mikudagur 8. juni 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2005
29
Drekin skrivaði søgu
Bátsformaðurin held-
ur, at tað var undan-
vindurin, sum var or-
søk til, at róðrarlagið
var uppaftur hægri,
enn teir høvdu rokn-
að við
NORÐOYASTEVNA
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Klaksvíkingar vunnu ein
róður. Tá ið 10-mannafarið
stendur í neystinum, er
Nevið Reyða flaggskipið
hjá Klaksvíkar Róðrarfel-
ag. Á bygdarstevnuni á
Strondum
vann
Nevið
Reyða sannførandi. Tá vóru
teir tvær bátslongdir undan
Kvívíkingi. Tí var Nevið
favorittur í heimasjógvi, og
8-mannafarið í Klaksvík
livdi upp til vónirnar.
At hetta smakkaði klaks-
víkingum væl sást, tá ið
vinnarabáturin kom aftur á
dráttin, sum er nýggjur. Áð-
ur hava teir flotað og drigið
bátarnar á Norðborg. Nú er
drátturin fluttur inn í gomlu
Klaksvíkina, niðanfyri har
smiðjan Ídni er. Tá ið Nevið
Reyða skuldi dragast var
ikki neyðugt hjá næstan
fyriløgstu manningini at
nýta orku. Viðhaldsfólkini
lyftu bátin upp um høvdið!
- Vit fingu góðan start, og
vit vóru mest sum alla tíð-
ina heilt frammi í spíssin-
um. Vit vistu, at Kvívíking-
ur fór at vera ein av hóttan-
unum, men tað bar illa til at
halda eyga við honum. Vit
lógu so langt frá hvørjum
øðrum. Tá ið vit komu á
mál, hildu vit, at Kvívík-
ingur hevði vunnið. Mál-
myndin vísti, at vit vóru ein
skut undan honum. Vit hava
hugt eftir øllum róðrinum.
Upptøkan vísir, at Kvívík-
ingurin tók okkum, meðan
vit róðu framvið Kósa-
brúnni. Men so spentu vit í
aftur, og tað hjálpti, tíbetur.
Svein Rógvi Nielsen,
sum um vetrarnar er hond-
bóltsvenjari, nýtir stóran
part av frítíðini um sumr-
arnar til kappróður. Tað
kann ikki sigast annað, enn
at hann er bitin av kapp-
róðrinum. Nú situr hann á
lærinum
í
bakborð
á
Nevinum. Hetta er fjórða
árið, at hann er við til at
manna Nevið Reyða, har
hann er bátsformaður, og
hetta er 14. árið, at hann er
við í kappróðrinum.
- Tað man hava verið
sjáldan, at vit hava verið so
fyrilagstir, tá ið vit eru
komnir á mál, sum vit vóru
tað hesa ferð. Tað komst av,
at róðrarferðin ella tempoið
hjá okkum var so høgt. Í ár
hava vit róð við hægri
tempo, enn vit gjørdu í fjør,
men leygardagin var ferðin
væl hægri, enn hon hevur
verið
higartil,
og
tað
kostaði nógv, sigur Svein
Rógvi Nielsen.
Hví var tempoið so høgt?
- Vit høvdu okkara ætlan
at halda okkum til. Útgangs-
taktikkurin er eitt, men tá ið
tú kappast, ert tú noyddur at
taka bestikk av støðuni og
so at justera fyri at fáa tað
besta burturúr. Hesa ferð
vóru umstøðurnar soleiðis,
at talan var um nógvan
undanvind. Frá 1500 metra
málinum og inn ímóti
Kósini var tað ikki frítt fyri
aldu. Vit royndu at ríða á
aldukambunum - ella at
surfa, sum vit plaga at nevna
tað - einar fýra ferðir, og tað
var ein av orsøkunum til, at
tempoið var so høgt, greiðir
Svein Rógvi Nielsen frá.
Hvussu roknar tú við, at
tað fer at hilnast næstu ferð?
- Vit eru farnir undir fyri-
reikingarnar, men vit vita, at
kappingin
verður
hørð.
Kvívíkingur verður vanda-
mikil, og tað skal ikki undra
meg, um onkur annar eisini
fer at leggja seg út í
kappingina. Men vit hava
gott mót, og sigurin í heima-
sjógvi ber sjálvsálit við sær.
Í Klaksvík hevur tað í
mong ár verið ein trupul-
leiki, at tá ið manningar eru
farnar av, so hevur verið
neyðugt at byrja heilt av
nýggjum. Soleiðis er tað
ikki longur. Seks av teim-
um níggju umborð á Nev-
inum Reyða vóru eisini við
í fjør. Umframt bátsfor-
mannin eru hinir Oddur Ol-
sen,
stýrimaðurin,
Uni
Oknadal, Mogens Petersen,
Magnus
Norðberg
og
Símun Mikael Kerlok.
Nýggju menninir eru
Debes Christiansen, sum í
fjør róði við FM vinnaran-
um í kappingini millum 6-
mannafør, Sundabátinum,
Janus, sum áður hevur róð
við Stráluni og sum var
tann, sum var millumliðið,
tá ið Stephan Mølvig gjørdi
av at flyta til Klaksvíkar og
at rógva við Nevinum
Reyða, har hann leygar-
dagin var við til at vinna
fyrsta heiðursmerkið.
Ungu havnargentur-
nar vunnu mest sann-
førandi sigurin av
øllum, tá ið tær settu
kappingarneytarnar
upp á pláss í nýggju
kappingini
NORÐOYASTEVNA
5-MANNAFØR GENTUR
Jóannes Hansen
Drekin skrivaði søgu leyg-
ardagin. Í fyrsta kappróðr-
inum yvirhøvur í nýggja
bólkinum, sum er millum
gentur, ið eru yngri enn átj-
an ár, vóru tær heilt framúr.
Drekin legði bragdliga
fyri, og síðani var tað ong-
antíð spenningur um, hvør
fór at vinna. Heldur snúði
tað seg um, hvussu sann-
førandi sigurin fór at verða,
og so var spenningur um
næstu plássini.
Á málinum var fjarstøðan
frá Drekanum og aftur til
Tjaldrið meiri enn tvær
bátslongdir.
Í kappingini um næst-
fremsta plássið luttóku
hinir tríggir bátarnir. Erla
Kongsdóttir úr Fuglafirði
átti eisini at havt verið við.
Báturin úr Fuglafirði var á
vánni í Klaksvík, men
hann slapp ikki at kappast.
Tað eru nýggjar tíðir í
føroyskum kappróðri. Erla
Kongsdóttir var ov sein út á
startmálið, og so gjørdi
dómarin av, at tær skuldu
kolldømast.
Tjaldrið var skutin undan
Teklu hjá Klaksvíkar Róðr-
arfelag, sum aftur var skut-
in frammanfyri Blik av
Argjum.
Í fyrsta kappróðrinum yvir
høvur í nýggja bólkinum
eydnaðist Drekanum at
vinna søguligan sigur
Mynd: Bárður
Nevið bjargaði stevnuhýrinum
- Vit vistu, at Kvívíkingur fór at vera ein av hóttanunum, men tað bar illa til at halda eyga við honum. Vit lógu so langt frá hvørjum øðrum, sigur Svein Rógvi
Nielsen, sum er bátsformaður á Nevinum Reyða