mikudagur 8. juni 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 106 - 8. juni 2005
Talan var um fyrireik-
ingarligt plettskot, tá
ið fyrsta FM kapping-
in leygardagin varð í
Klaksvík, har teir
fingu staðfest, hvussu
stóran týdning tað
hevur, at alt er klárt,
tá ið tað skal vera
klárt
FM KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Í bestu róðrarlíkindum -
lítið høgættarlot og klárt
veður - var ársins fyrsta
FM stevna í kappróðri í
Klaksvík leygardagin.
Í hesum próvtøkutíðum
greiddu lokalu fyrireikar-
arnir sína uppgávu fram
ímóti UG. Teir vóru so væl
fyrireikaðir, sum tað ber til
at vera. Startskotið til fyrsta
róðurin gelti, tá ið klokkan
var trý, og tað kom fleiri
ferðir fyri, at bátarnir og
startdómarin bíðaðu eftir,
at bátarnir, sum skuldu
fylgja við í róðrunum,
komu út aftur á málið.
Hesin veruleikin - at
kappróðurin loksins hevur
funnið fram til, hvussu
týdningarmikið tað er at
halda seg til avráddu tíðina
- fer ivaleyst at smitta til
allar hinar stevnurnar. Tað
hevði í hvussu so er verið
gagnligt fyri rógvararnar,
stevnufyrireikararnar
og
ikki minst áskoðararnar og
lurtararnar kring landið.
Okkurt hendinga óhapp
var undir róðrinum, men
tað var sovorðið, sum tað
ikki kann byrgjast uppfyri.
Ofta tann sami
Í kappróðrarprátinum eftir
róðurin á Norðoyastevnu
hava summi tikið til, at
tann, sum vinnur á Norð-
oyastevnu, verður sum oft-
ast meistari, meðan onnur
hava sagt tað beint øvugta,
altso at tann, sum vinnur í
Klaksvík,
verður
ikki
meistari.
Hagtølini seinastu fimm
árini staðfesta, at tað kemur
næstan ikki fyri, at annar
bátur enn tann, sum vinnur
á Norðoyastevnu, verður
meistari. Í kappingini mill-
um 10-mannaførini er tað
ikki komið fyri.
- Undan Ólavsøkuni í fjør
lógu vit til at vinna meist-
araskapin. Havnarbáturin
vann á Ólavsøku, og hann
gjørdist meistari. Hann
hevði vunnið á Norðoya-
stevnu. Um vit høvdu havt
vunnið í Klaksvík, so
høvdu vit ikki havt mist
FM heitið, hóast vit ikki
høvdu havt vunnið á Ólav-
søku, sigur bátsformaðurin
á
Nólsoyingi,
Nicolaj
Falck.
Hesa ferð eydnaðist tað
Nólsoyingi at vinna í
Klaksvík. Hetta var fyrsti
sigurin hjá teimum har
norðuri síðani í 1989.
- Tað árið vann Nólsoy-
ingar FM. Tað hevur hann
ikki gjørt síðani. Nú hava
vit aftur vunnið á Norðoya-
stevnu. Vit ætla okkum at
vinna FM. Vit eru greiðir
yvir, at tað verður hørð
kapping, men sigurin í
Klaksvík er gott grundarlag
hjá okkum at kappast víðari
á, heldur formaðurin á
Nólsoyinginum.
Í kappingini millum 8-
mannaførini er tað bara
komið fyri í 2002, at tað
ikki hevur verið sami vinn-
ari á Norðoyastevnu og í
FM. Ta ferðina vann Argja-
báturin á Norðoyastevnu,
meðan Kvívíkingur varð
meistari.
Í kappingini millum 6-
mannafør við kvinnum er
tað ongantíð komið fyri
seinastu fimm árini, at
annar bátur enn tann, sum
vann í Klaksvík, er vorðin
meistari. Í kappingunum
millum 5-mannafør við
bæði dreingjum og gentum
og í kappingini millum 6-
mannafør við monnum er
tað tvær ferðir komið fyri,
at annar bátur hevur vunnið
á Norðoyastevnu enn tann,
sum seinni gjørdist meist-
ari.
Havnar Róðrarfelag
fór við tveimum og
tey á Argjum við
einum setti av
heiðurskrónum
NORÐOYASTEVNA
5-MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Bestu kappróðrarkvinnur-
nar eru tær í Suðurstreymi.
Jarnbardur prógvaði enn
eina ferð á Norðoyastevnu,
at tær eru framúr,og í
kappingini ímillum kvinn-
urnar umborð á 5-manna-
førunum var tað ikki so
nógv øðrvísi.
Sílið stóð seg framúr væl.
Kvinnurnar vóru tvær báts-
longdir undan næstu kapp-
ingarneytunum, og tað var
hin
kvinnubáturin
hjá
Havnar Róðrarfelag, Drek-
in, sum var næstfyrstur á
mál. Honum á baki kom
Blikur hjá Argja Róðrarfe-
lag á mál. Munurin millum
nummar tvey og trý var
ógvuliga lítil. Eina báts-
longd aftanfyri Blik komu
Firvaldur og Fípan Fagra
mest sum í senn á mál.
Høvdu tit roknað við hes-
um úrslitinum?
Arndis Andreasen
er
bátsformaður á Sílinum, og
hon svarar soleiðis:
- Á Strondum vunnu vit.
Tá var frástøðan til Blik
seks sekund, og til Drekan,
sum endaði á fjórða pláss-
inum, var munurin ta ferð-
ina trettan sekund. Men eitt
er bygdarstevna, og nakað
annað er tað, tá ið tað er
álvari í FM kappingini.
Men vit eru sera fegnar um,
at tað gekk so væl í Klaks-
vík.
Hava tit undir venjing
kappast ímóti Drekanum?
- Yvirhøvur ikki. Tí var
hetta rættuliga spennandi.
Vit fingu góðan start, og
tað var skjótt, at vit fingu at
vita, at tað sá heilt gott út.
Men vit kendu ikki, at vit
høvdu vunnið, fyrrenn vit
vóru komnar á mál.
Kvinnurnar umborð á
Sílinum eru 20-22 ára
gamlar. Flestu teirra hava
nógvar royndir í kappróðri.
Bátsformaðurin er saman
við Annu Høgnesen triðja
árið umborð á Sílinum.
Fríða Rasmussen og Tor-
gunn Gásdal vóru eisini við
í fjør. Tríggjar nýggjar eru
komnar við. Sólvá Dam
hevur ongantíð róð áður.
Magna í Stórustovu hevur
áður róð við Sílinum og
Gongurólvi, og Linda hev-
ur áður róð við Havfrúnni í
Vestmanna.
Úrslit: 5-mannafør
kvinnur
1 Sílið
05:16.13
2 Drekin
05:22.03
3 Blikur
05:22.14
4 Firvaldur
05:25.13
5 Fípan Fagra
05:25.14
6 Frúgvin
05:26.20
7 Junkarin
05:30.11
8 Royndin Fríða 05:30.23
9 Ritan
05:31.17
10Ørnin
05:33.01
11Falkur
05:41.01
Meistarin
vinnur
oftast
í Klaksvík
Suðurstreymoy fekk alt skreytið
Einasti kiksarin mundi vera, tá streymurin fór, so ongar tíðir vóru til 8-mannaførini. Tað seinkaði avgerðini nakað, og her
síggjast teir á Nevinum Reyða bíða í spenningi
Mynd: Bárður
Sílið legði seg skjótt nakað undan hinum bátunum, og tann munin hildu tær allan vegin
Mynd: Bárður