mikudagur 8. juni 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2005
25
- Teir hava jú so nógvar
góðar spælarar, at tað er
ikki nakað, sum vit kunn
brúka til nakað serligt.
Heldur ikki, hóast talan er
um ein klassaspælara sum
til dømis Robbie Keane.
Hyggur tú at eykamonnun-
um, sum teir hava, so er tað
hóast alt framvegis spælar-
ar, sum spæla í Premier
League, og tað merkir í
øllum førum, at teir indi-
viduelt eru sera sterkir.
- Hjá okkum ræður held-
ur um at hyggja at okkara
egna spæli. Her skulu vit
byggja víðari upp á tað,
sum vit vístu móti Sveis.
Um tað eitur 4-5-1 ella 4-
4-2
er
ikki
so
týdningarmikið í so máta.
Vit skulu standa væl í
verjupartinum, og so mugu
royna at skapa nakað
frameftir, tá vit hava møgu-
leikan. Tað vil altíð vera
aðalsetningurin hjá okkum,
og tað er so tað, sum vit
mugu royna eftir, helt venj-
arin, áðrenn tað aftur var
hansara tørn at tveita bowl-
ing-kúluna. So er bara at
vóna, at Larsen er eins
góður til at »taka keylur«
mikudagin, sum hann var
tað mánakvøldið.
in, enn vit gjørdu í Dublin?
- Tað er fyrst og fremst í
spælinum upp ígjøgnum
síðurnar. Teir hava bæði
leikbann og skaðar í verju-
partinum, og tað kann
kanska skapa eitt sindur av
órógv. Nú kenni eg sjálv-
andi ikki okkara upplegg
enn, men vit hava jú sæð
móti eitt nú Skotlandi, at
tað er í spælinum upp eftir
borðunum, at vit kunnu
skapa nakað. Eg sigi ikki,
at vit skulu royna at dribla
fram við Stephen Carr ella
Ian Harte, men sleppa vit
niðan, so skulu bóltarnir
koma tíðliga og diagonalt
inn um verjuna, har okkara
álop og miðvøllur so vón-
andi kann renna í bóltarnar.
Eftir at teir í áratíggju
vórðu roknaðir mill-
um smáu fótbólts-
tjóðirnar, hevur írska
fótbóltslandsliðið
seinastu 15 árini
vunnið sær status
sum eitt av teimum,
sum altíð skal rokanst
við
ÍRLAND
Jákup Mørk
Hóast teir gjøgnum tíðirnar
hava átt profilar sum Liam
Brady, Pat Bonner, John
Aldrigde, Mark Lawren-
son, Johnny Giles, Frank
Stapleton og nógvar aðrar,
so tók tað sína tíð, áðrenn
Írland veruliga trein inn á
fótbóltspallin.
Fram til 1990 vóru tað
soleiðis
grannarnir
úr
Norður Írlandi, sum tóku
sær av altjóða fótbóltsyvir-
skriftunum. Fleiri ferðir
vóru írar nær við, men
teimum restaði altíð sein-
asta pettið, og tað var ikki
fyrr enn til HM-kappingina
í Italia í 1990, at tað eydn-
aðist at spæla seg fram til
endaspælið.
Koma altíð víðari
Og í endaspælinum prógv-
aðu írar, at teir ikki soleiðis
uttan víðari skuldu roknast
sum nakar walk-over. Í
einum truplum bólki, har
Ongland taldist millum
mótstøðuliðini, eydnaðist
írum at koma víðari, og tó
at teir í 1/4 finalunum
máttu lúta fyri Italia og
Salvatore Schilachi, so
hevði landið nú fingið sítt
gjøgnumbrot á altjóða pall-
inum.
Teir tóku somuleiðis lut í
EM-endaspælinum í Svø-
ríki í 1992, har tað bara var
eitt hollendskt yvirtíðar-
mál, sum forðaði fyri víðari
luttøku, og í kapping við
danir eydnaðist eisini at
vissa sær pláss til HM-
endaspælið í USA í 1994.
Her fingu teir enntá
hevnt seg móti Italia, sum
teir nú bastu 1-0, og teim-
um eydnaðist eisini at
koma víðari úr bólkaspæl-
inum.
Jackie Charlton fekk
nærum hetjustatus í Írlandi
eftir framúr góðu úrslitini,
og tó at mong hildu fast
um, at hann var betri ættar-
granskari enn venjari, so
fekk hann blandaða flokkin
av spælarum við írskum
ílegum at førka seg úr
europeiskum miðalflokki
fram móti elitu-støðinum.
1998 vóru teir ikki partur
av endaspælinum, men
hetta er so einasta ferðina
hesi árini, at tað ikki hevur
hepnast. Tí í 2002 vóru teir
aftur við. Og tað fekk allur
heimurin sum so at hoyra.
