Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 Fáa javnan arbeiðs- tilboð uttanlands ALS hevur júst fingið áheitan frá svenskari KT-fyritøku um at finna ungar før- oyskar telefonseljarar til fyritøkuna. Leiðarin á ALS sigur slíkt javnan koma fyri JOHN JOHANNESSEN Fyri stuttum fekk ALS áheitan frá svenskari fyri- tøku um at finna ungar før- oyingar at koma í starv hjá deildum hjá fyritøkuni, ávikavist í Svøríki og Dan- mark. Tað ljóðaði, at talan var um eitt ógvuliga spennandi størv, men stjórin á ALS sigur, at talan er um eitt telefonseljaraarbeiði. Fyri- tøkuni nýtist 60 fólk, ið skulu sita við telefonina og selja telduútbúnað dagin langan. – Hetta kann ikki metast sum nakað spennandi arb- eiði, men tað er uttan iva ein møguleiki hjá ungum fólkum, ið ynskja at sleppa burtur heimanifrá eina tíð, sigur Elisabeth Gaardbo, stjóri á ALS. Norðurlendskt samstarv Tað hendir seg javnan, at ALS fær tilboð frá fyritøk- um úti í heimi - serliga úr Norðurlondum - um ar- beiðspláss. Orsøkin til hetta er, at ávísingarnar í kenna til føroysku arbeiðsávísing- ina, ALS, gjøgnum norður- lendskt samstarv. Sum skilst á Elisabeth Gaardbo, er tilboðið um tey 60 størvini á svensku KT fyritøkuni eisini sent ar- beiðsávísingum í øðrum londum. Men leiðarin á ALS sigur, at føroyingar kortini hava góðar møgu- leikar at fáa starv hjá fyri- tøkuni, tí føroyingar duga ógvuliga væl mál, og er hetta týdningarmikið í slík- um starvi. Hava sent tilboðið út – Vit hava sent arbeiðstil- boðið út til fólk, ið hava tørv á atbeiði. Við arbeiðstilboð- num fylgir eitt umsóknar- blað at fylla út. Hetta kunnu tey so senda okkum ella beinleiðis til fyritøkuna Elisabeth Gaardbo greiðir frá, at arbeiðsloysisskipanin umframt at veita arbeiðs- leysum pening, eisini virkar sum ein arbeiðsávísing, og tí senda tey ákheitanirnar frá fyritøkum út til fólk, ið hava tørv á arbeiði. Talið av arbeiðsleysum í Føroyum liggur nú í einari fastari legu á umleið 800 fólk. Elisabeth Gaardbo tók við sum nýggjur stjóri á ALS 1. januar eftir Allan Skaalum Mynd: Jens Kristian Vang Oljuútgerð- arhavn á samgongu- fund Brot á samstarvið í samgonguni, um tjóðveldisfólk atkvøða fyri Javnaðar- floksuppskoti í sambandi við oljuhavn sigur Sjálvstýrisflokkurin Jan Müller Tjóðveldistingmaðurin í Suðuroynni, Hergeir Niel- sen, skal mánadagin svara, um hann ætlar sær at at- kvøða saman við samgong- uflokkunum ella fyri einum broytingaruppskoti hjá Javnaðarflokkinum í máli- num um eina komandi olj- uútgerðarhavn. Tingmenn og landsstýrismaður sjálv- stýrisfloksins hava biðið um at fáa málið viðvíðkjandi oljuhavnini á samgongu- fund mánadagin. Teir meta útmeldingarnar hjá tjóð- veldistingmonnum at vera so ónøktandi fyri samstarv- ið í samgonguni, at teir nú vilja hava greitt at vita, um tjóðveldistingmenn ætla sær at atkvøða ímóti uppskoti- num hjá landssstýrinum til 1. útbjóðing. -Vit taka tað sum givið, at Hergeir fer at stuðla samgonguni, men vit fara at spyrja hann kortini. Vit halda, at Hergeir Niel- sen hevur meira ella