ikki eru fødd í Írlandi. - Eg eri uppvaksin í London, hagar foreldrini hjá mær fluttu undan ar- beiðsloysinum, sum tá var í Írlandi. Men í hjartanum eru vit øll írar, og vit vilja stuðla grønu dreingjunum alla staðni, har teir fara. Og hetta við alla staðni skal skiljast heilt bók- staviliga. Sjálvur hevur Bernard verið til hópatals dystir, síðani hann í 1977 fyri fyrstu ferð var til dyst hjá írska landsliðnum. - Tað veldst sjálvandi um pengar, men eg royni at fara alla staðni, har eg yvir høvur havi møguleikan. Og hjá Sylvester, sum eis- ini er hjástaddur, er talan um mest sum fullkomna passión. - Eg havi verið til hvønn tann einasta útidyst hjá Írlandi seinastu 10 árini. HM í USA, HM í Japan og Korea og dystir av alskyns slag kring alla klótuna. Er tað ikki ein dýrt ítriv? - Tað er tað, men tú skalt ikki spyrja meg, hvussu eg havi ráð til hetta. Eg royni bara at spara saman sum me- st, og onkursvegna, so gong- ur tað altíð, heldur hann. Og báðir eru teir eisini samdir, tá vit tosa um, hvørjar minnisríkastu upp- livingarnar øll hesi árini hava verið. - Skal eg pilka nakað burtur úr rúgvuni, so eru tað serliga tveir dystir, sum standa sera klárt í minn- inum. Tá vit í 1991 spældu 1-1 móti Onglandi á Wem- bley var ein ótrúligur dystur. Vit skuldu sum so eisini havt vunnið, men tað stað- festi veruliga, at Írland einki stóð aftan fyri Ongland, sum árið fyri var í hálvfinaluni í HM-kappingini. - Og so sjálvandi fyrsti dysturin í HM-kappingini í '94. Vit spældu móti Italia, og vit vunnu dystin 1-0. Tað er nokk størsta løtan, sum írskur fótbóltur hevur havt yvirhøvur, siga teir. Tøkk til allar føroyingar Nú vit sita soleiðis og práta, so slepst sjálvandi ikki undan at tosa um Føroyar. Føroyskan fótbólt, eyðvit- að, men eisini Føroyar sum ferðamannaland. - Tað undrar meg, at tit ikki hava eina størri ferða- vinnu, sigur Louise, sum eisini er við í ferðalagnum. - Enn hava vit sjálvandi verið her so stutt, og tað einasta, sum vit hava sæð av landinum, var, tá vit koyrdu av flogvøllinum til Havnar. Men her tykist at vera ótrúliga vakurt, heldur hon. - Og so má eg leggja aft- urat, at eg ongantíð havi upplivað so vinarlig fólk sum tykkum. Írskir áskoðar- ar plaga annars at verða væl móttiknir alla staðni kring heimin, og vit hava jú orð á okkum sum stuttligir áskoð- arar, sum bara vilja stutt- leika okkum. Men blíðskap- urin, sum vit longu nú hava merkt, ber av øllum. Eg havi ikki sjálv havt stundir til at takka øllum teimum, sum vit hava tosað við. Men kanst tú ikki senda eina tøkk til øll hesi umvegis blað tykkara, sigur hon. Og Sylvester tykist eisini vera hugtikin av Føroyum. - Eg hevði als ikki hoyrt um Føroyar undan lutakast- inum til EM í '92. Tá eg sá navnið, fór eg alt fyri eitt at kanna, hvat hetta var fyri land. Og eg setti mær fyri, at komu vit nakran tíð í bólk við Føroyum, so skuldi eg við. Og tað ynskið gjørdist ikki minni eftir fyrsta dyst tykkara. Men tað var tó um reppið, at tey als ikki komu til Føroya, sigur Pat, sum er fjórði maðurin í bólkinum. - Tað vóru eingi atgong- umerki eftir, og tí tóktist tað púrasta vónleyst hjá okkum at koma við. Men tíbetur, so fingu vit fatur á nøkrum eyka atgongumerkjum, og so var bara at gera seg til at fara. Vinna undir øllum umstøðum Og so verður aftur tosað um dystin mikukvøldið. Tosað verður aftur og fram um, hvørjir bestu spælarar- nir eru og soleiðis, men tá gitast skal um úrslitið, vil eingin teirra koma við einum boði. - Eg havi sæð so nógvar dystir nú, at eg eri púrasta givin við slíkum gitingum. Tí í fótbólti kann alt henda. Sjálvandi vóni eg - og rokni við - at vit vinna, men tað verður undir ongum um- støðum lætt. Tit hava jú givið bæði Fraklandi og Týsklandi dygga mótstøðu - móti Týsklandi bjargaði stólpin jú teimum - so okk- ara menn skulu stríðast. Ein- gin ivi um tað, heldur Pat. Og Louise leggur afturat. - Vit vinna jú kortini. Altso áskoðararnir. Vit eru komin til eitt fantastiskt stað. Tað var kanska heldur dýrt at ferðast higar, men eg tori longu nú at stað- festa, at tað hevur verið vert hvønn tann einasta penny. Vit vinna óansæð Lagið var gott, og undan myndatøkuni kom ein fimti limur eisini upp í írska viðhaldsskarðan. Næst uttast til vinstru er tað annars Sylvester Melavy. Bernard Fathom situr frammanfyri, og so standa tey bæði, Pat Redmond og Louise Mimnash