Ikki minst vakti tað ans,
tá liðskiparin og stóra
stjørnan á liðnum, Roy
Keane, segði sína hugsan
um fyrireikingarnar hjá lið-
num og um venjarin, Mick
McCarthy. Endin varð, at
Keane setti seg umborð á
eitt flogar, sum umvegis
Hong-Kong sendi hann
heim til bretsku oyggjarnar,
men hóast missin av lið-
skiparanum, innpískaran-
um og stjørnuni, so treisk-
aðust eftirverandi spælar-
arnir.
Og enn einaferð bardu
teir seg víðari úr bólka-
spælinum, soleiðis sum teir
hvørja ferð hava gjørt
higartil - tá tað altso hevur
eydnast teimum at koma til
endaspælið.
Nýggjar stjørnur
Í dag er Roy Keane aftur
partur av írska landslið-
num, og hóast hann í
summar verður 34 ár, so er
fáur, sum ivast í týdning-
inum, sum hann hevur fyri
bæði Manchester United og
Írland. Tað sær kanska ikki
altíð út av so nógvum, men
á Landsdowne Road í fjør
fingu føroysku áskoðarar-
nir sjón fyri søgn í kynstr-
inum at stýra einum fót-
bóltsdysti.
Og afturat sær hevur Roy
Keane eitt nýtt ættarlið av
írskum stjørnum. Robbie
Keane úr Tottenham, sum
vit føroyingar tíverri (ella
tíbetur) ikki sleppa at upp-
liva hesaferð. Damien Duff
úr Chelsea, sum í ár veru-
liga hevur sýnt, at hann
hoyrir heima millum heim-
sins bestu vongspælarar.
Stinna Newcastle málverj-
an, Shay Given, sum seinnu
árini hevur ment seg til ein
av teimum avgjørt bestu í
Premier League, og John
O’Shea, sum í fjør fekk sítt
veruliga gjøgnumbrot í
Manchester United, har
hann tó ikki hevur sýnt
heilt so gott spæl hetta
kappingarárið.
Vantandi fíggjarlig
styrki
Størsti trupulleikin hjá
írum í so máta er helst, at
fótbólurin framvegis ikki
hevur nakra serstøðu í
Írlandi, soleiðis sum talan
er um í eitt nú Onglandi.
Og fyri tað eisini í Føroy-
um. Til ber at skeita eftir
eitt nú vallarumstøðunum,
sum fótbólturin í Írlandi
hevur. Her spælir landsliðið
framvegis á niðurslitna
Landsdowne Road, sum
hóast síni 30.000 sitipláss
mest av øllum minnir um
eina forna leivd frá tíðini,
tá fótbóltsdystir vóru nak-
að, sum mannfólk hugdu
eftir, og har øl í longum
streymum, alskyns eiðir og
- viðhvørt eisini - bardagi á
áskoðaraplássunum
bara
var partur av spælinum.
Skamt frá hesum er
snotuligur nýggjur leik-
vøllur bygdur, men har
sleppa vanligir fótbólts-
spælarar ikki. Nýggi leik-
vøllurin er hinvegin ætlaður
til Geliskan fótbólt, sum er
eitt serligt slag av Rugby,
sum verður spælt har um
leiðir.
Hóast fótbólturin spaku-
liga vunnið hevd í írsku
fólkasálini, og hóast eyð-
kendu áskoðararnir altíð
ferðast í hópatali til úti-
dystir landsins, so eru tó
enn eingi tekin um, at
landsliðið fer at fáa betri
umstøður í bræði. Í øllum
førum verður tað neyvan til
føtur undir egið borð, tí
írska Fótbóltssambandið
hevur at kalla ongan pening
at arbeiða við. Ikki minst tó
fótbóltsáhugin enn er nak-
að, sum einamest verður
praktiserað á landsliðsstøði
og hjá útisetum, meðan
lokalu
írsku
deildirnar
framvegis nerta europeiska
botnstøði.
Hinvegin verður helst
neyðugt longu til komandi
undankapping at leiga seg
inn aðrastaðni enn á Lands-
downe Road, har tey annars
spæla Rugby í gerandis-
degnum. FIFA var undan
inniverandi undankapping í
iva um, hvørt vøllurin yvir
høvur kundi fáa góðkenn-
ing, men eftir tingingar
aftur og fram varð loyvið tó
givið. Hetta gongur tó
neyvan fleiri ferðir á rað,
og so er spurningurin, hvørt
leiguavtala verður gjørd um
annan leikvøll. Ella um
fótbóltssambandið
fær
fígging til ein leikvøll. Ein
leikvøll, sum helst bert skal
nýtast nakrar fáar ferðir um
árið, um hesin bert verður
ætlaður
teimum
stóru
dystunum, har tíggjutús-
undtals áskoðarar koma at
hyggja.
Írarnir mugu roknast
millum tey stóru
Í dag eru tað Roy Keane, Damian Duff og Robbie
Keane, sum eru stjørnurnar á írska liðnum. Hesin
seinast nevndi verður tó ikki partur av liðnum
mikudagin, eftir at hann noyddist av vøllinum við
skaða leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen