mikudagur 8. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 106 - 8. juni 2005
Jarnbardur er fantastiskur
Gongurólvur aftur í rætta lagnum
Manningin á mest
vinnandi bátinum
seinastu árini vil ikki
hoyra annað grett enn,
at tær hava fokus á
næsta róðrinum, sum
tær fegnar vilja vinna
NORÐOYASTEVNA
6-MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Úrslitini
seinastu
árini
kundu boða frá, at kvinnur-
nar umborð á Jarnbardi
ætla at gerast tann mann-
ingin, sum hevur vunnið
flestar róðrar út í eitt. Men
hetta er ikki nakað, sum tær
hugsa um og tosa um. Tað
undirstrika tær umborð á
Jarnbardi staðiliga, tá ið tað
verður spurt, hvussu leingi
tær fara at tíma at kappast
við seg sjálvar:
- Vit eru spentar og so
nervøsar undan hvørjum
róðri, sum tað er neyðugt at
vera, um nakað skal spyrj-
ast burturúr. Hvør róður er
spildurnýggj kapping, og
vit eru fullgreiðar yvir, at
um vit ikki taka uppgávuna
í alstórum álvara, so fer tað
ikki at bera til at vinna,
sigur Jannie Dam Jacobsen,
sum aftur í ár er stýrimaður
umborð á Jarnbardi, og
sum eisini er formaður í
Róðrarfelagnum Knørri.
Tær umborð á Jarnbardi
hava nógvar kappróðrar-
royndir.
Manningin
er
næstan tann sama ár undan
ári, men kortini fara onkrar
av og aðrar koma umborð.
At siga, at tær fara av, er
kanska í so nógv at taka til,
tí summar, sum koma um-
borð, hava verið við áður.
Í fjør vann Jarnbardur við
kvinnum allar róðrarnar. Í
fyrraárið vunnu tær tveir
róðrar. Tá var báturin so at
siga ikki mannaður. Fleiri
rógvarar vóru niðri. Báturin
luttók við skiftandi mann-
ingum, men tá ið so at siga
orduliga manningin var
komin umborð, vunnu tær á
Vestanstevnu og á Ólavsøku.
Í 2001 var Páll Fangi suv-
erenur og vann allar róðr-
arnar, og í 2000 og í 1999
vann Jarbardur hvørja ferð.
Jannie Dam Jacobsen
mynstraði við Jarnbardi í
1996. Síðani hevur hon
verið við alla tíðina. Tað
hevur Eivy Olsen eisini
verið. Tó helt hon frí í
1998. Súsanna Skylv Sør-
ensen kom við í 1997. Hon
hevur verið við síðani, tó
burtursæð frá 2003. Sign-
hild Petersen hevur, síðani
hon kom umborð í 2000,
verið við alla tíðina, og
Rannvá Jacobsen hevur róð
við síðani í 2002.
Rannvá Eiriksdóttir er í
ár komin umborð aftur.
Hon var fyrstu ferð við í
1998. Síðani tá hevur hon
verið burturfrá í 2002 og í
2004. Hildur Enni roynir
seg í ár fyri fyrstu ferð sum
partur av gullmanningini.
Hon hevur áður róð við eitt
nú Drekanum.
Er tað nakar sum helst
møguleiki fyri, at nakar
annar bátur skal vinna í
hesi kappingini enn tit?
- Vit fara undir øllum
umstøðum at gera okkara
besta. So fæst at síggja,
hvussu langt tað fer at bera.
Riddarin var tvær báts-
longdir aftanfyri okkum.
Tað var tætt ímillum hann
og teir báðar næstu bátar-
nar, so tað kann gerast
spennandi, heldur Jannie
Dam Jacobsen.
Tær umborð á Jarnbardi
eru ikki komnar sovandi til
úrslitini. Tær fóru undir
venjingarnar stutt fyri jól.
Umstøðurnar hjá teimum
eru alt annað enn góðar.
Neystið er avgjørt einki at
reypa av. Knørrafelagið
bíðar eftir svari frá býráðn-
um upp á umsókn um at
byggja
við
síðuna
av
Havnar Róðrarfelag.
Í vetur vandu tær í leigað-
um hølum í Saltsøluni, har
tær saman við teimum um-
borð á Vágbingi hava vant á
fimm rógvimaskinum.
- Vit brenna fyri kapp-
róðrinum. Okkum dámar
væl at venja, og sjálvandi er
tað eyka hugaligt, tá ið tað
gongst væl. Setningurin er
hvørja ferð og alla tíðina at
vinna næsta róðurin. Um vit
detta í ta grøvina, at vit halda
okkum hava vunnið framm-
anundan, so er tað heilt víst,
at vit fara at tapa. Tí mugu
vit hava fokus á rætta staðn-
um, og tað er í sær sjálvum
stór
avbjóðing,
heldur
Jannie Dam Jacobsen.
