Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Niclas Johannesen Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Politiskir telvarar Tro Håb og troldom í Norðurlandahúsinum Í sambandi við tiltakið William Heinisen 100 ár sýnir Norðurlandahúsið Stór útsøla!! Endabrestur- alt skal út!! filmin, Tro, Håb og Troldom, í dag klokkan 16 - og tiltakið er ókeypis. Einaferð var tað..... Ja, einaferð var tað ein skotti...... Nú er so skítfult til av teimum. Einaferð var tað ein revagarður.... ja, ein- aferð var tað eitt flakavirki. Einaferð var tað ein tunnil, og einaferð runnu áirnar á vestursíðuni á Funningsfirði eystureftir. Einaferð var tað ein oljuhavn..... vælsignaðu menn og brøður: Latið suð- uroyðingar eiga oljuna: Teir eiga jú "Smirul" !!!! Einaferð droymdi Fárao, at hann stóð við Nilánna og sá sjey feitar kýr koma upp úr ánni og leggjast at eta á áarbakkanum. Síðan sá hann sjey rakar kýr koma upp úr ánni og eta hinar sjey fyrru og vóru líka rak. Faroe vaknaði av dreyminum og sovnaði aftur. Ja, einaferð var tað ein kúgv........ og ein- aferð var tað ein føroying- ur!!!!!! Frits Johannesen Fuglafjørður Tað var bæði at gráta og flenna at, tá ið vit fyrr í vik- uni løgdu oyra til Fimmaran og sama kvøldið í Kross- kasti ( fólkaflokskasti tað kvøldið ) við bæði eygum og oyrum fingu vitnisburð frá formanninum í størsta flokki ( í løtuni ), tá hann fyri øllum Føroya fólki við- gekk sína politisku ómegd. Ikki bara einaferð, men aft- ur og aftur. Tøvdi og tók upp í saman. Evnið var Vág- atunnulin. Tragikomiskt, segði onkur niðri á Vagli- num dagin eftir. Hon var á veg á útsølu. Og í hesum útsølutíðum var ikki annað at hugsa enn, at handilsliga snildi hjá ávísum fólka- floksmonnum er teimum ein góð barlast í politisku telvingini. So góð, at eftir hesar sendingarnar stendur tjóðveldisflokkurin spill- nakin og heldur fyri. Har er einki eftir! Kávalótir Tí nakað hevur hann gramt seg fyri fjølmiðlunum, for- maður Tjóðveldisfloksins Heini 0. Heinesen.( Tað er hann, sum er formaður). Formaðurin fyri flokkin við tí søguliga?? møguleika- num. Um tað, at Lands- verkfrøðingurin varð sagdur úr starvi, um tað, at tryggja Landsverkfrøðinginum og føroyingum tunnilsarbeiðið o. s. v. Hví gremur Heini 0. Heinesen seg ikki á rætta stað? Helst nú, teir eru farn- ir at hava samgongufundir? Hví ber ikki størsta sam- gonguflokki til á nakran hátt at seta síni fingramerki á tað, sum fer fram? Svarið fingu vit í Fimmaranum og hasum ”kastinum”. Politisk ómegd og einki annað!!! Hvør er man? ”Man hevur valt hasa loysnina við privatum part- afelagi at taka sær av tunn- ilsarbeiðinum.. Landsstýrismaðurin hevur valt hasa loysnina. Tað man hann hava loyvi til. Ikki besti mátin. Tað er ein umsitingarligur spurningur innast inni!!!! ( Er Heini ikki politikari)? Hetta er ikki nøkur góð loysn. Ikki nøkur sparing. Nógn dýrari. Vegastrekkið kostar kanska einar 10. ferð- ir so nógv. Tá ið Phil og Søn komu til Føroyar, var eing- in, sum kláraði at kappast við teir. Ikki gott at fremm- andir koma inn. Men eg havi fingið tað í álitið, sum eg vildi hava.!!!