Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 20 - 29. januar 2000 Nýggj snið - serlig dygd Nýggj snið - serlig dygd Nýggj røð H75 B 430 Hvalvík - Tlf. 422394 O. K. HEILSØLA & MASKINUR Fígging heilt niður í 3,75% rentu fæst Ring og fá eitt maskinprát tlf. 422394 - 284792 - fax 422395 Prísir við litmyndum verða sendir kring landið og til útlandið Til útisetar í Danmark Vit kunnu seta gravsteinar upp í Danmark uttan eyka kostnað Tel. 318323 Tel. 447512 Tel. 217512 Fax 449961 www.danstein.fo FISKARÍMESSA Beinleiðis flogferð til/frá Glasgow Fráferð úr Vágum mikukvøld 29. mar. kl. 17.30 Heimaftur leygarkvøld 01. apr. kl. 19.30 Kostnaður fyri hvønn Kr. 8.355 á einkultkamari Kr. 7.280 á dupultkamari Innivist kann fáast á Post House Hotel ella Hotel Holliday Inn, sum liggja í miðbýnum Íroknað Flogferð og ferðagjald Bussflutningur í Glasgow til/frá gistingarhúsinum Gisting í 3 nætur við morgunmati FISKARÍMESSA 2000 M a r c h 3 0 , 3 1 - A p r i l 1 G L A S G O W - S C O T L A N D 2000 March 30,31 - April 1 GLASGOW -SCOTLAND sosialin Halt Skattalætti er skaðiligur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, heldur tað verða ábyrgdarleyst at lækka skattatrýsið í løtuni EYÐUN KLAKSTEIN Skattalætti nú kann hava skaðiliga ávirkan á búskap- in. Hetta sigur Karsten Han- sen, landsstýrismaður, eftir at tingmenn hjá Fólkaflokk- inum hava funnið hvassliga at honum, tí hann ikki vil lætta skattatrýstið. Í samgonguskjalinum hava flokkarnir millum annað avtalað, at skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald og vinnu skal lækkast, at skattafría grundupphæddin skal hækkast og at arbeiðið fram móti eini bruttoskatta- skipan skal halda fram. Óli Breckmann og Bjarni Djurholm, tingmenn fyri Fólkaflokkin, halda, at Karsten Hansen einki ger fyri føra hesi mál út í lívið, og á tingfuninum týsdagin fekk hetta serliga Óla Breckmann at taka harðliga til orðanna móti Karsteni Hansen. Í gjár endurtók Bjarni Djurholm, formaður í fíggj- arnevndini hjá løgtinginum, atfinningarnar móti Kars- teni Hansen. – Vit vóru sera fegin um at fáa hesi mál við í sam- gonguskjalið, men tað er als ikki nøktandi, at landsstýr- ismaðurin einki ger við mál- ini, segði Bjarni Djurholm millum annað við Sosialin í gjár. Ferðin á búskapin er ov stór Tað hevur verið trupult at fingið fatur á landsstýris- manninum við fíggjarmáli- num seinastu vikuna, men niðanfyri prenta vit eina viðmerking frá honum. Har sigur Karsten Han- sen, at Óli Breckmann og Bjarni Djurholm ikki skilja týdningin av skattapolitikki. – Ein skattlætti hevði sett meira ferð á búskapin, og tá trupulleikin í dag er, at í meira lagi av ferð longu er á búskapi okkara, og tí hevði ein skattalætti nú kunna havt skaðiliga ávirk- an á búskapin, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður. Hann heldur, at ting- menninir hjá Fólkaflokki- num gloyma, at í samgong- uskjalinum stendur skrivað, at ein varin og ábyrgdarfull- ur búskaparpolitikkur skal rekast. Og sambært landsstýris- manninum merkir ein varin og ábyrgdarfullur búskapar- politikkur ikki, at skattalætti skal latast nú. – Ístaðin skal peningur leggja til síðis, tá nógv ferð er á búskapinum, og so kunnu vit veita skattalætta, tá tíðirnar verða verri. Karsten Hansen sigur, at øll tilmæli frá óheftum bú- skaparfrøðingum seinastu tíðina hava mælt frá at veita skattalætta, men heldur tvørturímóti at tátta enn meira í. Hetta verður endurtikið í nýggju frágreiðingini hjá Búskaparráðnum, sum kom í gjár. Okkurt er á veg Men hóast landsstýrismað- urin ikki heldur tað verða ráðiligt við skattalætta nú, váttar hann, at arbeitt verður við skattalættum til húsar- hald og vinnu. Í blaðnum í gjár segði Bjarni Djurholm seg stúra fyri, at pappírsleysa avtalan millum samgonguflokkar- nar um