Úrslit: 6-mannafør
kvinnur
1 Jarnbardur
05:05.04
2 Riddarin
05:10.01
3 Lómur
05:11.20
4 Páll Fangi
05:13.23
5 Sølmundur
05:20.18
6 Gongurólvur
05:28.22
Eftir fleiri ár í skugg-
anum tykist nýggj og
stinn manning at
skula bjóða av í FM
kappingini, sum teir í
HR í fjør vunnu
bronsu í
NORÐOYASTEVNA
6-MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Í fjør vóru marginalirnir
ikki við monnunum um-
borð á Gongurólvi. Í tveim-
um teimum fyrstu kapping-
unum vóru teir næst-
fremstir. Onkra ferðina
kiksaði tað heilt hjá teim-
um, men tá ið alt var sam-
antalt høvdu teir vunnið
bronsukrónurnar.
Undan hesum kappingar-
árinum hevur í Havnar
Róðrarfelag verið roknað
við monnunum umborð á
Gongurólvi. Tað
hevur
eisini verið tosað um, at
ungu menninir, sum eru 18-
24 ára gamlir, skuldu taka
sær av Havnarbátinum.
Hetta varð nevnt sum
møguleiki, tá ið tað ikki
vóru serlig útlit fyri, at tað
skuldi eydnast at manna
10-mannafarið.
Men
teir
umborð
á
Gongurólvi eru framvegis
har, sum tað hevur verið
roknað við, at teir skulu
gera nógv um seg, og í
fyrstu royndini livdu teir
avgjørt upp til tað, sum tað
hevur verið roknað við, at
teir skuldu gera.
FM
vinnarin
í
fjør,
Sundabáturin, var roknaður
sum favorittur undan Norð-
oyastevnuni.
Tað
varð
Sundabáturin, tí hann á
bygdarstevnuni á Strondum
vann ógvuliga sannførandi.
Í Klaksvík var talan um
stórt vónbrot hjá Sundabát-
inum, sum endaði á fjórða
plássinum. Starturin hjá
Sundabátinum var einki
serligur, og hann kom seg
ongantíð. Men munurin var
ikki serliga stórur. Frá
Stráluni á sætta plássinum
og fram til Jarnbard, sum
hevur heilt nýggja mann-
ing, og sum endaði næst-
fremst, var ein stór hálv
bátslongd.
Men Gongurólvur var so
nógv fremstur. Hann var út
ímóti tveimum bátslongd-
um frammanfyri Jarnbard.
- Starturin hjá okkum var
heilt góður. Jarnbardur lá
eysturi undir Kósalandin-
um, og vit vóru mitt úti á.
Stýrimaðurin segði heilt
skjótt, at vit vóru fremstir,
og tað gav sinniliga yvir-
skotið, sum er so týdning-
armikið, og sum ber eyka
orku við sær. Vit vóru ikki á
Strondum, tí vit hildu, at
tað var í so stutt undan FM
kappingini.
Sjálvandi
fylgdu vit við, hvussu tað
gekk á Strondum, og tí
høvdu vit roknað við
kapping frá Sundabátinum
og Jarnbardi, sum var
nummar tvey á Strondum.
Tað er Sigtór Lützen,
sum greiðir frá. Hann er
bátsformaður umborð á
Gongurólvi. 6-mannafarið
hjá Havnar Róðrarfelag við
monnum hevur ikki vunnið
FM síðani í 1996. Avrikið í
Klaksvík kundi bent á, at
tað fer at eydnast í ár, sum
teir høvdu vónað fór at
eydnast í fjør, men sum ikki
gjørdist til meiri enn nær
við og næstan.
Manningin er væl fyri.
Teir eru fimm við aftur í ár,
sum eisini vóru við í fjør.
Umframt
bátsformannin
Sigtór Lützen eru teir Sig-
fríð á Plógv Hansen, Jóan
Pauli Lamhauge, Bergur
Lützen og Símun Petersen.
Nýggju
menninir
eru
Steingrím Mikkelsen, sum
ongantíð hevur róð áður, og
so
róðursmaðurin
Jón
Holm. Hann hevur verið
róðursmaður
seinastu
tíggju árini ella so.
Hóast tað í fjør ikki gekk
heilt, sum teir høvdu vónað
umborð á Gongurólvi, so
hava fleiri teirra áður roynt
at vinna FM. Í 2002 vóru
tríggir teirra við Sílinum,
sum vann FM.
Úrslit, 6-mannafør
menn
1 Gongurólvur
07:24.03
2 Jarnbardur
07:29.04
3 Sølmundur
07:29.14
4 Sundabáturin
07:30.14
5 Páll Fangi
07:31.02
6 Strálan
07:31.17
7 Víkingur
07:34.06
8 Lómur
07:37.14
9 Stjørnan
07:41.22
10 Hósvíkingur
07:43.03
11 Fuglfirðingur 07:54.21
12 Kollfriðingur
07:54.23
Jarnbardur er framveigs í
serflokki í føroyskum
kvinnuróðri. Tann veruleikin
varð aftur undirstrikaður á
norðoyastevna
Mynd: Bár ður
Har var eingin sum helst ivi, tá Gongurólvur fór strúkandi fyrstur um málið
Mynd: Bárður