minni spælt fríspæl í hesum máli. Vit vita, hvørki hvar hann ella flokkur hansara stendur. Jákup Sverri Kass metir tað vera brot á samstarvið í samgonguni, um tjóðveld- ismenn atkvøða fyri upp- skoti Javnaðarfloksins. Annars sigur Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokki- num seg vera sera ónøgdan við, at 2. viðgerð av upp- skotinum til útbjóðing ikki er komið fyri tingið hesa vikuna. Hann veit ikki, hví tingformaðurin ikki longu hevur sett tað á skránna. Næsti tingfundur er týsdag- in, og tá er málið heldur ikki á skránni. Finnbogi Ísakson, ting- formaður sigur við Sosialin, at útbjóðingin kemur fyri tingið mikudagin og verður tað samtykt tá kann tað blíva endaliga samtykt fríggjadagin í næstu viku. Tingformaðurin sigur, at hann vildi ynskt, at tað hevði gingið skjótari at fing- ið hetta málið avgreitt, og ætlanin var eisini at hava tað fyri fríggjadagin. Men av tí at álitini ikki vórðu løgd fram fyrr enn seint miku- dagin og her er talan um stórar broytingar, metti hann tað rætt at at geva ting- monnum longri skotbrá at umhugsa tey. Tingformað- urin vísir annars á, at jólini komu ímilum í hesum máli og tað er ein orsøk til, at tað hevur gingið seinni enn ætlað. Hann veit annars einki um, at sjálvstýrisflokkurin skal hava biðið um at fáa spurningin um atkvøðu- greiðsluna í útbjóðingar- málinum fyri á samgongu- fundi mánadagin. – Vit halda, at Hergeir Nielsen hevur meira ella minni spælt fríspæl í hesum máli. Vit vita hvørki, hvar hann ella flokkur hansara stendur, sigur Jákup Sverri Kass byrjar mánamorgunin 31/1 kl. 9 Tórsgøta • Tlf. 311395 ÚT ÚTSØLAN SØLAN Byggja út fyri 32 milliónir í Havn í ár byggja út so at kollfirðingar eisini síggja Rás Tórshavn frá 1. januar komandi at rokna. 100 ansingarpláss Tórshavnar Býráð ætlar eis- ini at byggja út á barnaans- ingarøkinum, og ætlanin er at útvega 100 ansingarpláss afturat í næstum. Tilsamans skulu 6,9 milli- ónir brúkast til at útvega fleiri barnaansingarpláss í kommununi í ár. 1,5 millión skal brúkast til at byggja býlingshúsið Millum Gilja út fyri, og tað gevur 20 ansingarpláss aft- urat. Somuleiðis skal 1,6 millión brúkast til at byggja býlingshúsið á Ternuryggi út fyri og tað gevur somu- leiðis 20 ansingarpláss aft- urat. Hesi 40 plássini verða liðug í ár. Restin, 3,8 milliónir, skulu brúkast til ein nýggjan dagstovn í Vesturbýnum til 60 børn. Men hesin stovn- urin verður ikki liðugur fyrrenn komandi vár aftur. Harafturat skulu tvær milliónir brúkast at byggja læknamiðstøðina í Gunda- dali út fyri, so at pláss verð- ur fyri tveimum læknum afturat og 500.000 krónur skulu brúkast til at byrja arbeiðið sambært eldra- álitinum, ið varð gjørt í fjør. Seta ferð á Størsta upphæddin av øllum skulu tó brúkast til at halda fram við arbeiðnum at breiðka Marknagilsvegin, tí nú ætlar býráðið at seta ferð á tað arbeiðið fyri at fáa tað lidnar. Í ár verða sostatt 11,35 milliónir settar av til tað endamálið. Afturat tí hevur Tekniska nevnd mælt til at seta 250.000 krónur av til at gera eina rundkoyring