“ Alt hetta bar formaðurin í størsta flokki, sum eisini er for- maður í Vinnunevndini, fram fyri Føroya fólki. Ideologisk avgerð Og hvat hevur so formað- urin fyri flokkin við søgu- liga møguleikanum fingið í álitið? Flokkurin, sum er størstur og hevur ”a second chance”, við tað at hann eig- ur formannin í Vinnunevnd- ini? Jú, at Landsverkfrøð- ingurin skal hava eftirlit! Tað syrgdi Alfred Olsen fyri. Umboð Sambands- floksins. Eftir standa vit í Javnað- arflokkinum og eru tey ein- astu, sum hava eina turka- trúgv uppá, at føroyingar sjálvir klára at gera hetta arbeiðið. Annars var Lands- verkfrøðingurin ikki farin undir tað í sínari tíð. Men nú er tað so endaliga tikið úr teirra hondum. At gera tunnil á landi ella undir sjógv, er ikki tann stóri munurin, helt landsverk- frøðingurin. Og higartil hevur borið væl til. Men, sum Finnbogi Arge og Jógvan á Lakjuni vístu á, so er hetta ein ideologisk sannføring. Tað skal á priv- atar hendur. Spæl fyri gallarínum Hví var so neyðugt at drála og roksa so, tá eingin ó- semja var í samgonguni um málið? Tá Tjóðveldisflokk- urin bara vildi hava navnið á Landsverkfrøðinginginum við so ella so? Hví skal priv- atiseringin hjá sitandi sam- gonguni ballast inn í káva- lótir frá Tjóðveldisflokki- num? Hví skuldu vágafólk bíða eftir hesum gallarí- spælinum, sum ikki ein gang var elegant? Virkandi Landsverkfrøð- ingur tyktist at taka við tí, teir kundu fáa. Við eftirliti- num fáa teir nørt um sína vitan, heldur formaðurin í Vinnunevndini. Men eg má bara spyrja. Hvat skal tað til, at Landsverkfrøðingurin nørir um sína vitan, tá ið man ikki skoytir um at brúka hana? Frensur á línu Tað skal sigast, at tað pínir meg at síggja fólk krúpa, hvør tað so er. Men við myndini, sum Óli Breck- man í tinginum lýsti tað stríð og strev, teir høvdu av Tjóðveldisflokkinum, so skilji eg, at Heini 0. Heine- sen krýpur. Tað var, sum at hava frens á línu, helt Óli. Eitt ræðuligt rumsterilsi, áðrenn gjørdar avtalur vóru hildnar. Hann sipaði til síðu 2 í samgonguskjalinum. Eg má hóast alt við samkenslu ynskja tjóðveldismonnum góðan byrð, nú Bjarni Djur- holm er farin at troðkast eft- ir avtalaða skattapolitikki- num. Tjóðveldisflokkurin fæst tá helst fyri helvtina av útsøluprísinum, nú so langt er útliðið. Katrin Dahl Jakobsen tingkvinna Javnaðarfloksins Hjartans tøkk fyri sýndan heiður á 85 ára føðingardegi mínum. Blíðar heilsanir Anna Petersen, Vágur Fólkaflokkurin hevur í samgongusam- starvinum fingið nógv av sínum prinsipp- málum ígjøgnum, hóast teir bert eru næst- størsti flokkur í samgonguni — seinast PF Vágatunnilin. Tjóðveldisflokkurin hevur alment kritiserað ætlanina, men hevur vent, tí fullveldismálið verður sett upp ímóti øllum øðrum. Hettar, at fullveldismálið verður sett upp ímóti gerandisdagsmálum er ein vansi, ið m.a. tjóðveldistingmaðurin úr Eysturoynni hevur víst á. Fólkaflokkurin brúkar við øðrum orðum fullveldismálið til at fáa síni prinsippmál ígjøgnum. Hettar má sigast at vera ein rættiliga heppin støða fyri Fólkaflokkin. Teir fáa síni ting ígjøgnum aftur fyri fullveldis- málið, ið so at siga er einasta fingramerki hjá Tjóðveldisflokkinum í hesari sam- gongu. Um samgonguslit varð í dag, so er spurn- ingurin, hvørji avrik Tjóðveldisflokkurin hevði havt at víst á. Longur teir slaka fyri Fólkaflokkinum í gerandisdagsmálum og málum, sum pensiónsskipanir o.a., meiri hava teir at missa, um samgongan slitnar áðrenn nakað fullveldi. Hettar er ein ónd ringrás, ið ikki gagnar føroyska vælferð- arsamfelagnum, ið dagliga verður undir- minerað av eini gongd, ið m.a. er stungin út í kortið av Caragata álitinum. Tjóðveld- isflokkurin er argur inn á m.a. Javnaðar- flokkin og ákærir flokkin fyri at taka sær einarætt upp á vælferðarsamfelagið. Rætt skal vera rætt, Tjóðveldisflokkurin hevur mangan verið ein góður stuðul hjá Javn- aðarflokkinum í slíkum málum, m.a. tá Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirløn- argrunnurin varð stovnsettur. Tjóðveldis- flokkurin hevur í hesari samgonguni fleiri høvi at prógva fyri veljarnum, at teir fram- vegis stuðla grundsjónarmiðnum um eitt samhaldsfast samfelag. Lunnar verða lagdir undir brúkaragjald í føroyska vega- kervinum, meðan Tjóðveldið bert hyggur at og enntá tekur undir við hesum. Pen- siónsskipanin verður umlagd til “hvør er sær sjálvum næstur” prinsippið, og hesum tekur Tjóðveldið eftir øllum at døma eisini undir við. Fólkaflokkurin dugir eftir øllum at døma væl politiskt talv. Tað, at teir fáa síni mál ígjøgnum við at seta loysingina upp ímóti, er ikki eindømi. Hettar gjørdi Fólkaflokkurin eisini, tá Sambandsflokkurin hevði løg- mann, men bert við øvugtum fortekni. Tá lovaði Fólkaflokkurin at lata vera við at tosa um loysing afturfyri at fáa síni prin- sippmál ígjøgnum. Løgið, at tað gongur enn einaferð, bert við øvugtum fortekni hesa ferðina. Tað má sigast at vera væl telvað hjá teimum. Vit mugu tátta í Nýggjasta frágreiðingin frá Búskaparáðnum sigur, at neyðugt er at umhugsa at tátta í búskaparliga JOHN JOHANNESSEN – Nýggjastu tølini geva or- søk til álvarsliga at um- hugsa at tátta í búskaparliga. Neyðugt er st fylgja væl við gongdini komandi tíðina, tí við verandi ferð á búskap- inum, er vandi fyri, at fløsk- uhálsar gerast ein veruligur trupulleiki, og at inflatiónin fer at økjast. Hetta er høvuðsniður- støðan í nýggjastu frágreið- ingini hjá Búskaparráðnum, nevniliga várfrágreiðingini fyri ár 2000. Búkaparráðið hevur eisini gjørt nøkur tilmæli fyri bú- skaparpolitikkin fyri ár 2000. Ráðið vísir á, at fíggj- arlógin fyri ár 2000 má haldast somuleiðis, sum tað vísir á nøkur strukturell til- tøk, sum í øllum førum eiga at fremjast. Stendur vøkst- urin í búskapinum við, mæl- ir ráðið til, at tiltøkini verða framskundað. Búskaparráðið heldur, at MVG-lóggávan eigur at endurskoðast fyri at taka burtur undantøkini frá lóg- ini. Skatta- og avgjaldspoli- tikkurin eigur at verða broyttur, so hann ikki stuðl- ar arbeiðsmegi í at flyta av landinum í eini tíð, tá henda sama arbeiðsmegin vantar í Føroyum. Búskaparráðið heldur eis- ini, at skattalættin hjá fiski- monnum eigur at verða av- tikin samstundis, sum for- boðið móti framleiðslu um- borð á skipunum eigur at verða avtikið. Somuleiðis eigur framhaldandi at verða arbeitt víðari við at lækka rentustuðulin. Almenni raksturin eigur, sambært Búskaparráðnum, at verða effektiviseraður, og møguliga eigur almenni raksturin at verða skerdur, fyri at geva pláss í búskap- inum fyri privatum virksemi og bæði privatum og al- mennum íløgum. Stendur vøksturin fram- vegis við, hevur Búskapar- ráðið enn fleiri tilmæli um skerpingar. Tá eiga almennu íløgurnar á byggiøkinum at verða toygdar og seinkaðar somuleiðis, sum skatta- og avgjaldshækkingar skulu innførast. Men Ráðið mælir tó Landsstýrinum til at royna at sleppa undan at nýta tvey tey seinastu amboðini. Stað- festast kann eisini, at til- mælið um skatta- og av- gjaldshækkingar stríðir ímóti samgonguskjalinum. Bjarni Olsen er formaður í Búskaparráðnum Toskakvotan hækkað Nýggi fiskiveiðisáttmálin við Ísland er nærum óbroyttur. Føroyingar sleooa tó at veiða 50 tons meira av toski í ár JOHN JOHANNESSEN Fiskiveiðisamráðingarnar millum Ísland og Føroyar í Havn fyrradagin góvu sama úrslit, sum væntað. Sáttmál- in fyri ár 2000 er nærum tann sami, sum tann fyri í fjør. Partarnir viðgjørdu á fundinum føroyskan fiski- skap í íslendskum sjógvi og íslendskan fiskiskap í før- oyskum sjógvi í farna ári og samráddust um framhald- andi fiskiveiðimøguleikar hjá føroyskum skipum eftir botnfiski í íslendskum sjógvi. Fiskimálastýrið boðar í tíðindaskrivi frá, at partarnir í framhaldi av hesum sam- ráddust um, at heildarkvot- an í íslendskum sjógvi verð- ur óbroytt við 5.600 tonsum í 2000. Av hesi heildarkvotu verður toskakvotan hækkað úr 1.150 tonsum upp í 1.200 tons. Kalvakvotan, sum skal veiðast í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 1. september í ár, verður 100 tons, meðan nøgdin av øðrum botnfiska- sløgum verður óbroytt. Avtalan um uppisjóvarfisk heldur fram Fiskimálastýrið boðar frá, at verandi avtala um uppisjóv- arfisk heldur fram. Íslendsk skip kunnu soleiðis veiða svartkjaft, 2000 tons av heystgýtandi sild og 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og lodnu í Íslendskum sjógvi. Føroysk skip kunnu nú eis- ini fiska sína lodnukvotu í grønlendskum sjógvi á 10.000 tons í íslendskum sjógvi. Partarnir samdust um somu lodnuavtalu, sum fyri 1999. Føroysk skip kunnu í tíðarskeiðnum frá 1. juli 2000 til 30. apríl 2.002 veiða 30.000 tons við fyri- varni um broytingar í MLV virðinum. Styrkja samstarvið Fiskimálaráðharrarnir vóru samdir um at styrkja tað vís- undaliga samstarvið, sum er millum Ísland og Føroyar. Jørgen Niclaseg og Árni M. Mathiesen viðgjørdu sjónarmið um fiskivinnu- umsiting, fiskivinnu á sjógvi og landi og samstarv í ymiskum millumlandafel- agsskapum. Serligur dentur verður lagdur á samstarvið í NAFO, NEAFC pg NAMMCO. Partarnir umrøddu í hes- um sambandi eisini hvala- veiðimál, og vóðru samdir um at víðka samstarvið á hesum øki. Innan tunfiskiskapin við- gjørdu partarnir samstarvið innan ICCAT, og semja er Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo um at loyva royndarveiðu inni hjá hvørjum øðrum við einum skipi í ár. Føroyski og íslendski fiskimálaráðharrin, Jørgin Noclasen og Árni M. Mathiesen