mikudagur 8. juni 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 106 - 8. juni 2005
31
Ein av okkara ídnastu
mentanarviðmerkjar
um, Kim Simonsen,
er maðurin aftanfyr
ikki færri enn tvær
nýggjar føroyskar
útgávur. Fríggjadagin
var hugnalig móttøka
í Miðlahúsinum í
Vágsbotni í sambandi
við útgávurnar
MÓTTØKA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Í farnu viku læt viðmerkj-
arin og høvundurin Kim
Simonsen ikki færri enn
tvær nýggjar útgávur frá
sær - sítt fyrsta yrkinga-
savn, Kodakmyndir frá
sjeytiárunum og fyrstu út-
gávuna av mentanartíðar-
ritinum Outsider Magazin,
sum Kim er ritstjóri á.
Mentanarnáttina fríggja-
dagin var móttøka í Miðla-
húsinum í Vágsbotni, og
rættiliga nógv fólk nýttu
høvið at støkka inn á gólvið
at heilsa uppá høvundan og
ogna sær eitt eintak av
yrkingasavninum og tíðar-
ritinum.
Mótspæl
Tey flestu munnu kenna
Kim Simonsen sum høv-
undan aftanfyri eina røð av
ofta hvassorðaum blað-
greinum, har serliga før-
oyskt mentanarlív og tjóð-
skaparrørslan hava staðið
fyri skotum. Fyri hálvum
øðrum ári síðani vórðu
fleiri av hesum greinum
savnaðar í útgávuni Dreym-
ar um opin vindeygu. Nú
roynir Kim seg fyri fyrstu
ferð sum yrkjara við savn-
inum Kodakmyndir frá
sjeytiárunum, sum millum
annað er ein roynd at vísa,
at tað finst onnur yrking
enn tann postmodernaða,
sum, sambært Kim, hevur
fingið ein í so ráðandi leik-
lut innan føroyska yrking
seinnu árini. Sjálvur trýr
høvundurin, at í framtíðini
fer fragmenteraða lyndið
hjá postmodernismuni at
víkja og at ein endurnýggj-
aður vakurleikaestetikkur
fer at taka seg fram
- Sjálvt um tað kanska
kann tykjast so, eru yrking-
arnar í nýggja savninum
ikki privatar, men royna
heldur at siga okkurt al-
ment, meðan tær tora at
spæla sær við og brúka
patos, ironi og onkuntíð
skemt, sigur Kim, sum
hevur verið hugtikin av
yrkingum, síðani hann var
heilt ungur. Sum sínar fyri-
myndir nevnir hann millum
onnur Henrik Nordbrandt,
Rainer Maria Rilke, Dan
Turell, Jóanes Nielsen um-
framt rocklyrikk sum hjá
Bob Dylan, Tom Waits og
Van Morrison
Tíðarrit og heimasíða
Tað er ikki á hvørjum degi,
at eitt nýtt mentanartíðarrit
kemur út á føroyskum.
Seinast, fólk royndu seg við
einum slíkum, var fyri fýra
árum síðani, tá tíðarritið
Bragi kom út nakrar fáar
ferðir. Burtursæð frá Varð-
anum, hevur onki tílíkt
tíðarrit verið at sæð síðani í
Føroyum fyrr enn nú, Kim
Simonsen og onnur hava
tikið stig til Outsider
Magazin.
Kim hevur leingi gingið
við ætlanum um at geva eitt
mentanartíðarrit út í Føroy-
um. Veruliga startskotið
varð tó nógva kjakið her
heima beint eftir jól um
ummæli og teirra leiklut í
føroyska mentanarkjakin-
um.
- Eftir kjakinum at døma,
var tað als ongin ivi um, at
stórur tørvur var á einum
blað, sum vildi og tordi
taka føroyska list upp til
viðgerðar á einum øðrum
støðið og á ein erligan og
nýskapandi hátt, sigur Kim
Simonsen, sum tískil gjørdi
álvara av sínum ætlanum.
Tíðarritið, sum nú liggur
í handlunum, er rúgvus-
mikið, einar 176 síður og
ætlandi skal Outsider koma
út eina til tvær ferðir um
árið. Hetta merkir tó ikki, at
eitt nú kjak, sum taka seg
upp, men kanska ikki eiga
eitt sjálvsagt plass í einum
tíðrriti, fara framvið borð-
inum hjá ritstjórnini. Sum
nakað heilt nýtt í hesum
høpi í Føroyum hevur Out-
sider nevniliga eisini eina
heimasíðu, sum skal virka
sum eitt livandi kjakforum,
har tilfarið javnan verður
dagført.
Mentanarmóttøka í Miðlahúsinum
Fólk hugnaðu sær við práti, tónleiki og ymsum leskiligum afturvið á móttøkuni í Miðlahúsinum Mentanarnáttina
Pauli Nielsen, rektari á Føroya Læraraskúla, og Niels Jákup
Thomsen, stjóri á Bókadeildini, nýttu høvið at kaga í nýggja
mentanartíðaritið, Outsider Magazin
Verturin í Mentanartíðindum, Ivan Niclasen (í miðjuni), var
eisini komin á mentanarmóttøku í Miðlahúsinum
Kim Simonsen hevði úr at gera við at
skriva heilsanir til tey mongu, sum nýttu
høvið at ognað sær eitt eintak av
Kodakmyndum ella Outsider ella báðum