mikudagur 8. juni 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 106 - 8. juni 2005
Mánakvøldið nýttu
landsliðsspælararnir í
Bowling-høllini.
Tosið snúi seg her um
strikes, spares og
kanska onkra óhepna
split. Men mest av
øllum, so ráddi um at
hugna sær
UPPHITING
Jákup Mørk
Heldur enn at venja fleiri
ferðir hvønn tann einasta
dag, so hevur Henrik Lar-
sen oftani valt, at onnur
ítriv eisini koma á skránna,
tá landsliðið er saman. Ikki
minst, tá talan er um so-
nevndu dupultdystirnar, har
spælararnir eru saman í
einar átta dagar út í eitt.
Serliga Svimji- og Bowl-
inghøllin hava oftani verið
vitjaðar, og soleiðis var
eisini mánadagin, har bert
tann eina veruliga venjing-
in var á skránni. Svimjingin
var fingin frá hondini um
morgunin, og eftir eina
venjing seinnapartin, hvíld
og náttúrða, var leiðin um
kvøldið løgd í Bowling-
høllina.
Sosialt uppløðing
Meðan spælararnir vóru
bólkaðir hvør sær við fyrstu
fimm breytirnar, stríddist
Henrik Larsen móti hjálpa-
rvenjara, liðleiðara, fysio-
terapeuti og lækna, og at
meta eftir talvuni var hetta
nakað, sum Stóri hevði vant
nakað væl meira enn hinir.
Men hann helt tó ikki, at
akkurát tað var orsøkin til,
at honum dámdi so væl at
savna liðið á slíkan hátt.
- Vit kunnu jú ikki venja
alla tíðina. Hvíldin er eisini
sera týdningarmikil, tá tal-
an er um tveir tættar dystir,
og hvíld kann jú fyriskipast
upp á nógvar mátar. Ein er
sjálvandi, at tú situr á ho-
tellinum alla tíðina, hyggur
at video og annað, men tað
kann gerast ov stirvið í
longdini. Á hendan hátt fáa
vit kanska eisini flutt tank-
arnar til nakað heilt annað,
og tað kann eisini vera gott,
tá tú annars bara tosar um
taktikk og fótbólt.
Tað sær eisini út til, at
spælararnir
hugna
sær
óført. Hevur hetta ikki eis-
ini eina sosiala funktión?
- Sjálvandi. Tað er eisini
ein partur av tí. Vit eru ein
bólkur, sum stendur saman,
og hetta er so eisini ein
liður í tí, heldur venjarin.
Mugu spæla okkara
spæl
Tá tosað verður um dystin
móti Írlandi hevur nógv
verið tosað um broytingina,
sum er neyðug, nú Jón Rói
Jacobsen ikki fær verið við.
Men hóast tað altíð er keði-
ligt at missa ein stuðuls-
spælara, so tykist hetta tó
ikki vera nakað, sum nervar
føroyska venjaran so øgi-
liga nógv.
- Hjá okkum broytir tað
jú ikki tað stóra. Hvussu
víkir og vendir, so er okk-
ara útgangsstøði altíð á leið
tað sama, og er Jón Rói ikki
har, so mugu vit bara brúka
onkran annan spælara.
Eisini írar hava nakrar
leikarar, sum ikki fáa tikið
lut mikukvøldið. Nøvn sum
Andy
O’Brien,
Steven
Finnan og Robbie Keane
eru so á ongan hátt ókend
hjá teimum, sum fjeppast í
enskum fótbólti, men hóast
hetta, so heldur Henrik
Larsen ikki, at tað er nakað,
sum okkara menn kunnu
fáa so øgiligan fyrimun av.
Tað er í spælinum
upp gjøgnum síður-
nar, at føroyska liðið
kann skapa sær nakr-
ar møguleikar, heldur
Julian Johnsson, sum
gleðir seg til at gerast
av føroyska miðvøll-
inum aftur
FØROYAR-ÍRLAND
Jákup Mørk
Einasta broytingin á før-
oyska liðnum, sum tykist
vera heilt vís undan dystin-
um mikudagin, er at Julian
Johnsson kemur inn á mið-
vøllin.
Hann var leikbannaður til
dystin móti Sveis, og hóast
eingin av liðfeløgunum
spældi seg av liðnum í tí
dystinum, so er eitt pláss
tókt, nú Jón Rói hevur givið
avboð.
Sjálvur tykist Julian eis-
ini rokna við einum plássi á
liðnum, og í øllum førum
tykist hann gleða seg til at
sleppa í part aftur, eftir at
hann var leikbannaður sein-
ast. Ein støða, sum hann tó
ikki helt vera so trupul,
sum hon annars ofta er.
- Tað visti eg jú longu í
oktober. Tað er kanska
øðrvísi í landskapping, har
tú spælir hvørja viku, fyri
síðani at verða noyddur út
um við leikbanni. Men
hinvegin, so sigur tað seg
sjálvt, at tú brellast eftir at
spæla. Alt annað vildi jú
verið ónáttúrligt haldi eg.
- Og støðan er kanska
eisini eitt sindur serlig
hesaferð. Í øllum førum
havi eg nokk lagt nakað av
trýsti á meg sjálvan við tí
leiklutinum, sum eg havi í
dag, men tað er bara í
fínasta lagi. Eg havi tað í
øllum førum soleiðis, at eg
trívist væl við einum trýsti
á mær, staðfestir maðurin,
sum aftur er til reiðar at
vera stóri stríðsmaðurin á
føroyska miðvøllinum.
Fáa kantarnar við
Tá Føroyar spældu í Dublin
í oktober var hetta ein av
teimum
dystunum,
har
trýstið á føroyska liðið var
øgiligt til tíðir. Tað var bara
hendinga ferð, at okkkara
so mikið sum nærkaðust
írska brotsteiginum, og
Julian sigur seg eisini
ronkna við, at uppskriftin
hjá írum verður tann sama
mikudagin.
- Teir spæla jú press-fót-
bólt. Tað er tað, sum teir
eru bestir til, og sum lið
haldi eg, at írarnir eru teir
sterkastu í okkara bólki.
Eisini hóast bæði Sveis og
Frakland hava framúrskar-
andi einstaklingar.
Men hvør er uppskriftin
hjá okkum, um vit skulu
sleppa longur niðan á vøll-
Alternativ venjing
Mugu sleppa til innlegg
Handan kúlan fór ikki har, sum hon
var ætlað, men við 198 stigum varð
Julian kortini besti bowlarin á
kvøldinum
- Hyggur tú at eykamonnunum, sum teir hava, so er tað hóast alt framvegis spælarar, sum
spæla í Premier League, sigur Henrik Larsen, sum ikki sær nakrar serliga fyrimunir í, at trý
avboð nú hava rakt írsku leguna
Rakar Heðin á Lakjuni eins væl mikudagin, sum hann ger tað
her, so er lítið at ivast í, at føroysku útlitini fara at verða heilt
góð