Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. juni 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 106 - 8. juni 2005 Ritan fekk flúgvandi byrjan Sundadreingir, sum í fjør mannaðu Teklu, settu í endaspurtin- um bæði teir úr Havnini og Klaksvík upp á pláss NORÐOYASTEVNA 5-MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Í góðveðrinum mánadagin í hesi vikuni kom nýggja Ritan fyri fyrstu ferð í langa tíð í reiðrið. Fyrr í vár varð báturin flotaður í Hvanna- sundi, men síðstu vikurnar hevur hann verið í Klaksvík, har sundadreingir hava vant til Norðoyastevnuna. Nú eru teir farnir at venja norðuri hjá sær sjálvum. Áhugin báðu megin Sundi er stórur, og tað er ikki so undarligt. Leygardagin gjørdu dreing- irnir góða reklamu fyri sær sjálvum. Í fantastiskum endaspurti við Sílið og Fípuna Føgru eydnaðist tað teimum úr róðrarfelagnum í Norðdepli og Hvannasundi at vinna. Sílið og Fípan Fagra, sum mest sum allan teinin høvdu kappast um fremsta plássið, komu stavn um stavn á mál. Myndirnar vístu tó, at Fípan Fagra hevði verið eitt vet undan Sílinum. Munurin var ikki stórur, men fremst av øllum var Ritan. - Vit fingu góðan start, og vit høvdu alla tíðina eina peiling av, at vit vóru ímill- um 3-4 teir fremstu. Tá ið vit vóru komnir á innara endan á Kósabrúnni, fingu vit meiri ferð á, og tá kendu vit, at vit rættuliga vóru við í kappingini um fremsta plássið. Stýrimaðurin hjá okkum segði, at vit høvdu vunnið, men tí tordu vit ikki at trúgva, fyrrenn vit høvdu fingið staðfest úrslitið frá landi av, sigur Hjalgrím í Buð, sum er bátsformaður umborð á Rituni. Í fjør var tað Sundabátur- in, sum vann teimum í Hvannasundi og Norðdepli fleiri sigrar. Í seksti árunum var tað 10-mannafarið Norðingur, sum gjørdi um seg. Í 1981 vunnu dreingir- nir umborð á gomlu Rituni tveir róðrar. Nú vóru tað aftur dreingirnir, sum gjørdu um seg, og so fæst at síggja, hvat fer at spyrjast burturúr. - Kappingin er ógvuliga tøtt. Næstu ferð fara vit at hava Fípuna Føgru undir aðrari liðini og Sílið undir hinari liðini. Eg rokni eisini við, at aðrir bátar kunnu fara at blanda seg uppí, heldur bátsformaðurin á Rituni. Í fjør vóru fýra at teimum, sum nú manna Rituna, um- borð á Teklu. Teir eru Hjal- grím í Buð, Dánial Hugo Poulsen, Martin Heimistovu og Hanni Niclasen. Á lærin- um sita tveir, sum ikki hava róð áður. Teir eru Høgni Eliasen og Meinhard Sim- onsen. Grímur Poulsen, sum í fjør stýrdi umborð á Fípuni Føgru, situr í rongini og koyrir á Ritu manningina. Dreingirnir eru 15-18 ára gamlir. Úrslit, 5-mannafør dreingir 1 Ritan 05:03.08 2 Fípan Fagra 05:03.10 3 Sílið 05:03.13 4 Drekin 05:07.02 5 Blikur 05:08.22 6 Tjaldrið 05:14.24 7 Tekla 05:19.01 8 Dúgvan 05:34.08 Miðlarnir skriva, at fáast trý stig ikki úr Føroyaferðini, verður venjarin helst sekkj- aður. Sjálvur sigur Brian Kerr, at talan verður um hart ar- beiði ÍRLAND Jákup Mørk Tað var kanska ikki so nógv úrslitið móti Ísrael, sum hevur fingið ilt í miðlarnar har á leiðini. Heldur var tað mátin, har Írland eftir at hava verið á odda 2-0, læt Ísrael skora tvær ferðir. Og enntá kom undir stórt trýst seinastu løtuna, eftir at Andy O'Brien hevði fingið reyða kortið. Hetta saman við úrslitin- um í Tel-Aviv, har Írland í seinasta minuttinum misti leiðsluna, hevur nú av álvara fingið ilt í írsku miðlarnar, og mánadagin skrivar the Sun, at Brian Kerr nú er í vanda fyri at fáa sekkin. Sagt verður, at fleiri limir í írska fótbóltssambandin- um hava mist álitið á Kerr, og at alt annað enn ein sigur í Føroyum fer at hava við sær, at venjarin verður sagdur úr starvinum. Kerr hevur annars verið sera væl lýddur, síðani hann í desember mánaði 2002 tók við eftir Mick McCarthy. Síðani tá hevur Írland spælt 12 landsdystir, og bert ein av hesum er taptur. Mugu vinna á odda- liðunum Sjálvur tykist Brian Kerr tó ikki at leggja alt ov nógv í tosið um eina møguliga uppsøgn. Hann viðgongur, at tað var svárt at missa leiðsluna móti Ísrael, men hann heldur dómarin átti eins nógva skuld í hesum, sum hann og spælararnir. Ikki minst ilskaðist hann um sjónleikin, sum málverjin hjá ísrael framførdi undan útvísingini, men hóast írska Fótbóltssambandið hevur sent inn kæru hesum viðvíkjandi, so hevur UEFA ikki gingið hesari á møti. Einamest tí UEFA ikki viðurkennir sjón- bandaupptøkur sum prógv. Men hvussu er og ikki, so hevur Kerr framvegis fult álit á sínum liði. - Vit hava fýra dystir eftir - tveir heima og tveir úti. Vit kunnu framvegis fáa 12 stig í hesum dystunum, og veruleikin er, at vit fram- vegis hava fínan møguleika at koma víðari. - Bólkurin er jú víðopin. Einki av teimum fýra ovastu liðunum hevur tapt, og tí er heldur eingin slopp- in avstað undan hinum. Tað er tað, sum tað ræður um. At vinna ein dyst móti hinum oddaliðunum, og so sjálvandi sleppa undan at kiksa móti Føroyum ella Cypros. Hart arbeiði Og tá tosað verður um dystin mikudagin, so ivast Kerr ikki í, at talan verður um hart arbeiði. - Føroyingarnir sýndu móti Sveis leygardagin, at teir verða ikki lættir at syfta. Teir vóru um reppi at fáa eitt óvæntað stig, tá teir javnaðu, men Sveis fekk so bjarga sær kortini. - Teir spæla aggressivt og beint fram eftir, soleiðis sum tú kanst rokna við, og teir duga væl at gagnnýta sínar eginleikar. Teir hava sjálvandi ikki tær stóru stjørnurnar, men tað er ein væl skipaður bólkur, og í Henrik Larsen hava teir ein góðan venjara. - Tað stutta av tí langa er, at teir gjørdu dystin sera truplan fyri Sveis leygar- dagin. Og teir fara uttan iva at gera tað sama móti okkum mikukvøldið, sigur Brian Kerr at enda. Munurin var sera lítil - bert 2/25 sekund. Men at enda varð staðfest, at Ritan fyri fyrstu ferð yvir høvur hevði vunnið FM-róður Mynd: Bárður Kerr undir trýsti Hóast partar av miðlunum í Irlandi vilja leggja trýst á Brian Kerr, so tykist hann als ikki geva sær far um hetta. Hann heldur seg hava ríkiligt at gera, nú hann og spælararnir leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen