Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 Í blaðnum í gjár fanst leið- arin á Ráðnum fyri ferð- slutrygd, Jón Kragesteen, at nøkrum av ætlaðu broyt- ingunum í ferðslulógini. Serliga tók Jón fram, at eftir hansara tykki átti rev- singin fyri ferðmikla koyr- ing og rúsdrekkakoyring ikki at linkast. Deyðstalið minkaði av lógarbroytingum Ein av høvuðsgrundgeving- unum fyri hesum eru ferð- sluhagtølini, sum her á síð- uni verða víst fyri seinastu 50 árini. Av talvuni framgongur, at ferðsludeyðin í Føroyum var í hæddini seinast í 80‘unum. At tey eftir hetta minkaðu í stórum eru trígg- jar høvuðsorsøkir til. Fyrsta er, at í 1986, tá ferðsludeyðatalið setti met, var lóg um tvungna nýtslu av bilbelti sett í gildi, og sæst beinan vegin, at ein minking kom eftir hetta. Tvey ár seinni, í 1998, vóru tvinnar lógir settar í gildi á økinum. Nevnliga frádøming av koyrikortið við meira enn 0,8 promillu alkohol í blóðinum, og reg- lan um frádøming av koyri- koyrti, tá koyrt var meira enn 30 km/t oman fyri hægs loyvda ferðamark. Í triðja lagi hevði búskap- arkreppan eisini síni árin, við tað at talið av ungfólki í bili minkaði í stórum um hetta mundi, eins og náttar- koyringin minkaði mun- andi. Seinastu árini hava vit tó aftur merkt eina búskapar- liga framgongd, og hevur henda aftur viðført eina øk- ing av bilatalinum og nátt- Síðani revsireglurnar fyri rúsdrekkakoyring og harðliga koyring vórðu gjørdar strangari, er ferðsludeyðatalið minkað munandi, sigur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri ferðslutrygd Mynd: Jens Kr. Vang arkoyringini, men enn er talið av ferðsluvanlukkum so langt í frá komið á sama støði, sum undan teimum báðum lógarbroytingum, sum nevndar eru omanfyri. Kann økjast aftur Tískil er eisini væl skiljan- di, at Jón nú er ímóti ætlan- unum um at gera revsireg- lurnar á økinum linari. Verða avleiðingarnar av hesum, at ferðsludeyðatalið aftur fer at nærkast stabb- unum frá áttatiárunum, er talan um eina alt annað enn hugaliga gongd, og í øllum førum er hetta beint ímóti málsetninginum í sonevndu null-hugsjónini. Í hesi verður serliga tosað um at minkað um harðligu koyringina. Ein partur av hesum arbeiði er m.a. at tað undir ongum umstøðum eigur at verða koyrt skjótari enn 30 km/t í økjum, har bilar og fólk hittast. Partvíst verður hetta gjørt við lóggávu, og partvíst við einum broyttum vegakerv- ið, sum ætlandi skal við- føra, at ferðin á ferðsluni minkar av sær sjálvum. At vegakervið skal broyt- ast krevur sjálvandi stórar íløgur, og tískil er ikki væntandi, at hetta verður gjørt eftir einum degi, sigur Jón Kragesteen. Hann legg- ur tó afturat, at hetta ikki gevur nakra grund til at loyva harðligari koyring, ella linka um revsingina fyri hesa. Tað er nú soleiðis, at fólk eru bangin fyri at missa koyrikortið, meðan tey hin- vegin ikki eru so bangin fyri at fáa eina bót, sum er áljóðandi nakrar hundrað krónur. Tá talan er um treytaðan dóm, uppstendur vandin fyri frádøming ikki fyrr enn tú longu hevur framt eitt lógarbrot, og tá kann skaðin Hagtølini eru ræðandi Seinastu 50 árini hava 219 føroyingar