lidna. Vildu hava meiri Flestu býráðslimir, sum høvdu orðið, fegnaðust um framgongdina sum gjørdi, at tað bar til at fara undir nakað nevnivert av íløgum aftur. Tó hildu teir flestu, at bý- urin var so illa slitin nú, at tað var neyðugt við einum ódnartaki fyri at fáa hann uppundan aftur. Tí kundu teir saktans hugsa sær at gjørt fleiri íløg- ur, um tað hevði borið til. Og hevði Landsstýrið ikki álagt kommununi ein løgukarm uppá 32 milliónir, er onki at ivast í, íløgurnar høvdu verið væl hægri, tí onkur býráðslimur segði, um um íløgukarmurin var bæði tvær og tríggjar ferðir so stórur, sum hann er, so hevði tað ikki staðið á at fylt hann kortini, so nógv sum liggur á láni at gera í Kommununi. Einasta atfinning ímóti í- løguætlanini kom frá Kald- baksmanninum Páll Peter- sen, sum fýltist á, at ikki eitt oyra av tí, sum skuldi brúk- ast til barnaansing og eldra- øki, bleiv brúkt í Kaldbak og tað átalaði hann harðliga. – Ein skuldi trúð, og kald- baksfólk ikki átti børn, helt hann. Elin Lindenskov, formað- ur í Sosialu nevnd, svaraði, at býráðið hevði raðfest í- løgurnar til barnaansing til tey økini, har neyðin var størst, og tað er í vestur- býnum og á Argjum. Fimm milliónir eyka í ár býráðið nú hevur gjørt. Higartil hevur kommun- an plagað at seta asfalter- ingar og umvælingar av kloakkum undir íløgurnar. Men í ár er tað sett undir tann vanliga raksturin. Í ár fer kommunan at brúka fimm milliónir til hesi endamál, men hendan upp- hæddin verður nú fíggjað yvir sjálvan raksturin og fer tí ikki at nerva íløgukarmin sum tær plagdu. Soleiðis fekk kommunan bjarga sær hesar fimm milli- ónirnar eyka til íløgur í ár. Onki løgi Men hetta hildu býráðslimir ikki var nakað løgið. Ronald Poulsen vísti á, at hetta vóru ikki íløgur, tí her var ikki talan um at gera nakað av nýggjum men at umvæla. Leivur Hansen, býráðs- formaður, segði, at hetta mátti ikki skiljast sum at Tórhavnar Kommuna ætl- aði at snúgva sær undan av- taluni við Landsstýrið um íløgukarmin í ár. – Heldur skal hetta síggj- ast sum eitt úrslit av at bý- ráðið er blivið meiri tilvitað um, hvat skal bólkast undir rakstur og, hvat skal bólkast undir íløgur. Torfinn Smith segði, at býurin var so illa farin undir kreppuni, at tað kravdi stór tiltøk at fáa hann uppundan aftur. Tí kundi vanligt við- líkahald onkuntíð síggja út sum íløgur. Eisini aðrir tóku undir við, at býráðið var farið undir eina meiri kritiska gjøgnumgongd av, hvat er íløgur og hvat er rakstur. ÁKI BERTHOLDSEN Við hvørt kann tað loysa seg at brúka høvdið. Tað er fíggjarpolitikkurin hjá Tórshavnar Býráð eitt gott dømi um. Tí við høvuðbrýggi og góðum hugflogi hevur Tórs- havnar Býráð útvegað sær 5 milliónir meiri til íløgur í ár, enn tað hevði havt, um alt var sum vanligt. Tó vildi býráðislimir langt í frá kalla hetta lump- ing og lirking. Men á bý- ráðsfundinum hóskvøldið mátti býráðslimurin Jan Christiansen kortini við- ganga, at hann hevði aldrin vænta, at hetta fór at ganga so at landsstýrið fór at góð- kenna fíggjarætlanina. Men glaður var