Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 Varafútin: Ongin trupulleiki Eingi bendir á, at tað troðkar á, at fáa kærunevnd- arskipanina setta í verk í Føroyum. Hetta sigur Finn Ougaard, varafúti, nú Føroyar standa eftir sum einasta politium- dømi í ríkinum har løg- reglan framvegis sleppur, at vera við í viðgerðini av kær- um um politiið. -Er hetta veruliga ein so stórur trupulleiki, at vit noyðast undir at stápla eina rúgvu uppá beinini, spyr fútin, sum heldur at tey fáu kærumálini móti politinum tala fyri seg. -Tað eru øgiligar fáar kærur um atburðin hjá poli- tinum, sum uppgávan hjá nevndini er at taka sær av. Hvat er so endamálið við at broyta skipanina, spyr vara- fútin. -Eg havi ongantíð hoyrt nakran seta fram ynski um at skifta verandi skipan út, sum eftir øllum at døma virkar væl. Tíbetur eru fáar kærur um atferðina hjá poli- tinum, sigur Finn Ougaard. DÁNJAL HØJGAARD Løgreglumenn skulu ansa eftir landsins borgarum. Men løgreglumenn kunnu eisini sjálvir koma at gera nakað skeivt, og tá er spurn- ingurin hvør ið skal ansa eftir teimum. Í Danmark sleppur poli- tiið ikki longur at viðgera og taka støðu til kærur um politiið. Hetta tryggjar ein skipan, ið verður rópt kæru- nevndarskipanin. Í kæruverdarskipanini er tað er ein statsadvokatur, sum viðger kærurnar um løgregluna. Í øðrum lagi skal ein óheft nevnd hava eftirlit við at úrskurðurin hjá statsadvokatinum er í lagi. 1. januar var ein líknandi skipan sett í verk í Grøn- landi. Men í Føroyum situr løg- reglan framvegis við borð- ið, tá kærur um politiið skulu viðgerast. Her er skipanin við eini sonevndari lokalnevnd framvegis galdandi. Lokal- nevndin ger ongar kanning- ar sjálv. Hon tekur bert ímóti kærum, og sigur frá um málið er nóg væl lýst. Í lokalnevndini eru átta limir, sum viðgera kærurnar um politiið. Ein advokatur, fýra løgtingsmenn, fútin - og tveir løgreglumenn. Eru bundnir Bjørn á Heygum, advokatur heldur tað vera skeivt, at løgreglan sleppur at viðgera kærur um seg sjálva. -Tað er altíð skeivt at sita í eini nevnd og viðgera seg sjálvan. Løgreglumenn ella umboð fyri løgregluna kunnu av góðum grundum ikki vera heilt objektivir, tá tað snýr seg um kærur móti starvsfeløgunum, sum eru farnir út um mark, sigur ad- vokaturin, sum hevur lítla tiltrúgv til lokalnevndina sum eftirlitsstovn í málum um politikærur. -Umboðini fyri politiið og ákæruvaldið eru av góðum grundum bundin av ávísum áhugamálum, sum kunnu gera seg galdandi í lokalnevndini. Tí kunnu teir í ein ávísan mun koma at føra sjónarmið fram, sum røkja teirra seráhugamál, sigur Bjørn á Heygum. Misálit Tað er ein sannroynd, at lokalnevndin í Føroyum verður lítið brúkt. Tað er sera sjáldan at nakar yvir- høvur vendir sær til nevnd- ina fyri at kæra um atburðin hjá politinum. Christian Andreasen, ad- vokatur heldur, at orsøkin til at tað er so kvirt í kæru- nevndini er, at eingin hevur tiltrúgv til kæruskipanini. -Lokalnevndin verður so at siga ongantíð brúkt. Orsøkin man vera, at advokatar yvirhøvur hava ongan tiltrúgv til at tað loys- ir seg at fara til hesa nevnd- ina, sigur Christian Andreasen, sum heldur tað vera óheppi, at løgreglu- menn sita í eini nevnd, sum skal taka støðu til sínar starvsfelagar. -Tað er rein fiksjón, at løgtingsmenninir megna at umboða kæraran í eini slík- ari nevnd. Politiið situr jú við fakkunnleikanum og hevur tískil lætt við at tala hinar nevndarlimirnar til rættis, sigur hann. Í Danmark varð kæru- skipanin broytt, eftir atfinn- ingar høvdu verið um, at gamla kæruskipanin ikki vardi borgararnar nóg væl. Málið varð reist politiskt og Fólkatingið broytti lógina, so at kærunevndarskipanin kundu setast í verk. Løgreglan viðger seg sjálva Føroyar eru einasta politiumdømi í danska kongaríkinum, har løgreglufólk framvegis viðgera kærur um løgregluni. Føroyska kæruskipanin er ikki trygg fyri borgarar, sum halda at politiið er lopið framav, siga advokatar -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE Opið: Mán.-frí. 8.00-17.00 TOYOTA CAMRY 2,2 GL AUT. Skrás.:13-07-95 Km.: 76.000 Prísur: 158.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 Xli H/B Skrás.: 31-10-96 Km.: 34.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 Xli Skrás.: 24-06-97 Km.: - Prísur: 112.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 05-08-92 Km.: 110.000 Prísur: 45.600,- FORD ESCORT DIESEL Skrás.:19-09-96 Km.: 54.000 Prísur: 114.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,8 DIESEL Skrás.: 30-01-96 Km.: 47.000 Prísur: 79.600,- Garanti* HONDA CIVIC 1,5 H/B Skrás.: 01-08-98 Km.: 26.000 Prísur: 119.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 16-12-97 Km.: 19.000 Prísur: 79.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 29-04-96 Km.: 104.000 Prísur: 59.600,- TOYOTA CAMRY 2,2 XL Skrás.: 21-12-91 Km.: 80.000 Prísur: 98.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 1,8 Skrás.: 06-11-96 Km.: 68.000 Prísur: 119.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 2,0 TURBO DIESEL Skrás.: 16-10-96 Km.: 122.000 Prísur: 132.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 GL L/B Skrás.: 21-08-90 Km.: 124.000 Prísur: 60.600,- TOYOTA CARINA 1,6 GL Skrás.: 01-11-89 Km.: 154.000 Prísur: 49.600,- TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 10-06-98 Km.: 30.000 Prísur: 142.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 L/B TERRA Skrás.: 27-02-98 Km.: 30.000 Prísur: 120.600,- Garanti* Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 KIA CLARUS 1,8 SEDAN SERTILBOÐ VØRUVOGNUR AVHEINTINGARTILBOÐ Skrás.: 16.04.98 Km.: 13.000 Prísur: 98.600,- Garanti* * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Sosialurin - 311820 Sýnaður 15-10-98 Sýnaður 14-10-98 FORD ESCORT 1,6 Skrás.: 21-05-91 Km.: 128.000 Prísur: 42.600,- MITSUBISHI PAJERO VAN Skrás.: 05-10-95 Km.: 80.000 Prísur: 154.600,- TOYOTA CAROLLA 1,3 SEDAN Skrás.: 12-02-96 Km.: 16.000 Prísur: 97.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 Xli Skrás.: 14-07-95 Km.: 32.000 Prísur: 98.600,- Garanti* FORD SIERRA 1,6 AUT. GEAR Skrás.: 01-07-87 Km.: 117.00 Prísur: 10.000,- Sýnaður 26-03-98 NISSAN MAXIMA 3,0 AUT. GEAR Skrás.: 15-12-87 Km.: 135.000 Prísur: 69.600,- TOYOTA HIACE 10 PERS. BUSSUR Skrás.: 16-06-95 Km.: 160.000 Prísur:138.600,- Garanti* Sýnaður 01-12-99 Sýnaður 01-10-98 -í besta standi !! Tvey smá undur Fyri fyrstuferð í danmarkarsøguni eru børn fødd, eftir at læknar hava havt egg- ini úr úr mammuni og skilt sjúk egg burtur, tí ótti var fyri at fáa barn við Cystiskari Fibrosu. Helin og Heri Klein Olsen fingu sunnar og frískar tvíburðar DAGFINN OLSEN Danska blaðið Jyllands- Posten