latið lív í ferðsluni. Upp ígjøgnum sjeyti- og áttatiárini var talan um ein javn- an vøkstur, men eftir at revsireglurnar gjørdust strangari seinast í áttitiárunum, minkaði talið aftur. Nú er so ætlanin at gera revsireglurnar linari longu vera hendur. Fleiri broytingar Talan er annars, sum nevnt í gjár um fleiri ætlaðar broytingar í ferðslulógini. Umframt omanfyrinevndu broytingum í revsireglum, er talan um at økja há- marksferðina fyri lastbilar og bussar, tvungin nýtsla av koyriljósi eins og reglur skulu setast í gildi um, at børn undir 15 ára aldur skulu sita í trygdarfetli. Jón leggur áherslu á, at hann er púra samdur í flestu av lógarbroytingunum, og at tað bert er linkanin í revsireglunum, sum býðjur honum ímóti. Tølini tala. Ferðsludeyðatalið fall munandi, tá revsireglurnar gjørdust harðari í 1988 Í dag skipar Hendilsmiðdepilin í Runa- víkar kommunu fyri langum leygardegi. Hesin langi leygardagurin er serliga í samband við tí stóru vetrarútsøluna í ár. Handlarnir í Handilsmiðdeplinum hava opið til klokkan 17.00. Handilsmiðdepilin er 33 handlar, sum í felað vilja stykja marknaðarføringina av handilslívinum í Runavíkar komm- unu. Í samband við langa leygardagin hev- ur Sjómansheimið "luxus fish & Chips" á matskránni. Langur leygardagur í Runavík at geva 1.176 krónur. Lógarásett Løgmaður er landsstýris- maður í kommunumálum, og tað er Anfinn Kalls- berg, sum í skrivi til kommunurnar hevur boð- að frá broyttu samsýning- unum. Broytingin verður galdandi frá 1. mars í ár. Higartil hevur tað verið soleiðis, at kommunustýr- ini hava samtykt upp- hæddirnar fyri samsýning- ar, og síðani hava tey biðið landsstýrið um at góð- kenna tær í kommunustýr- unum samtyktu upphædd- irnar. Men soleiðis er tað ikki longur. Nú eru fund- arsamsýningarnar ásettar í lóg, og nú sigur løgmaður Lokalpolitikarar fáa meiri í løn JÓANNES HANSEN Kommunupolitikararnir fara nú at fáa eina hægri samsýning fyri borgarligu umboðanina, enn teir hig- artil hava fingið. Higartil hava kommun- alpolitikarar fingið trý hundrað krónur fyri fundir, sum hava verið upp til tríggjar tímar, og tá fund- irnir hava verið longri enn tríggjar tímar og longri enn fimm tímar, hava á- vikavíst ein og tvær við- bøtur verið latnar afturat. Nú verður fyrsta viðbótin 392 krónur, fyri fundir í- millum tríggjar og fimm tímar verður samsýningin 784 krónur og longri fund- ir enn fimm tímar fara nú altso, at hesar skulu galda í øllum kommunum frá 1. mars í ár 2000. Ymisk tulking Í fjør fingu kommunurnar bræv um, at tær kundu hækka upphæddirnar, men tá varð ikki álagt komm- ununum at hækka upp- hæddirnar. Í summum kommunustýrum vórðu samsýningarnar hækk- aðar, meðan onnur bygd- ar– og býráð ikki hækk- aðu samsýningarnar. Hóast upphæddirnar hava verið tær somu síðani eina ferð í áttati árunum, so hevur tað kortini verið ymiskt, Samsýningarnar eru ásettar í løgtingslóg, og tí skulu kommunustýrini ikki taka støðu til spurningin, hevur løgmaður boðað kommununum frá Virkisbygningur til leigu Bygningurin hevur tvær hæddir sum kunnu leigast saman ella hvør sær. Hvør hæddin er uml. 150 fermetrar. Bert vinnulig útleigan. Tekningar og myndir finnast á: http://www.algonet.se/~recovery Carl August Arge, tel./fax: +46 650 21 700; e-post: recovery@algonet.se Tollfrí søla fíggja út- bygging av terminalinum Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri, sigur við Útvarpið, at antin verður ein fyribils loysn vald at selja tollfrítt ella verður bíðað eftir at terminalurin er liðugt útbygdur Sambært Finnboga Nicla- sen hevði Útvarpið hósdag- in á middegi tey tíðindi, at Vága Floghavn nú skjótt kann fara undir at selja toll- fríar vørur á flogvøllinum. Útvarpið visti at siga, at Vága Floghavn søkti fyrr í vetur um loyvi at selja toll- fríar vørur og Vinnumála- stýrið hevur nú givið loyvi. Tað, sum enn vantar, er ein staðfesting av játtanini frá Toll og Skattstovuni. Men tað er ivasamt, um farið verður beinanvegin undir at selja tollfríar vørur á flog- vøllinum, sambært Útvarp- inum. Finnbogi Niclasen, flog- vallarstjóri, sigur við Út- varpið, at lítið pláss er í terminalinum í Vágum til slíkt virksemi. Tí verður antin ein fyribils loysn vald ella verður bíðað eftir at terminalurin er liðugt út- bygdur. – Men til tess at fáa grønt ljós fyri at útbyggja termi- nalin var neyðugt fyrst at fáa loyvi at selja tollfrítt. Tollfría sølan skal nevniliga vera við til at fíggja útbygg- ingina av terminalinum. Á fundi Finnbogi Niclasen hevur júst verið á fundi við Statens Luftfartsvæsen, sum rekur flogvøllin í Vágum. Á fund- inum var avtalað, at arbeiða víðari við ætlanini at út- byggja terminalin. Hann skal víðkast góðar 2000 fer- metrar, sambært Útvarpi- num. – Tað verður ikki bara tollfría sølan, sum skal fíggja útbyggingina av terminalinum. Trý parker- ingspláss eru til flogfør í Vágum, men nú skal eitt stórt parkeringspláss gerast afturat umframt eitt parker- ingspláss til tyrlur. Hetta skuldi givið nakað av eyka- inntøkum. Finnbogi Niclasen sigur við Útvarpið, at í verandi støðu er einki høli tøkt til tollfría sølu. Men onkrir møguleikar vera tó um- hugsaðir, so byrjast kann um ikki alt ov langa tíð, sigur hann. Ætlanin er at hava tollfría sølu til bæði farandi og komandi ferðafólk, sam- bært flogvallarstjóranum. Leygardagin 29. januar kl 20.00 skipar Grót fyri enn eini tónleikacafé. Hesaferð verður høvið at hoyra nakrar av kanska fremstu jazztónleikaru- num vit eiga í landinum. Tað eru Snjóuglan og Ei- vør Pálsdóttir Kvartet, ið vera á skránni. Í Snjóugluni spæla so navnframir menn sum Kristian Blak, ið vegna stóru royndir sínar av sonnum kann kallast ein rættur Jazzabbi. Sonur hansara Mikael spælir bass og úrmælingurin úr Klakksvík Høgni Klakk- stein spælir trummur. Heðin Ziska Davidsen, kendur úr so ymiskum bólkum sum „Hate- speach“ og „Í eb´inum“ (úttalast: essinum) spælir guitar. Eivør Pálsdóttir Kvartett hevur spælt rætt- iliga nógv, síðan hon byrj- aði. Tey eru Búi Dam, guit- ar; Brandur Jacobsen, trummur; Mikael Blak, bass og Eivør Pálsdóttir, sang. Jazzcafé í Gøtu P/F Statoil Føroyar Viðarnes, Postsmoga 3098 FO-110 Tórshavn fax 34 35 01 Vit hava broytt telefon og fax nummur til... tel 34 35 00 petur & petur • 320870