hann kortini, tá ið Býráið fekk fíggjarætlanina aftur úr Tinganesi við blaá stempl- inum hjá løgmanni á. Kunsturin at fáa meiri pening til íløgur í Tórshavn- ar Kommunu í ár, er at gera nakrar snildisligar flytingar ímillum íløgur og rakstur. Og tað er júst tað, sum Viðhvørt loysir tað seg at brúka høvdið. Tað gjørdi Tórshavn- ar Býráð og tað bjargaði Havnini 5 milliónir eyka til íløg- ur í ár Býráðslimir í Havn vilja ikki kalla hetta at lumpa landsstýrið. Men onkur teirra mátti tó viðganga, at hann hevði aldrin rokna við, at tað fór at ganga Tórshavnar Kommuna hevur stórar ætlanir í ár. Men slapp býráðið, kundi tað gott brúkt bæði tvær og tríggjar ferðir so nógv, tí nógv liggur á láni. Á býráðsfundinum hóskvøldið vórðu íløgur fyri yvir 30 milliónir samtyktar ÁKI BERTHOLDSEN Tórshavnar Býráð fer í ár at gera íløgur fyri 32 milli- ónir krónur. Tað er greitt eftir býráðs- fundin hóskvøldið, har í bý- ráðið einmælt samtykti út- byggingarætlanina í ár. Sostatt samtykti býráðið einmælt eitt tilmæli frá Mentamálanevndini um út- byggingar fyri 9,7 milliónir, umframt eitt tilmæli frá Sosialu nevnd um útbygg- ingar fyri 9,4 milliónir og eitt tilmæli frá teknisku nevnd um útbyggingar fyri 11,6 milliónir. Tilsamans geva hetta út- byggingar fyri 30, 7 milli- ónir. Restin skal brúkast til ymsar smáíløgur, sum ikki eru endaliga avgjørdar enn, men talan er eitt nú um at fríðka um kirkjugarðin og at leggja hita í kapellið. Venjingarhøll í Hoyvík og rennibreyt Millum tær útbyggingar, sum býráðið nú hevur sam- tykt at fara undir, er, at ein venjingarhøll skal gerast í Hoyvík, umframt at skúlin har skal byggjast út. Høllin verður eitt millum- ting ímillum eina venjingar- høll og eina ítróttarhøll, tí har verður pláss fyri 200- 300 áskoðarum, varð upp- lýst á býráðsfundinum hós- kvøldið. Høllin skal verða liðug í mars mánaða komandi ár. 6,5 milliónir eru settar av til endamálið og 700.000 túsund eru settar av til at projektera skúlaútbygging í Hoyvík - og í Kaldbak. Í sambandi við útbygg- ingina í Kaldbak skal m.a. fimleikarhøll gerast uppí skúlan har. Harumframt hevur býráð- ið eisini samtykt at seta eina millión av til rennibreyt í ár. Ætlanin er at seta eina milli- ón av um árið í trý ár til rennibreyt. Men tað er ikki avgjørt enn, hvar hon skal vera. Somuleiðis skal ein hálv millión brúkast til at um- væla og fríðka um tað hugnaliga Múllers Pakkhús, og ein millión skal brúkast til at byggja rás Tórshavn út, so at eisini kollfirðingar fáa somu sjónvarpstilboð sum havnarfólk, nú Kolla- fjarðar Kommuna er komin uppí Tórshavnar Komm- unu. Í samstarvsavtaluni við Kollafjørð, hevur Tórshavn- ar Býráð bundið seg til at Størsta upphæddin fer til at halda fram við arbeiðnum uppá Marknagilsvegin Eisini fæst bílig gisting Sosialurin - 311820 Vit kunnu bjóða 3 rættir fyri kr. 160,- 1/2 prís fyri børn undir 12 ár. Eisini hava vit ókeypis matkoyring í býin. FERMINGAR TILBOÐ Ætla tit at gera dagin minnis- ríkan við góðum mati -ringið so tel. 317500 og fáið nærri at vita Tel. 317500