hósdagur 9. juni 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 107 - 9. juni 2005
Planetin er
komin
Nýggja
ungdómsblaðið
Planet er í blaðnum í dag.
Hetta er ein roynd at bjóða
ungu lesarunum tilfar á
føroyskum um evnir, sum
tey eru áhugaði í. Her er
talan um útlendsk og før-
oysk tíðindi og spennandi
samrøður, alt í litum og við
nógvum góðum myndum.
Vit eru sannførd um, at
Planet nøktar ein tørv, sum
hevur verið alt ov illa nøkt-
aður í føroyska fjølmiðla-
heiminum.
Samstundis sum hetta
blað verður borið út, og lagt
fram í handlum kring land-
ið, verður nógv vitjaða,
nógv elskaða og onkuntíð
kanska eisini hataða heima-
síðan pop.fo sløkt. Í staðin
kemur planet.fo, ein síða,
ið røkir alt tað, sum pop.fo
gjørdi og so nógv afturat.
Hetta er ein uppraðfesting
av lívstíls- og tónleikatil-
farið til tey ungu. Síðan er
eitt tilboð til henda mál-
bólk. Ein verulig tíðinda-
tænasta ið vendur sær til
ungar føroyingar á før-
oyskum.
Føroya Tele og Miðla-
húsið í Vágsbotni bjóða øll-
um vælkomnum á okkara
og tykkara planet.