lætta partafelags- skattin, ikki verður førd út í lívið í hesi tingsetuni. Og tann óttin er ikki ó- grundaður, tí Karsten Han- sen sigur í síni viðmerking, at uppskotið um at lækka partafelagsskatin verður lagt fyri tingið í heyst. Hann sigur, at arbeitt verður við at lækka parta- felagsskattin, men at hetta er ein liður í eini størri skattabroyting, sum Fíggj- armálastýrið og Toll- og Skattstovan arbeiða við í tøttum samstarvi við vinn- una. Og landsstýrismaðurin kemur heldur ikki við nøkr- um lyfti um, nær skattalætt- in upp á 40 milliónir krónur, sum samgonguflokkarnir hava avtalað skal latast í- staðinfyri at gjalda fyri end- urnýggjan av fiskiflotanum, verður latin. Í løtuni verður arbeitt við hesum málið, sigur Karsten Hansen. Hann heldur, at pástand- urin hjá tingmonnunum hjá Fólkaflokkinum um, at einki hendir á skattaøki- num, eru ógrundaðir. Skattlætti Óli Breckmann og Bjarni Djurholm leggja meg und- ir ikki at halda samgongu- skjalið har ásett er, at skattatrýstið skal lækkast. Lat ongan iva verða um, at bæði eg og Tjóðveldis- flokkurin taka fult undir við, at skattatrýstið skal lækka. Óli og Bjarni gloyma tó, at tað aðrastaðni í sam- gonguskjalinum stendur at: “rikin verður ein varin og ábyrgdarfullur búskap- arpolitikkur”. Sum øllum kunnugt, set- ur ein skattlætti meira fer á búskapin, og tá trupul- leikin í dag er, at tað í løtuni er í meira lagi av fer á búskapi okkara, má roknast við, at ein skatta- lætti júst nú kann fáa skað- iliga ávirkan á búskapin. Ein ábyrgdarfullur bú- skaparpolitikkur merkir m. a., at tá nógv fer er á búskapinum, verður pen- ingur lagdur til síðis (sum gjørt verður í dag) og tá tíðirnar aftur verða verri, verður skattlætti veittur. Caragata Fólkafloksmenn sendu boð eftir búskaparfrøðingi úr New Zealandi nevndur Caragata, ivaleyst við tí fyri eyga at fáa eitt tilmæli um at lækka skattin bein- anvegin. Tá frágreiðingin hjá Caragata kom, var einki tilmæli um nakra generella lækking av skattinum beinanvegin. Tað sum Caragata mælti til at gera beinanvegin var at lækka partafelagsskattin úr 27 % niður í 20 %. Hetta var júst tað sama sum Fíggj- armálastýrið var farið at fyrireika longu áðrenn Caragata kom uppá tal. Møgiliga er tað hetta, ið skapar frustratiónir hjá Óla og Bjarna. Annars kann eg nevna, at øll tilmæli frá óheftum búskaparfrøðingum sein- astutíðina hava mælt til ikki at veita skattalætta, men tvørtur ímóti at tátta í skattliga. Vinnuskattareformur Sum nevnt arbeiða vit við at lækka partafelagsskatt- in. Hetta er bert eitt lið í einum størri vinnuskatta- reformi, sum Fíggjarmál- astýrið og Toll-og Skatt- stovan arbeiða við í tøttum samstarvi við vinnuna. Hetta arbeiði verður gjørt út frá hesum meginregl- um: • Skatta- og avgjaldsskip- anirnar skulu virka eggj- andi fyri vinnuligt virk- semi • Skipaninar mugu ikki virka vinnuliga avlagandi • Skipaninar skulu verða lættar at umsita hjá vinnu og umsiting. Hetta arbeiði verður lið- ugt til heystar. 40 milliónir í skattalætta Í november mánað var politisk avtala gjørd um, at tær 40 milliónirnar ið settar vóru av til endur- nýggjan av fiskiflotanum, í staðin skuldi nýtast til skattalætta. Eg kann upplýsa, at í løtuni verður arbeitt við at fyrireika henda skatta- lætta. Niðustøða Pástandirnir hjá Óla Breckman og Bjarna Djur- holm um at einki hendir á skattaøkinum hava soleið- is ikki hald í veruleika- num. Størsti trupulleikin er helst, at teir ikki duga at síggja, at skattapolitikk- ur er ein partur av samlaða búskaparpolitikkinum. Karsten Hansen landsstýrismaður Óli og Bjarni skilja ikki týdningin av skattapolitikk Karsten Hansen sigur, at øll tilmæli frá óheftum búskaparfrøðingum sein- astu tíðina hava mælt frá at veita skattalætta, men heldur tvørturímóti at tátta enn meira í Viðmerking: