mikudagur 8. juni 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Dyggasta mótstøðan
tykist skula koma frá
Eysturoyingi, meðan
eitt nú Vágbingur ikki
enn er ágangandi
avbjóðari
NORÐOYASTEVNA
10-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Nólsoyingar vóru vónbrot-
nir eftir róðurin á Ólavsøku
í fjør. Ógvuliga vónbrotnir.
Havnarbáturin hevði so at
siga tikið FM heitið fyri
nøsini á teimum.
Nú hava teir umborð á
Nólsoyinginum tikið seg
saman aftur. Teir á Havnar-
bátinum hava eisini mann-
að bátin aftur. Teir hava
kortini ikki givið til kennar
serligar vónir um, at tað er
serliga sannlíkt, at tað skal
eydnast hjá teimum at
endurvinna meistaraskapin.
Nólsoyingur
vísti
í
Klaksvík, at teir aftur hesa
ferð halda seg framat. Og í
løtuni er Eysturoyingur
størsti kappingarneytin hjá
teimum.
- Eysturoyingar dugir
altíð væl í startinum. Teir
fóru eitt sindur framum
okkum beinanvegin. Okk-
ara startur var væl brúkilig-
ur. Vit mistu einki serligt,
og tað var skjótt, at vit vóru
heilt frammi í oddinum,
sigur bátsformaðurin á
Nólsoyingi, Nicolaj Falck.
Hvussu upplivdu tit róð-
urin?
- Hjá okkum, sum rógva,
er tað vónleyst at fylgja við
gongdini. Í Klaksvík ber
tað als ikki til, tí tá eru tað
ikki altíð teir stinnastu, sum
rógva undir liðini á hvørj-
um ørðum. Stýrimaðurin
hjá okkum segði okkum
alla tíðina, hvussu tað stóð
til. Hann vildi skjótt vera
við, at vit vóru fremstir. At
fáa sovorðin boð ber altíð
eyka orku við sær. Men vit
fingu eisini at vita, at Eyst-
uroyingurin støðugt hótti
okkum, meðan hinir vóru
aftari.
Á síðstu metrunum tókt-
ist tað sum um, at Eystur-
oyingur í hvørjum taki vann
inn á Nólsoyingin, og á
málinum kundi tað sæð út
sum um, at Eysturoyingur
hevði havt tikið Nólsoy-
ingin, um málið hevði havt
verið nakrar metrar longri.
- Teir tóku tey tjúgu
kraftmiklu og títtu tøkini,
sum teir plaga at gera. Tá
gekk skjótt hjá teimum,
men vit megnaðu at svar
aftur við tíggju títtum tøk-
um. Tá stóð ómetaliga nógv
á. Í sovornum førum kenn-
ist tað sum um, at man fær
eyka styrki. Soleiðis kendu
vit tað hesa ferð, og tað var
hent.
Hoyvíkingur bjóðaði seg
til og legði seg á triðja
plássið, sum teir megnaðu
at varðveita. Tað hevur
kanska ikki verið roknað so
nógv við Havnarbátinum,
sum fleiri ferðir hevur skift
fólk, meðan bátarnir hava
fyrireikað seg til nýggja
róðrarárið. Vágbingi hevur
verið roknað við. Í Klaks-
vík eydnaðist tað tó ikki
Vágbingi at leggja seg út í
kappingina um fremsta
plássið.
Skálabáturin bjóðaði seg
til aftur, eftir at hann ikki
hevur verið at sæð í fleiri
ár. Hesa ferð endaði hann
aftastur, men frástøðan
fram til Vágbingin á fjórða
plássinum var bara ein
bátslongd.
Út at venda
Nólsoyingur venur á Havn-
arvág. Teir halda til í neyst-
inum hjá Argja Róðrarfe-
lag. Har fóru teir við bátin-
um, tá ið teir við Smyrli
vóru komnir úr Klaksvík og
aftur í høvuðsstaðin. Síðani
fór manningin út til Nóls-
oyar at heilsa uppá:
- Tað royna vit at gera.
Nú síggja tey ikki so nógv
til okkara, tá ið vit venja í
Havnini. Tað var ov seint at
fara út við bátinum leygar-
kvøldið, men tað var huga-
ligt at heilsa bygdarfólkin-
um, sum vit vita fylgir so
væl við, hvussu tað gongst
hjá okkum, sigur bátsfor-
maðurin.
Umborð á Nólsoyingi eru
tveir
nýggir
rógvarar.
Níggju av manningini eru
teir somu, sum teir vóru í
fjør. Nýggju menninir eru
Pætur Johansen, sum áður
hevur róð við Nólsoyingi
og fleiri øðrum bátum og so
Tórolvur Poulsen. Hann
hevur ongantíð róð áður,
men fótbóltsáhugað komast
við navnið, tí hann hevur
spælt við B36.
Hinir níggju eru hesir:
Hans
Jákup
Jacobsen,
Reindar Jacobsen, Nicolaj
Falck, Thomas Hjaltalin,
Jakku Guttesen, Asbjørn
Olsen, Sámal Petur Olsen,
Brian Hansen og Aksel
Joensen. Tórolvur, Reidar,
Nicolaj, Brian og Aksel eru
nólsoyingar, meðan hinir
koma fleiri aðra staðni frá.
Nú hava teir allir sum mál
at vinna FM við Nólsoying-
inum, og avrikið í Klaksvík
gav ábendingar um, at tað
eru góðir møguleikar fyri,
at tað skal fara at eydnast.
Úrslit, 10-mannafør
menn
1 Nólsoyingurin 06:46.03
2 Eysturoyingur
06:46.17
3 Hoyvíkingur
06:52.02
4 Vágbingur
06:55.15
5 Havnarbáturin 06:56.06
6 Skálabáturin
06:58.18
Nr. 106 - 8. juni 2005
27
5-mannafør, dreingir
Stig
Norðoyastevna
1
Ritan
7
7
2
Fípan Fagra
5
5
3
Sílið
4
4
4
Drekin
3
3
5
Blikur
2
2
6
Tjaldrið
1
1
6-mannafør, kvinnur
1
Jarnbardur
7
7
2
Riddarin
5
5
3
Lómur
4
4
4
Páll Fangi
3
3
5
Sølmundnur
2
2
6
Gongurólvur
1
1
5-mannafør, gentur
1
Drekin
7
7
2
Tjaldrið
5
5
3
Tekla
4
4
4
Blikur
3
3
5-mannafør, kvinnur
1
Sílið
7
7
2
Drekin
5
5
3
Blikur
4
4
4
Firvaldur
3
3
5
Fípan Fagra
2
2
6
Frúgvin
1
1
6-mannafør, menn
Stig
Norðoyastevna
1
Gongurólvur
7
7
2
Jarnbardur
5
5
3
Sølmundur
4
4
4
Sundabáturin
3
3
5
Páll Fangi
2
2
6
Strálan
1
1
8-mannafør
1
Nevið Reyða
7
7
2
Kvívíkingur
5
5
3
Argjabáturin
4
4
4
Ørvur
3
3
5
Árnfirðingur
2
2
6
Miðvingur
1
1
10-mannafør
1
Nólsoyingurin
7
7
2
Eysturoyingur
5
5
3
Hoyvíkingur
4
4
4
Vágbingur
3
3
5
Havnarbáturin
2
2
6
Skálabáturin
1
1
Tað sær gott út hjá nólsoyingum
FM-kappróður
Fagnaðurin var ovurstórur,
tá Nólsoyingur hevði
tryggjað sær tey sjey stigini
fyri norðoyastevnuróðurin
Mynd: Bárður