hósdagur 9. juni 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 107 - 9. juni 2005
í løtuni eru fýra
flogfør, sum bíða eftir
líkindum at lenda í
Vágunum. Trý teirra
eru full av írum, sum
ætla sær til dyst. Men
einki røkist fyri nøkr-
um glotta, og lenda
tey ikki skjótt, verða
írsku áskoðararnir
allarhelst ov seinir til
dystin
FLOGFERÐSLA
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
– Eitt flogfar frá Belgia
hevur verið her í morgun,
og hevur roynt at lent. Tað
flogfarið er fult av írum,
sum skulu til fótbóltsdyst.
Atlantic Airways hevur
somuleiðis tvey leiguflog-
før, sum heldur ikki fáa
lent. Harumframt er eitt
vanligt rutuflogfar hjá At-
lantic Airways, sum eisini
skuldi verið lent í morgun,
greiðir Hanna hjá Atlantic
Airways frá.
Hon sigur, at flogførini í
løtuni
pendla
ímillum
Norra og Vágar, og bíða
eftir einum glotta í tunga
mjørkanum. Men tað røkist
einki fyri nøkrum lending-
arlíkindum.
– Vit vita, at írarnir nú
vilja hava at vita, hvørt tað
fer at bera til at lenda ella
ikki. Og um teir ikki lenda
innan stutta tíð, so verða
teir ov seinir til dystin. Eg
veit ikki nær teir gevast at
royna, men eg vænti ikki, at
tað verður so ógvuliga
leingi afturat, sigur Hanna.
Spurd, um tey, ið ikki fáa
lent, fáa peningin aftur,
svarar Hanna, at tað veldst
um hvørja trygging teir
hava.
– Eru teir væl tryggjaðir,
so skuldi tað ikki verið
nakar trupulleiki. Men eru
teir ikki tað, so fáa teir
neyvan nakað aftur, sigur
hon.
Um líkindini ikki batna
so flogførini fáa lent, fær
Atlantic eisini aðrar trupul-
leikar at dragast við, tí so
sleppa hvørki írska lands-
liðið ella teir áskoðararnir,
sum eru komnir til landið,
heimaftur.
– Í løtuni er einki flogfar
í Føroyum, øll flúgva uppi-
yvir og royna at lenda. Men
fáa tey ikki lent, so sigur
tað seg sjálvt, at eingin
sleppur avstað aftur, stað-
festir Hanna.
Tá blaðið fór til prent-
ingar, var enn ikki staðfest,
nær flogførini gevast at
royna ella ikki.
Um 300 írar fáa ikki lent
Tað fer allar-
helst at
merkjast á
Tórsvølli, um
umleið 300
írar, ið hava
atgongumerki
ikki koma
hóast alt. Trý
flogfør við
írskum
áskoðarum
flúgva
nevniliga
uppiyvir, men
fáa ikki lent
fyri nógva
mjørkanum