visti í gjár at siga, at danskir vísindamenn hava nýtt nýggjan og kollveltandi hátt at frukta egg hjá kvinn- um, ið annars eru í vanda fyri at fáa barn við Cystisk- ari Fibrosu. Fyri fyrstu ferð í dan- markarsøguni eru børn fødd – enntá tvíburðar – eftir at granskarar hava tikið eggini hjá kvinnuni út og skiltu sjúku eggini burtur, tí for- eldrini bóru ótta fyri at fáa enn eitt barn við lungna- sjúkuni Cystisk Fibrosa. Royndir Føðingin av tvíburðunum er úrslit av fimm ára gransk- ingarætlan, sum Fertilitets- klinikken á Sjúkrahúsinum í Skejby byrjaði í februar í 1999.Har hava tey loyvi at fremja genetiskar eggja- royndir á kvinnur, sum eru í vanda fyri at føða barn við arvaligum sjúkum, ið geva svár brek og vanda fyri deyða á ungum árum. Sum tíðin líður vóna granskarar, at teir eisini fáa møguleika at avdúka sjúkur, ið ikki eru so arvaligar, við nýggja kanningarháttinum sum grundarlag. Yvirlæknin Jakob Ingerslev, metir, at hetta er at fara um mørk, ið vit áður ikki eru farin um. Helin Rasmussen og Heri Klein Olsen fingu sunnu tví- burðarnar Leilu og Juliu, í november - eftir útskiljing av sjúkum eggum. Bæði foreldrini eru berarar av cystiskari fibrosu og 9 ára gamla dótturin Angeli hevur sjúkuna. Parið er ættað úr Vestmanna. Tey búgva í Danmark Mynd. C. Andreasen Súlan er komin Nú hava tey sæð súlu í Mykinesi, men á pálsmessu høvdu tey onga sæð, hóast súla var sædd í Havn longu 8. januar DAGFINN OLSEN Tann 25. januar, á Páls- messu, kemur súlan í Myki- neshólm. Soleiðis verður sagt og hetta stendur eisini eisini í ymsu kalendarunum. Men tá vit ringdu út til Mykinesar á pálsmessu, høvdu tey onga súlu sæð, men ætlaðu at fara ein túr at hyggja seinni á degnum. Tey sóu tó onga tann dag- in. Men nú hava tey sæð súlu í Mykinesi. Onkur hev- ur sæð 4 súlur. Tað er ójavnt, nær súlan kemur í Mykineshólm. Hon kann koma áðrenn páls- messu, men eisini seinni. Natúr, Tjaldursgjógv og Grót DAGFINN OLSEN Í kvøld verður tónleikatil- tak í Losjuni í Gøtu, sum felagið Grót skipar fyri. Á pallin fara Eivør Pálls- dóttir Kvartett og Shalder Geo. Navnið er úr Hetlandi og Geo úttalast »djó«. Tjaldursgjógv. Bólkurin var stovnaður til fløguupp- tøku í 1997 og við eru Kristian Blak, Heðin Z. Davidsen, Høgni Klakk- stein og Mikael Blak. Saman við Eivør Pálls- dóttir leika Mikael Blak, Búi Dam og Brandur Ja- cobsen. Bólkarnir spældi á Café DAGFINN OLSEN Í samband við greinina um cystiska fibrosu, viðgerð og frísku tvíburðarnar, hava vit vent okkum til formannin í siðsemisnevndina, Rólant í Skorini, eftir eini viðmerk- ing. Hann leggur dent á, at hann kann ikki úttala seg sum formaður í nevndini, men bert sum einstaklingur. Eisini viðmerkir hann, at uppgávan hjá siðsemis- nevndini bert er at játta ella nokta ávísar granskingar- ætlanir. – Vit eiga at gera okkum greitt, at eggjaskiljing í sær sjálvum kann nýtast sum rasuskilnaður og rasurein- føri. Tað er alneyðugt, at vit varnast vandarnar, tí tess meira vit eru varug við teir, tess betur kunnu vit meta um, nær loyvi kann gevast og betur eru vit før fyri at gera reglur, sigur Rólant í Skorini. Tað er ikki altíð etir tí, sum stendur viðmerkt í álma- nakkanum. Ein forvitin og vakin les- ari í Havn, sum strvast Yviri við Strond, ringdi til Sosi- alin og boðaði frá, at Yviri við Strond høvdu teir longu 8. januar sæð súlu. – Umráðandi er, at vit finna fram til tær treytir, sum skulu lúkast hjá hjún- um og fostrum, fyri at við- gera ella fremja fráskiljing av eggum. – Eg sjálvur, og so vítt eg veit øll í nevndini, eru ímóti viðgerð, sum ber brá av rasureinsing, sigur Rólant í Skorini. Spurningurin er so, hvørj- ar reglur skulu vera fyri við- gerð og skiljing av eggum. – Í løtuni meti eg, at við- gerð bert kann lovast í »et- iskari neyðstøðu«. T.v.s., tá mett verður, at hin einstaki, fostur ella mamma, eru í slíkari neyð, ella fer at koma í slíka neyð, at lívið verður ótolandi, um einki verður gjørt, metir Rólant í Skorini. Hann heldur, at eisini má hugast um, hvussu vit vísa mannalívinum, bæði frísk- um og sjúkum, størst virð- ing. – Tá verður spurningur- in: hjálpa vit fostrinum, í hesum førinum egginum, best við at royna at bøta um lívsdygdina - ella møguliga stytta um pínuna, sigur Ról- ant í Skorini. – Foreldur og læknar mugu meta um,hvat tað, ið vit rópa kvalitativt góða lív- ið, er. Eisini má sjálvsav- gerðarrætturin hjá foreldru- num virðast. Hvørki sam- felag, politikarar ella granskarar kunnu nakrantíð fáa loyvi at avgera fyri ella mótvegis foreldrum, hvør rætta viðgerðin er. Foreldur mugu, við hollari vegleið- ing og stuðuli, hjálpast til sjálvi at meta um, hvat lív egg ella fostur fer at megna at bera. Og hvat tey sjálvi fara at megna at bera, sigur Rólant í Skorini. – Etiskt má sigast, at av- gerðin í hvørjum einstøkum føri má vera persónlig og ymisk, Tað eigur ongantíð at bera til hjá politikarum ella granskarum at seta lista upp yvir, hvørji genetisk brek skulu fáa viðgerð ella skulu fyribeinast. Ella hvørji skulu fáa loyvi at yv- irliva. Slíkur listi, meti eg, hevði verið at mett, sum rasureinsing, sigur Rólant í Skorini. – Vit mugu sum grund- reglu hava, at alt mannalív má javnmetast, soleiðis, at ein við breki - hvussu álv- arsligt tað so fyri okkum sær út at vera - kennir seg líka vælkomnan, sum ein- hvør annar í samfelagnum. – Tí meti eg, at møguligt tilboð ella loyvi um genet- iska viðgerð bert kann játt- ast, um bæði læknar og for- eldur eru samd um, at ann- aðhvørt fostrið ella mamm- an er í slíkari neyðstøðu, at neyðugt er við viðgerð, metir Rólant í Skorini. – Sjálvur meti eg, at t.d. øll børn við cystiskari fi- brosu ella mongolismu, bæði eru og eiga at vera eins væl komin, og øll onnur, leggur Rólant í Skorini dent á. Natúr í gjár. Komandi vikuskiftið spæla bólkarnir á Café Na- túr og í Atlantis í Klaksvík. Tiltakið í Gøtu í kvøld byrjar klokkan 20:00. Tiltakið er partur av størri konsertferð í Norð- urlondum. – Sjálvur meti eg, at t.d. øll børn við cystiskari fibrosu ella mongolismu, bæði eru og eiga at vera eins væl komin, og øll onnur, leggur Rólant í Skorini dent á. Mynd: Jens Kristian Vang Altíð persónligt og ymiskt – Etiskt má sigast, at avgerðin í hvørjum einstøkum føri má vera persónlig og ymisk, sigur Rólant í Skorini – Tí mugu vit hava við- gerðina í stuttum tjóðri eina tíð. Men eg meti kortini ikki, at ein stendur seg best við at gera viðgerðarháttin frían. Óttin fyri, at ein og hvør velur henda viðgerð- arhátt er ógrundaður, tí í veruleikanum er talan um krevjandi viðgerð. Hann vísir aftur, at eggja- skiljingin er fyrsta stig móti rasureinføri. Mynd: Jens Kristian Vang